mikudagur 2. februar 2005síða 19
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 2. februar 2005
19
Dagurin
2. februar. Kyndilsmessa. Er upprunaliga ein
mariumessa og varð hildin til minnis um vitjan
Mariu í halgidóminum 40 dagar eftir føðingina, sum
siður var hjá jødiskum konum. Henni til minnis og
barninum til heiðurs vórðu kertur og kyndlar
tendraði, og av tí kemur navnið missa candelarum.
Navnið candela merkir vaksljós.
Victor Danielsen doyði hendan dagin í 1961.
90 ára føðingardagur
Hósdagin 3. februar fyllir Malla Berg Olsen, Toft-
um, 90 ár.
Dagurin verður hildin í kirkjukjallaranum í
Fríðrikskirkjuni kl. 18.30
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Gullbrúdleyp
Sunnudagin 6. februar hava hjúnini Hjørdis og
Alberg Johansen í Sandavági verið gift í 50 ár.
Tey, ið ynskja at heilsa upp á gullbrúðarparið, eru
vælkomin á Nesavegi 10 eftir klokkan 18.00
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu samkenslu
í stóru sorg okkara, tá ið kæri bróðir, svágur,
pápabeiggi og abbabeiggi
Sofus Eide,
Nólsoy
andaðist og varð borin til hvíldar.
Tøkk til Hera Joensen fyri troystarrík orð í kapellinum,
og tøkk til Sonju Klein og Rodmund í Liða fyri
troystarrík orð í kirkjuni.
Tøkk fyri blómur og kransar.
Tøkk til sangarar, berarar, kirkjutænarar og tykkum,
ið hjálptu til við ervinum.
Eina stóra tøkk til bygdarfólk og avbygdarfólk fyri tað
góða vinarband tit høvdu við hann, og sum vit so
týðuliga merktu við jarðarferð hansara.
Eina hjartans tøkk til hvønn einstakan av tykkum í tí
stóru mannfjøld, ið fylgdu honum á hansara seinasta
ferð her á fold.
Má Harrin signa tykkum øll.
Svenning, Bernhild, Heinina, Elisabeth
og Sólbjørg við familju
Havnarmaðurin
Birgir Kass er settur
sum nýggjur stjóri
hjá Faroe Seafood í
Bretlandi. Sam-
stundis flytur Faroe
Seafood UK úr
býnum Preston til
Grimsby
STJÓRASKIFTI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Í farnu viku bleiv havnar-
maðurin Birgir Kass settur í
starv sum nýggjur stjóri hjá
Faroe Seafood UK, sum er
skrivstovan hjá fiskasøluni
í Bretlandi. Birgir avloysir
Irwin Edwards, ið er farin
úr starvinum.
Nærri feska fiskinum
Í telefonini úr Onglandi
greiðir Birgir Kass frá, at
Faroe Seafood UK nú fer at
flyta úr býnum Preston, har
hildið hevur verið til í
nøkur ár, til kenda fiski-
vinnubýin Grimsby, har
Fiskasølan áður hevur havt
nógv virksemi. - Á henda
hátt koma vit nærri feska
fiskinum, og tað verður
lættari hjá okkum at koma í
samband við bæði keyparar
og seljarar, sigur Birgir
Kass.
Í løtuni starvast fimm
fólk hjá Faroe Seafood UK,
men Birgir Kass sigur, at
ætlanir eru um at økja um
virksemið, og tá fer starvs-
fólkatalið óivað at vaksa,
sigur hann.
Birgir Kass er 33 ára
gamal og hevur starvast hjá
Fiskasøluni síðani 1997.
Fyrstu árini á Fiskasøluni
starvaðist Birgir hjá júst
Faroe Seafood UK, men
seinastu fimm árini hevur
hann verið á høvuðsskriv-
stovuni í Havn. Hann er
útbúgvin eksport-teknikari.
Birgir er sonur Ernst og
Eyðbjørg Kass í Havn, og
hann er giftur við Beintu,
dóttur Oddvá og Niels
Nattestad. Tey eiga børnini
Dánjal, Eyðbjørg og Johan,
og fjórða barnið er vænt-
andi í mai mánað.
Fiskasølan í Bretlandi nýggjan stjóra
Týsdagin 1. februar 2005
hevði Per Skov Christensen
politistur í Havn 25 ára
starvsdag.
Per er 51 ára gamal
føddur í Viborg 9. august
1953
og
uppvaksin
á
Amager.
Hann er útbúgvin múrari
og arbeiddi sum múrari í
Keypmannahavn, til hann
sum 26 ára gamal gjørdist
politistanæmingur
á
politiskúlanum í Keyp-
mannahavn
1.
februar
1980.
Eftir lokna útbúgving
gjørdist hann politistur í
Keypmannahavn, til hann
1. oktober 1986 varð settur
politistur í Havn. Síðan 1.
mars 1991 hevur hann
starvast á kriminaldeildini.
Per er giftur við Maud,
fødd Midjord, úr Havn, tey
eiga dóttrina Biritu, sum er
8 ára gomul. Per eigur
eisini dóttrina Mariu, sum
er 20 ára gomul og býr í
Danmark.
Tey hava eitt fyrimynd-
arligt heim í Kálvagerði í
Havn. Per er sera húsligur,
hann er tiltikin ordiligur og
ruddiligur, tað sigst, at
hann hatar støv.
Hann elskar at gera mat
og er eisini kendur fyri sín
góða mat umborð á slupp-
unum "Westward Ho" og
"Johonnu" á útferðartúrum.
Per er limur í Odd Fellow
felagsskapinum, og trívist
hann væl saman við vinum
sínum har, sum stuðla hvør
øðrum á ein positivan hátt.
So á ein hátt kann sigast, at
múrarin gjørdist frímúrari.
Per Skov Christensen:
25 ára starvsdag sum politistur
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar-
pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í
Vikuskiftis Sosialin í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar
myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag
kl. 12.00
Sosialurin
Litmyndir av
brúðarpørum í