Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-02, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2005síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 22 - 2. februar 2005 UTTAN ÚR HEIMI Nógv lýggjari enn vanligt Januar var so lýggjur í Oslo sum næstan ongantíð fyrr. Meðalhitin var fleiri stig oman fyri tað vanliga. Norska veðurstovan hevur savnað hitamátingar síð- ani 1938, og bara einaferð, í 1989, hevur januar verið lýggjari enn í ár. Tað árið var meðalhitin í Oslo 2,3 hitastig. Í síðsta mánað var hann 1,6 stig. Harafturímóti vísa mátingarnar hesi 67 árini, at í meðal hevur meðal- hitin í januar verið 4,3 kuldastig. Sostatt var meðalhitin í síðsta mánað næstan seks stig oman fyri tað vanliga, skrivar Aftenposten. Veðurmaðurin Hans Olav Hygen sigur við blaðið, at tað er heldur sjáldsamt, at meðalhitin í januar er oman fyri frostmarkið. Hagtølini vísa, at tað hendi í 1974, 1975, 1983, 1988, 1989, 1990 og so aftur í ár. Hans Olav Hygen sigur, at tølini vísa týðiliga, at tað verður altsamt heitari á Jørðini. Fær egið savn Í ár eru 40 ár, síðani fyrrverandi bretski forsætis- ráðharrin Winston Churchill doyði, og í tí sambandi verður eitt serligt Churchill-savn latið upp í London tann 10. februar. Hjásødd verða fleiri, sum arbeiddu saman við gamla leiðaranum, teirra millum ein kvinna, sum var skrivari hjá Churchill. Hon er tann einasta av skrivarum hansara undir seinna heimsbardaga, sum framvegis er á lívi. Á savninum eru ymsir lutir, sum lýsa lívið hjá Churchill. Millum lutirnar er ein skammbyrsa, sum Churchill brúkti, tá hann flýddi úr einari fangalegu undir boarakrígnum í Suðurafrika, og har eru eisini skjøl, myndir og annað, sum stava frá politiska lívi hansara. Sum vera man eru eisini tær væl kendu sigarirnar hjá Churchill eisini á savninum. Nýggja savnið, sum er við Westminster, hevur kostað einar 150 milliónir krónur. Oyðileggja stríðsvognar Síðani kalda kríggið endaði, hava nógv lond skert sína hermegi, og nú hevur tað óhefta Svøríki gjørt av at gera tað sama. Millum annað hava teir politisku myndugleikarnir og herleiðslan gjørt av, at herurin skal hava tvær stríðsvognadeildir minni, enn hann hevur havt, og tað ber í sær, at 250 stríðsvognar av slagnum "Stridsvagn 90" enda sum gamalt jarn. Svenski herurin hevur 509 stríðsvognar av hesum slagnum, og teir nýggjastu eru bara trý ára gamlir. Teir elstu eru tíggju ára gamlir. Tíðindastovan TT skrivar, at teir 250 stríðsvognarnir, sum nú skulu beinast burtur, eru næstan fimm milliardir krónur verdir. Nakin í flogfarinum Ferðafólkini í einum rutuflogfari úr Los Angeles til London fingu ein skelk nú eina náttinar, tá ein spillnakin kvinna brádliga kom gangandi ígjøgnum flogfarið. Tilburðurin vakti ikki minni ans, tá tað vísti seg, hetta var Hollywood-stjørnan Lara Flynn Boyle. Eitt av ferðafólkunum greiddi seinni frá, at Lara Flynn Boyle hevði latið seg úr øllum klæðunum, stutt eftir at hini ferðafólkini vóru farin at fáa sær ein blund á teirri drúgvu ferðini. Hon royndi at nálgast upp at einum manni, men hann koyrdi hana frá sær og bað hana lata seg í alt fyri eitt. Tað vildi hon ikki, og tí vórðu boð send eftir flogternunum, sum fingu ballað ta naknu stjørnuina inn í eitt teppi, áðrenn tey fingu hana at lata seg íaftur, skrivar The Mail on Sunday. Tann 34 ára gamla Lara Flynn Boyle helt fyrr saman Russland hevur líka nógvar njósnarar í USA nú, sum Sovjet- samveldið hevði har undir kalda krígnum NJÓSNING Árni Joensen fartekst@mail.dk Amerikanska samveldis- løgreglan sigur seg stúra fyri, hvørji ørindi teir nógvu russisku njósnarar- nir hava, skrivar Time Magazine. – Teir eru komnir aftur, og teir hava úr at gera. Men í veruleikanum vita vit ikki, hvat teir takast við, sigur ein fregnartænastumaður við blaðið. Fyri fjúrtan døgum síð- ani varð ein írskur handils- maður tikin á flogvøllinum í Los Angeles. Sambært myndugleikunum hevði hann útvegað sær nakrar týðandi edb-lutir, sum hann ætlaði at senda til Írlands og haðani til Russlands. Nú er handilsmaðurin skuld- settur fyri at hava havt ætl- anir um ólógligan útflutn- ing. Sambært keldum hjá Time Magazine hevur Russland líka nógvar njósnarar í USA nú, sum Sovjetsamveldið hevði, tá tað kalda kríggið var upp á tað harðasta. Í minsta lagi 100 russar eru skrásettir sum diplomatar í USA, sjálvt um teir í veruleikan- um eru njósnarar. Haraftur- at eru nógvir, sum alment arbeiða sum handilsmenn, tíðindafólk ella akademik- arar, skrivar blaðið. Keldurnar hjá Time Magazine vísa á, at síðani 2001 hevur FBI lagt størri dent á yvirgang enn njósn- ing, og tað hevur gjørt, at tað hevur verið lættari hjá russiskum njósnarum at fáa fótafesti í USA. Sambært keldunum hava russar ser- liga áhuga í nýggjari amer- ikanskari verjutøkni, eins og teir royna at fá afatur á, hvat amerikanararnir fáast við í teimum gomlu sovjet- lýðveldunum, Kina og Miðeystri. Amerikanska rakettverjuætlanin er eisini eitt av áhugamálunum. Men FBI ætlar ikki at lata hetta um seg ganga, og tí hevur leiðslan gjørt av at tvífalda talið á starvsfólki, hvørs uppgáva er at avdúka útlendskar njósnarar, skriv- ar Time Magazine. Ein frágreiðing hjá ST staðfestir, at sudanska stjórnin og drápslið, sum stjórnin stuðlar, hava ábyrgdina av hópmorðum og krígs- brotsverkum í Dar- fur-landspartinum DARFUR Árni Joensen fartekst@mail.dk Ein nevnd hjá ST mælir nú heimsfelagsskapinum til at lata Altjóða Revsirættin í Haag kanna skuldsetingar um umfatandi ágang, morð, útreinskan, rán og píning í sudanska landspartinum Darfur. ST hevur langt síðani skýrt støðuna í Darfur sum ta ringastu humaniteru kreppuna í heiminum í dag. Næstan tvær milliónir fólk eru rikin frá húsi og heimi, og umleið 70.000 teirra eru deyð av sjúkum ella hungri. Harafturat hava fleiri tús- und latið liv í bardøgum. Sudanska stjórnin hevur fingið ta nýggju ST-frá- greiðingina, men hon vísir aftur øllum skuldsetingum um fólkamorð. Í hesum mánaðinum skulu umboð fyri stjórnina og uppreistr- armenninar í Darfur fyri fjórðu ferð royna at fáa enda á kreppuni, eftir at tríggjar tílíkar royndir eru miseydnaðar. Í teiri nýggju frágreiðing- ini frá ST verður nágreini- liga greitt frá, hvussu sud- anska stjórnin hevur svikið tey neyðstøddu í Darfur. Eitt nú verður sagt, at stjórnin hevur sýtt fyri at verja sivilfólkið ímóti upp- reistrarmonnunum, men at stjórnarherurin tvørtur- ímóti hevur tikið lut í álop- um, sum hava noytt fólk í hundraðtúsundatali at flýggja frá húsi og heimi. Stjórnin í Sudan ábyrgd av hópmorðum Russiskir njósnarar streyma til USA Hendan smágentan er ímillum tey mongu hundraðtúsund, sum eru rikin frá húsi og heimi í Darfur