mikudagur 2. februar 2005síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 2. februar 2005
21
Lastin hjá Krúnborg hildnaðist væl
Týsmorgunin vóru
3.000 tons komin upp
úr skipinum, og tá var
framvegis fiskur eftir í
lastini. – Eg vænti tí-
skil, at útrokningar-
nar, sum siga, at skip-
ið nú lastar 3.200 tons,
fara at halda, sigur
reiðarin
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í blaðnum í gjár skrivaðu
vit, at Krúnborg var komin
á Fuglafjørð mánamorgun-
in við størstu lastini av
svartkjafti, sum nakrantíð
er landað í Føroyum og
helst her norðuri í Atlants-
havinum yvirhøvur.
Eftir at skipið í fjør heyst
varð longt við sløkum 8
metrum, søgdu útrokning-
ar, at Krúnborg nú lastar
3.200 tons, tá ið lastin er
full.
Í samrøðu í gjár, segði
Petur H. Jacobsen, reiðari,
at hetta er fyrsti túrurin síð-
an leingjanina, at skipið
hevur fulla last.
– Vit hava frætt úr Fugla-
firði í morgun. Teir eru ikki
lidnir at landa enn, men
upp eru komin 3.000 tons.
Petur segði í gjáramorg-
unin, at teir framvegis bíða
spentir eftir, hvussu stór
lastin verður, tá ið alt er
komið upp.
– Eg vænti tískil, at út-
rokningarnar, sum siga, at
skipið nú lastar 3.200 tons,
fara at halda.
Krúnborg er nú 82,05
metrar long og 14 metrar
breið, og fyri leingjanina
lastaði skipið 2.500 tons.
Leingjanin, sum póllend-
ingar stóðu fyri, kostaði
reiðarínum einar 7 miljónir
krónur.
Avstað aftur
Ætlandi fór Krúnborg av-
stað aftur so skjótt, sum all-
ur fiskurin var komin upp
úr skipinum. Teir fara aftur
á leiðina suður úr Írlandi at
royna. Hetta er ES-sjógvur,
og seinastu tíðina hevur
svartkjaftafiskiskapurin á
leiðini verið góður.
Skipari á seinasta túri var
Pauli Wang av Glyvrum.
Sámal Jacobsen, sonur
Eiler, plagar at føra skipið,
og ein annar avloysari sum
skipari er Tórstein Petersen,
sum býr í Vestmanna.
Sonur Eiler Jacobsen, 29
ára gamli Eiler Jacobsen, er
ein av stýrimonnunum um-
borð á Krúnborg.
– Enn er endaliga
skráin fyri vitjanina
ikki løgd, men miðjað
verður eftir, at tey
fýra skulu koma so
víða um landið, sum
stundir og møguleik-
ar nú einaferð verða
til, sigur Dan Knud-
sen, sum starvast á
Ríkisumboðnum
KONGALIG VITJAN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Enn er endaliga skráin yvir
kongaligu vitjanina í Føroy-
um, 20.-23. juni, ikki løgd.
Tað er Ríkisumboðið,
sum saman við danska
kongshúsinum og lands-
stýrinum leggur skránna.
Á Ríkisumboðnum upp-
lýsir Dan Knudsen, at tey
framvegis
arbeiða
við
skránni, men at hetta
arbeiði ikki er liðugt enn.
Spurdur um nøkur ávís
støð á vitjanini eru fastløgd,
sigur hann, at arbeitt verður
við ymiskum møguleikum,
men fyrr enn skráin enda-
liga er komin upp á pláss,
kunnu tey ikki siga nakað
ítøkiligt um skránna.
Vitja um landið
– Vit kunnu tó siga so mik-
ið, at miðjað verður eftir, at
tey fýra, Margretha drotn-
ing, Hendrikkur prinsur,
Fríðrikkur krúnprisur og
Mary prinsessa, koma so
víða um landið, sum stund-
ir og møguleikar nú eina-
ferð verða til.
Dan Knudsen sigur, at
kongaskipið kemur higar til
lands, meðan tey kongaligu
vitja, men hann væntar, at
Margretha,
Hendrikkur,
Fríðrikkur og Mary koma
og fara avstað aftur við
flogfari.
– Tað tekur langa tíð at
sigla upp til Føroya og nið-
ur aftur til Danmarkar, og tí
er ikki hugsandi, at tey
kongaligu hava stundir at
ferðast
sjóvegis,
sigur
hann.
Kongaliga vitjanin í Før-
oyum verður sum nevnt í
døgunum, 20.-23. juni.
Nýggj KT-
fyritøka í
Eysturoy
Kári Sigvardsen
hevur stovnað KT-
fyritøkuna, 7bit,
sum húsast í
Saltangará
KT-VINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Ein nýggj KT-fyritøka
hevur latið skrivstovu upp
í Saltangará. Tað er Kári
Sigvardsen, sum er stovn-
ari av fyritøkuni, ið hevur
fingið navnið, 7bit.
– Okkara heimstaður er í
Runavíkar
kommunu,
men vit veita KT-tænastur
um alt landið.
Stovnarin sigur, at flestu
tænastur, sum felagið
veitir, eru málrættaðar
vinnuni,
feløgum
og
stovnum.
– Men vit hjálpa eisini
privatfólki við umvæling-
um, vegleiðing og keypi.
Kári sigur, at starvsfólk-
ini hjá 7bit hava útbúgv-
ing og royndir innan KT
og televinnuna.
– Røtt og álítandi ráð-
geving vantar mangan í
hesi enn nýggju og lítið
siðbundnu, men støðugt
mennandi vinnu. Okkara
mál er at vera hin álítandi
og skilagóði KT-sam-
starvsfelagin, sigur Kári.
Stovnarin sigur, at 7bit
leggur dent á at røkka øll-
um uppgávum innan teirra
kjarnutænastu til fulnar.
– Vit vilja fegnir sam-
starva við aðrar veitarar
um tað, sum liggur uttan-
fyri okkara kjarnutænastu,
sigur Kári Sigvardsen.
Skrivstovan hjá 7bit er á
Heiðavegi 32 í Saltang-
ará, nevniliga í ovaru
hæddini í bygninginum
hjá El-tænastuni.
7bit hevur heimasíðu,
sum
kann
lesast
á
www.7bit.fo
Kári Sigvardsen er stovn-
arin av nýggju KT-fyritøk-
uni í Saltangará, 7bit
Kongaliga vitjanin í summar:
Ætlandi fara kongshjúnini at vitja víða um
Verður tað, sum Ríkisumboðið ætlar, er hugsandi, at Fríðrikkur krúnprinsur og Mary prinsessa
fara at vitja ymsastaðni í Føroyum í døgunum, 20.-23. juni. Við í fylginum verða eisini
Margretha drotning og Hendrikkur prinsur
Mánamorgun er, og Krúnborg er komin á Fuglafjørð við størstu svartkjaftalastini, sum nakrantíð er løgd upp í Føroyum
Mynd: Yngve Olsen, Havsbrún