Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-02, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2005síða 22

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 22 - 2. februar 2005 Eisini tey ómusi- kalsku og tónaadeyvu kunnu verða við í Prix Føroyum í ár. Sosialurin skipar nevniliga fyri eini sms-kapping í sam- bandi við Prix Før- oyar, har konsert- ferðir til útlandið, fartelefonir og ein úlpa eru millum stóru vinningarnar KAPPING Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Leygarkvøldið byrjar Prix Føroyar 2005, men longu týsdagin tjóvstartar Sosial- urin hetta stóra tónleika- tiltak. Tað ger blaðið við eini serligari sms-kapping, sum varðar heilt fram til finaluna í apríl mánaði. Vinningar verða lutaðir burtur til hvørt innleiðandi umfar, og stórir vinningar- nir verða upp á spæl til finaluna í Norðurlandahús- inum. – Sosialurin hevur øll árini gjørt nógv burtur úr Prix Føroyum, og tað fara vit eisini at gera í ár. Tað nýggja er, at vit skipa fyri eini sms-kapping, so at øll kunnu vinna nakað í Prix Føroyum, sigur Hjørdis Gregersen, sum starvast á marknaðardeildini hjá Sosialinum. – Kappingin er ætlað teimum ungu, og tey, sum halda seg vera ung, og vinningarnir verða nógvir og ymiskir. Ørgrynna av vinningum Kappingin í Sosialinum fer fram á tann hátt, at til hvørt av teimum innleiðandi um- førunum, hálvfinaluna og finaluna kunnu fólk at- kvøða fyri tí bólkinum, sum tey halda fer at vinna. Hetta ger tey við at senda eitt serligt sms til 1441. Upplýsingar um sms-tekst- in fæst leypandi í Sosialin- um. Tey, sum gita rættan bólk, verða síðani við í lutakast- inum eftir hvørt umfar. Til fyrsta umfarið ber til at vinna vikuskiftisat- gongumerki til G! festival- in og Summarfestivalin, tvey atgongumerki til Listastevnuna, tvey at- gongumerki til Atlantic Music Event, eina fartele- fon, tveir tímar á hestbaki og tær tríggjar Poplist- fløgurnar. Hesir vinningar verða lutaðir burtur millum tey, sum hava gitt rætt, og soleiðis verður tað eisini til øll hini innleiðandi umfør- ini og hálvfinaluna. Brakið til finaluna Til stóru Prix-finaluna í Norðurlandahúsinum verða øll tey, sum hava gitt rætt í onkrum av teimum innleið- andi umførunum, við í luta- kastinum. Harafturat ber eisini til atkvøða fyri vinnaranum til finaluna og verða við í lutakastinum, um tú gitir rættan vinnara. Øll tey, sum hava gitt rætt í onkrum innleiðandi um- fari ella í finaluni, verða við í lutakastinum, og tað standa nakrir stórir vinn- ingar upp á spæl til hesa kappingina. Høvuðsvinningarnir eru konsertferðir fyri tvey til festivalin í Nibe og til festi- valin í Jelling. Hesir báðir donsku tónleikafestivalar- nir hava seinnu árini havt føroyskar bólkar á palli, og soleiðis verður eisini í ár, tí teir koma til Føroya í sam- bandi við finaluna í Prix Føroyum fyri at kjósa sær ein bólk. Harafturat er eis- ini møguleiki fyri, at okkurt annað føroyskt navn kann upplivast á hesum festival- um. Umframt teir báðar stóru vinningarnar, verður eisini ein nýggj fartelefon frá Føroya Tele lutað burtur, og ein av teimum serligu úlp- unum, sum eru vorðnar kendar í lýsingunum hjá Føroya Tele, kann eisini vinnast. Frá týsdegnum ber til at atkvøða til fyrsta innleið- andi umfarið í Prixnum, sum verður í Fuglafirði leygarkvøldið, og seks bólkar eru at velja ímillum. Teir eru SIC, Déjá VU, GoGo Blues, Dimmi, Para- dox og Lama Sea. Atkvøðugreiðslan endar leygarkvøldið klokkan 20.00. Tað kostar 10 krónur fyri hvørt sms, sum verður sent til kappingina. Stóra Prix-kappingin hjá Sosialinum byrjar mikudagin. Hesaferð snýr tað seg ikki um at spæla tónleik, men um at gita rættan vinnara í teimum innleiðandi umførunum og finaluni í Prix Føroyum, og alt fer fram umvegis fartelefonina og sms Mynd: Bárður Lydersen Nú kunnu øll gerast Prix-vinnarar