mikudagur 2. februar 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 22 - 2. februar 2005
- Eg havi ongantíð
rópt upp, men eg geri
tingini upp á mín
máta., sigur Lisbeth
L. Petersen, sum takk-
ar fyri seg sum
føroyskt fólkatings-
umboð. Fyrrverandi
forkvinnan í Sam-
bandsflokkinum
hevur fingið tjúkka
húð av árunum á
politiska víðvøllinum,
har rangan ikki er so
pen, og tú kanst
merkja knívar í
rygginum
POLITIKKUR
Heri á Rógvi
Keypmannahavn:20. januar
2004 gjørdist ein rættur
lagnudagur hjá Lisbeth L.
Petersen. Sum formaður
fyri Sambandsflokkin var
henni og flokkinum spádd-
ur stórsigur á løgtingsval-
inum hendan dagin. For-
søgnirnar fóru tó skeivar,
og atfinningarnar heglaðu
niður á Lisbeth, eftir at
úrslitið gjørdist, at Sam-
bandsflokkurin fór úr átta
tingmonnum niður í sjey.
Náttina eftir valið gjørdi
hon av at fara úr formans-
starvinum. Tað var eisini
um somu tíð, at hon fór at
hugsa um, hvussu hennara
framtíð skuldi skipast. Tá
tók hon avgerðina um ikki
at stilla upp aftur til fólka-
tingsvalið.
Í dag ruddar hon upp á
skrivstovuni á Christians-
borg.
Stórir
ruskposar
standa á kontóri 3-029 á
triðju hædd í stásiliga slott-
inum hjá danska fólkating-
inum. Lisbeth L. Petersen
varð vald á fólkating við
2.288
persónligum
at-
kvøðum við fólkatingsvalið
hin 20. november 2001.
Eftir trý ár sum føroyskt
umboð á fólkatingi, hevur
hon valt at gevast í roynd-
unum at røkka fleiri árum á
Christiansborg.
- Tað er av persónligum
orsøkum, at eg havi valt
ikki at stilla upp. Mín
heilsustøða er heldur ikki
so góð, sum hon hon hevur
verið. Eg tók avgerðina fyri
einum ári síðani, tá eg
gjørdi av at raðfesta øðrvísi
í lívinum, sigur Lisbeth L.
Petersen.
Hon dylir ikki fyri, at tað
hevur verið sera strævið.
Serliga í tíðini sum formað-
ur fyri Sambandsflokkin
var tað nógv at skula røkja
allar uppgávurnar, sigur
hon. Men tað hevur borið
til, tí øll gjørdu ein innsats
fyri, at tað skuldi bera til,
sigur hon og fyllir eitt
sindur afturat í stóra posan.
Við nógv kontór á triðju
hædd
á
Christiansborg
verður fylt í posar í hesum
døgum. Meðan valstríðið
harðnar eru tey fleiri, sum
takka fyri seg á Christians-
borg, og onnur hava kanska
tann stóru trúnna upp á, at
tey verða afturvald.
Lisbeth er væl nøgd við
sítt verk hesi seinastu trý
árini á Christiansborg.
- Eg havi ongantíð rópt
upp, men eg geri tingini
upp á mín máta. Eg havi
arbeitt nógv hesi trý árini,
men eg havi dugað fólka-
skikk og ikki lati meg pro-
vokera til at hava føroyskar
bardagar í fólkatinginum,
sigur Lisbeth L. Petersen.
Dámd og kritiserað
Síðsta dagin í mánaðinum
verður Lisbeth 66 ára
gomul. Hon gjørdist leiðari
fyri Sambandsflokkin í
mars 2001, og tey næstu trý
árini fylti Lisbeth L. Peter-
sen nógv í føroyskum
politikki.
Atfinningarnir
móti
henni hava eisini verið
nógvir. Ikki minst eftir
seinasta løgtingsval. Men
eisini undan valinum. Ein
av hennara fremstu kri-
tikkarum Sjúrður Skaale
segði á einum landsfundi
Tjóðveldisfloksins, at eing-
in, sum fæst við samfelags-
vísind, skilti, hví Lisbeth L.
Petersen fekk so stóra
undirtøku.
Men undirtøku hevur hon
so havt og hevur væl fram-
vegis. Fáir aðrir kvinnuligir
politikarar hava vunnið sær
so stóra undirtøku. Um-
framt 2.288 atkvøður á
fólkatingsvalinnum í í 2001
og 644 í 1998, fekk táver-
Eg havi ongantíð rópt upp
Sum limur í Fólkatinginum fær
Lisbeth L. Petersen 43.213 krónur um mánaðin ella
518.561 krónur um árið í løn. Umframt lønina fær hon
eina viðbót áljóðandi 65.977 krónur um árið.
Lisbeth L. Petersen er partur av tingbólkinum hjá
Venstre á fólkatingi. Øll fólkatingsumboð hava rætt til
skrivstovuhjálp. Peningurin, sum Lisbeth fær til hetta
endamál, er partur av samlaðu upphæddini hjá Venstre.
Tað er síðani Venstre, sum lønar skrivstovufólkinum hjá
Lisbeth L. Petersen og hevur ábyrgdina av at lata
roknskap fyri virksemi inn. Hon er partur av trimum
nevndum í fólkatinginum, og hon var herfyri danska
umboðið á einari ráðstevnu í Turkalandi.
FAKTA