mikudagur 2. februar 2005síða 27
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
andi formaður Sambands-
floksins 1.394 atkvøður í
2002 og 645 atkvøður í
2004. Eisini sum kommu-
nalpolitikari skaraði hon
framúr við fleiri kommunu-
val.
Skjótt fyrrverandi fólka-
tingslimurin missir ikki
svøvnin av nógvu og hørðu
atfinningunum.
- Hesi nógvu árini í
politikki hava givið mær
tjúkka húð. Eg havi hoyrt
nógv ringt, men eg taki
mær tað ikki nær, sigur
Lisbeth L. Petersen.
Hennara arbeiði og tað
hjá Norðuratlantsbólkinum
minna ógvuliga lítið um
hvørt annað. Eitt er, at
Norðuratlantsbólkurin er
sjálvstøðugur tingbólkur á
fólkatingi, og Lisbeth L.
Petersen er partur av ting-
bólkinum hjá bróðurflokk-
inum hjá Sambands-flokk-
inum, Venstre. Og eins
samdir, sum Sambands-
flokkurin og Tjóðveldis-
flokkurin eru í løgting-
inum, eru flokkarnir eisini
á fólkatingi. Kritikkurin er
eins harður báðum megin.
- Teirra máti at arbeiða
uppá er at seta spurningar.
Helst so gamlar sum gjør-
ligt, sigur Lisbeth L. Peter-
sen og staðfestir enn eina-
ferð, at kenslurnar millum
tjóðveldis- og sambands-
fólk ikki eru kølnaðar nak-
að stórvegis. Hon leggur
afturat, at hon sum umboð
fyri Sambandsflokkin ong-
antíð kundi verið farin upp
í Norðuratlantsbólkin, men
fyri tí hevur tað riggað væl
hjá øllum at virka á fólka-
tingi. Vit hava ongantíð nýtt
fólkatingssalin til at skeld-
ast, sigur Lisbeth.
Ein fyrimunur
Hvørt nýtt fólkatingsum-
boð skal við innsetanina
skrivað undir at vilja halda
grundlógina. Hetta gjørdi
Lisbeth longu í 1988, tá
hon sat á fólkatingi eitt stutt
skifti sum varamaður fyri
Paula Ellefsen.
Hon hevur fylgt arbeiðs-
háttinum hjá Paula Ellefsen
og øðrum sambandsum-
boðum á fólkatingi við at
gerast partur av tingbólk-
inum hjá Venstre. Men hon
vísir staðiliga aftur, at tað
er selja seg politiskt. Tvørt-
urímóti er tað ein fyri-mun-
ur at virka á henda hátt,
heldur hon.
- Tað er púra skeivt, sum
tað verður ført fram, at eg
havi selt meg til nakran
flokk. Eg kann velja júst
sum eg vil, og eg havi altíð
rætt til at siga mína hugsan
fyri tingbólkinum, sigur
Lisbeth.
- Tað er ein spurningur
um, hvussu tú fært størstu
ávirkanina. At vera einsa-
møll — uttan fyri nakran
bólk — er dráp. Tá fært tú
lítið burturúr og missir
skjótt sambandi við restina
av fólkatinginum, sigur
Lisbeth L. Petersen.
Hon vísir, at hon hevur
umvegis Venstre havt eitt
ógvuliga tætt samstarv við
fleiri ráðharrar og kann í
nógvum málum ráðføra seg
hjá teimum. Tað er ein
ógvuliga góður máti at vísa
á føroysk áhugamál, sigur
Lisbeth.
Hon heldur, at uppgávan
hjá føroysku umboðunum
fyrst og fremst ikki er so
nógv á talarastólinum.
Uppgávan hjá føroysku
fólkatingsumboðunum er
lobbyarbeiði. Tíverri vita
danskir politikarar ofta alt
ov lítið um føroyskt viður-
skifti, sigur Lisbeth.
- Tað eru ikki fólkatings-
umboðini, sum skulu reisa
mál. Hetta hoyrir heima í
løgtinginum.
Eitt føroyskt fólkatings-
umboð skal eisini eigur
eisini at sita í føroyska
parlamentinum.
- Eg haldi, at tað er skeivt
at hava fólkatingsumboð,
sum ikki sita á løgtingi. Tú
missir skjótt sambandi við,
hvat gongur fyri seg og
Skjótt fyrrverandi før-
oyska
fólkatingsumboði
heldur, at í dag er eingin
forðan fyri at kunna røkja
eitt løgtingsstarv og halda
sessin á fólkatingi heitan.
- I dag ber so øgiliga væl
til at arbeiða úr Føroyum
við donskum málum. Tað
er ferðasamband hvønn
dag, og tøknin loyvir tær at
fylgja við orðaskiftum hvar
tað skal vera, sigur Lisbeth.
Angrar einki
Lisbeth hevur havt fyrrver-
andi fólkatingslimin Sonju
Albrink sum skrivara sam-
an við føroyinginum Atla
Rasmussen. Lisbeth dylir
als ikki fyri, at arbeiðsum-
støðurnar hjá fólkatings-
umboðum er øgiliga nógv
betri enn umstøðurnar hjá
løgtingsmonnum. Skrivar-
arnir sita hvør í sínum lagi
og arbeiða, meðan spurn-
ingarnir
gerast
støðugt
meira afturlítandi.
Spurd, svarar Lisbeth, at
hon ikki angar nakað hesi
nógvu árini í politikki..
- Tað nyttar lítið at angra.
Eg havi arbeitt upp á mín
máta, og eg eri ikki broytt
sum menniskja hesi árini í
politikki. Eg havi mínar
meiningar og mín máta at
arbeiða, sigur Lisbeth L.
Petersen.
Hon fekk í 1994 boðið at
gerast løgmaður, men segði
nei. Hon kundi gott havt
hugsað sær at gerast løg-
tingsformaður
einaferð,
men tað er ikki nakað, hon
angrar ikki at hava virkað
fyri. Men árini í politikki
hava merkt Lisbeth L.
Petersen.
– Eg havi upplivað
politiska lívið, og tað er
oftani ein køld verð, og
rangan er ikki pen. Ein av-
tala er ikki altíð ein avtala í
politikki, og tað er ikki altíð
lætt at skilja, tá tú sjálv
gongur høgt uppí, at ein
avtala er ein avtala, sigur
Lisbeth L. Petersen.
– Húðin er vorðin tjúkk,
men tú mást ikki gloyma at
vera menniskja. Eg havi
upplivað nógv valstríð og
merkt fleiri knívar í ryggin,
sigur Lisbeth.
Hon sigur seg fara at
sakna
samstarvið
við
danskar politikarar á fólka-
tingi, og hesi seinastu trý
árini hava verið spennandi.
At tað oftani verður gjørt
nógv
burturúr
hennari
aldri, er hon ikki so glað
fyri.
– Hóast tú røkkur pen-
sjónsaldri, so nýtist tú ikki
at vera nøkru ónytta.
–Tað verður altíð gingi so
høgt uppí aldurin á kvinn-
um, men í løgtinginum sita
nakrir gamlir abbar, sum
eingin ger nakað burturúr,
sigur Lisbeth.
Tað er valla nakað at
ivast í, at tað kemur ikki so
væl við hjá atkvøðubunk-
unum hjá Sambandsflokk-
inum, at fyrrverandi for-
maður ikki stillar uppaftur.
Hennara omanfyri tvey-
túsund
atkvøður
skulu
vinnast innaftur, og flokk-
urin hevur verið í sonnum
illveðri í fjølmiðlunum ein
stóran part av hesum sein-
asta árinum.. Nýggjur for-
maður er komin til, sum
skal royna lyfta arvin eftir
Lisbeth. Hon sigur, at hon
hevur átt nógvar trúgvar
veljarar, sum fyri tað nógva
mestur eru kvinnur.
- Eg sakni fleiri kvinnur í
Sambandsflokkinum. Tað
vísir seg at vera ógvuliga
trupult at fáa kvinnur at
gerast aktivar í politikki.
Tær mangla veruliga. Sjálv
hevði eg ongan kvinnuliga
fyrimynd, og eg havi altíð
verið kritiserað fyri at vera
nakað longur til vinstru enn
eldru kreftirnar í flokkin-
um. Men eg havi ikki verið
bangin fyri at gera vart við
meg í sosialmálum og øðr-
um meira bleytum økjum,
sigur Lisbeth L. Petersen.
Kanska
ikki
serliga
óvæntað eru vónirnar hjá
henni góðar fyri flokkin til
hetta valið, men tað verður
ikki lætt at endurvinna
fólkatingssessin, hóast tað
væl ber til, heldur hon.
- Seinasta val var óvan-
liga gott hjá Sambands-
flokkinum. Sjálvandi vóni
eg, at allar mínar atkvøður
koma aftur til flokkin 8.
februar,
men
valevnini
hesaferð
røkka
kanska
øðrum bólkum, enn eg
gjørdi, sum kann geva eins
nógvar
atkvøður,
sigur
Lisbeth L. Petersen.
Tann síðsta
Á vegginum á kontóri 3-
029 hanga myndir av næst-
an øllum føroysku fólka-
tingslimunum, sum eru
valdir á fólkating. Myndir,
sum í mong ár hungu á
kontórinum hjá Òla Breck-
man. Myndirnar av Ed-
mundi Joensen, Høgna
Hoydal, Jóannesi Eides-
gaard og Lisbeth sjálvari
resta í fyri at geva eina full-
fíggjaða mynd. À veggin-
um hongur eisini mynd av
abba
Lisbeth,
Andrass
Samuelsen, sum sat á
fólkatingi árini1913-15 og
1918-1938.
Lisbeth
hevur
arvað
kuffertið eftir abba sín. Og
nú tað tynnist við eftirkom-
arum við brelli eftir poli-
tikki, so er spurningurin,
hvørt Lisbeth ikki er tann
síðsta av tí gamla sambands
slagnum, men Lisbeth sjálv
letur spurningin hanga til
onnur at taka støðu til.
Spurningurin um, hvørt
hetta eisini er byrjanin til
endan sum starvið sum
løgtingsval, verður svarað
við, at tað má tíðin vísa.
Enn er Lisbeth L. Petersen
við í føroyskum politikki
sum umboð fyri Suður-
streymoy á løgtingi. Og vit
vita ikki, hvussu leingi hon
verður verandi í føroyskum
politikki.
Nr. 22 - 2. februar 2005
27
Blá bók
Lisbeth L. Petersen er fødd 28. februar 1939. Dóttir Rachel
og Georg Lindenskov Samuelsen var honn fødd í eina
Sambandsfamilju. Hon var leingi virkin í flokkinum, men
kom ikki á ting fyrr enn í 1990, har hon hevur verið
afturvald síðani. Hon varð vald í Tórshavnar býráð í 1984,
og hon sat í býráðnum til 2000, harav árini 1992-1996 sum
býráðsformaður.Var forkvinna í Sambandsflokkinum 2001-
2004. Hon fekk í 1994 tilboð um at gerast løgmaður, men
hon tók ikki av.
Lisbeth var gift við Jákupi Petersen, sum doyði í 2001, og
eigur børnini Elsu og Georg.
Hon hevur verið tann kvinnan seinnu árini, sum hevur
fingið nógv flestar atkvøður á løgtings-, fólkatings- og
kommunvalum. Føroyingar hava ikki nakra sterka siðvenju
at velja kvinnur á ting. Í tinginum í løtuni sita bert tvær
aðrar kvinnur. Sum persónur minnir hon ikki um flestu
føroysku politikarar. Ikki bert í mun til kynið, men eisini í
mun til áhugamál og verumáta. Síðsta dagin í mánaðinum
fyllir Lisbeth 66 ár.
Við myndum av flestu
føroysku fólkatings-
umboðunum á vegginum
hevur Lisbeth í styttri og
longri tíðarskeið arbeitt á
skrivstovu sínari á triðju
hædd á Christiansborg
hesi seinastu trý árini.
Hon gevst 67 ár eftir, at
abbi hennara gavst á
fólkatingi.
– Tað verður altíð gingi so høgt uppí aldurin á kvinnum, men í løgtinginum sita nakrir gamlir
abbar, sum eingin ger nakað burturúr, sigur Lisbeth L. Petersen, sum ruddað sítt upp á
Christiansborg.