Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-02, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2005síða 28

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í nógvar mátar tykist privatisering og ein møguligur føroyskur virðisbrævamarknað ur at vera lyklaorðið, sum fleiri seta sítt álit á. Eitt álit, sum livast skal upp til við gjøgnumskygni, reellum handilskursi og fríum marknaði. Men nógvir brikkar skulu til, um pusli- spælið skal ganga upp VIRÐISBRÆVA- MARKNAÐUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Kjakið um einsskiljing av ymiskum almennum ogn- um hevur leingi verið frammi. Skal fólkið eiga Føroya Banka? Skal Fiska- virking seljast teimum, sum bjóða seg fram beinleiðis, ella skal handilin umvegis ein almennan markna? Hví er tað ein fyrimunur, at Føroya Kolvetni er skrásett í London, og ber tað til at halda fast í avmarkingum í eigaraskaranum, tá eitt virki verður skrásett á einum virðisbrævamarkn- aði? Hetta eru bert nakrir av spurningunum, sum verða settir í samband við fram- haldandi kjakið, og sum ein liður í hesum, skipaðu Før- oya Kolvetni og Føroya Tele fyri fyrilestri seinasta mikukvøld. Fyrilesturin var partvíst komin í lag, nú offshore- messan varð hildin í Norðurlandahúsinum. Ein av luttakarunum í hesi var nevnliga meklarin hjá Før- oya Kolvetni í London, Frank Moxon. Ein maður, sum hevur drúgvar royndir innan tað at arbeiða á einum virðisbrævamarkn- aði, umframt at hann í støðu sínari ivaleyst Umframt Moxon, so var Graham Stuart, stjóri í Faroe Petroleum, eisini fyrilestrarhaldari, og greiddi frá, hvat endamálið hjá Føroya Kolvetni var, tá teir fóru á virðisbræva- marknaðin. At økja um kapitalin við at lata parta- brøv til ein at kalla óav- markaðan markna. Eitt stig, sum var neyðugt til at fylgja strategi felagsins, og júst orðið strategi er kanska tað, sum er mest knýtt at einum møguligum virðis- brævamarknað. Áhugamál Tí tað vil altíð vera ein spurningur um áhugamál. Klassiska dømi við eini familjufyritøku, har eigar- arnir brádliga vilja kapitali- sera tað, sum arbeitt hevur verið fyri ígjøgnum ár og dag, er sjálvandi eitt dømi. Við einum virðisbræva- marknaði kann virkið tá verða latið øðrum upp í hendi, og so hava uppruna- ligu eigararnir jú nátt sín- um endamáli. Annað dømi kann vera, har eitt felag hevur tørv á vágafúsum kapitali fyri at røkja sína marknaðar- strategi. Er ætlanin t.d. at uppkeypa onnur virki, ella at økja um virksemi á ann- an hátt, er hetta ofta nakað, sum krevur meira kapital, enn fyritøkan hevur her og nú. At læna pening kann verða ein kostnaðarmikil spurningur, og tí kann ein notering á einum virðis- brævamarknaði verða eitt alternativ. Hartil kann tað í einstøkum førum vera so, at eitt virki av øðrum ávum ynskir at gerast partur av virðisbrævamarknaði. Eitt nú kann tann prestisjan, sum hetta gevur, gera tað lættari hjá virkinum at finna sær samstarvsfelagar, ella eisini kunnu hesir rætt og slætt seta ynski um, at virkið verður noterað. Alternativið her er tó ikki størri enn so, at møguligir íleggjarar sjálvsagt vilja hava sítt avkast. Og skal tað verða lokkandi hjá hesum at gera íløguna, so skulu útlitini fyri avkasti helst vera betri enn tey, sum bankin gevur. Munurin er so, at avkastið ikki neyð- turvuliga nýtist at vera við einum høgum vinningsbýti á hvørjum ári. Gongst fyritøkuni væl, kann keyp- arin á einum marknaði sjálvandi selja íløguna víðari, og á tann hátt fáa avkast á sína íløgu. Krevur fyrireiking Hinvegin er tað ikki so, at ein fyritøka bara uttan víð- ari kann fara á marknaðin, og á tann hátt fáa sær pen- ing. Fyrst og fremst krevst, at fyritøkan hevur eina hampuliga stødd. Frank Moxon nam eisin við hendan spurningin í sínum fyrilestri, og vísti her á fleiri atlit, sum eiga at verða havd í huga, áðrenn avgerð verður tikin. Fyrst og fremst, so kostar tað virkinum pening, tá tey skulu skrásetast á marknað- inum. Eitt prospekt skal gerast, soleiðis at møguligir íleggjarar hava eina lýsing av virkinum, so teir kunnu taka støðu til, hvørt íløgan yvir høvur skal gerast. Tí er ikki óvanligt, at ein partur av innkomna peninginum í eini nýteknan fer beint út aftur sum útreiðsla til hesa. Nr. 22 • mikudagur • 2. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Ein spurningur um strategi Ein gerandisdagur á týska virðisbrævamarknaðinum í Frankfurt. Heilt so nógv ferð verður neyvan á einum komandi føroyskum marknaði, men minni kann helst eisini gera tað