mikudagur 2. februar 2005síða 29
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 2. februar 2005
29
Týdningurin av
teimum smáu
íleggjarunum er
sera stórur, fyri at
marknaðarkreft-
irnar sleppa at at
ráa, heldur Frank
Moxon
VIRÐISBRÆVA-
MARKNAðUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Umframt at geva gjøg-
numskygni, so er virðis-
brævamarknaðurin eisini
ein marknaður, sum gev-
ur smærri íleggjarum
møguleika
at
sleppa
framat
marknaðinum.
T.v.s., at tær nýtist ikki
neyðturvuliga at leggja
milliónir á borðið, skalt
tú verða medeigari av
eini stórari fyritøku. Í
veruleikanum kanst tú
keypa eittans partabræv í
virkjum, um ráðini ikki
eru til meira, og júst
hesar smáu íleggjarar
legði Frank Moxon sera
stóran dent á.
- Tað er ofta so, at ein
eigaraskarði í einum
noteraðum virki er skip-
aður so, at stórur partur
av partabrøvunum verða
keypt av nøkrum stórum
keyparum. Hesir hava
ofta ein tíðarhorisont upp
á eini 3-5 ár, og tí er av-
markað, hvussu nógv
hesi partabrøv verða
handlað.
- Hinvegin eru so
nakrir smáir, sum gjarna
keypa og selja nógv. Fyri
prísáseting og fínjuster-
ing av virðisbrøvunum,
eru hesir smærri handl-
arnir ómetaliga týdn-
ingarmiklir,
staðfesti
Moxon.
Júst tann parturin kann
kanska gerast ein trupul-
leiki í einum avmarkað-
um føroyskum virðis-
brævamarknaði,
men
íløgustjórin í Kaupthing,
Jan Otto S. Holm, tykist
ikki vera heilt so sann-
førdur um, at smærru
íleggjararnir hava so
stóran
týdning,
sum
bretin leggur upp til.
- Tað veldst sjálvandi
um støðuna í og skipan-
ina av einum eigara-
skara. Tað týdningar-
mesta er, at tað er gongd
í virðisbrævahandlinum.
Um íleggjaranir so eru
stórir ella smáir, er fyri
sovítt líkamikið.
- Hinvegin kann tað
sjálvandi
verða
ein
vandi, um nakrir fáir
stórir íleggjarar keypa
stórar klumpar, og at
hesir so bara liggja
passivt
eftir
einum
avkasti. Tað er ein støða,
sum kann forða fyri
prísdannilsi, men tað er
nokk meira ein hypotet-
iskur spurningur, heldur
Jan Otto S. Holm.
Teir smáu eru avgerandi
Við einum skrásett-
um marknaði eru
flestu bindingar ella
avmarkingar fyri
ognarpartar burt-
urbeindar
VIRÐISBRÆVA-
MARKNAÐUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Alt tos um at forða út-
lendskum uppkeypum,
fer helst at hvørva, um
talan verður um ein
veruliga aktivan føroysk-
an virðisbrævamarknað.
Hóast talan verður um
ein føroyskan marknað,
so kann eingin forða fyri,
at útlendingar sýna hes-
um áhuga.. Kapitalur
kennir ikki landamørk,
verður ofta tikið til, og
síggja útlendskir íleggj-
arar áhugaverdar íløgur á
einum føroyskum mark-
naði, so kann handil eis-
ini skapast tann vegin.
Tað ber tó til at forða
fyri, at øll partabrøvini
verða seld einum og
sama íleggjarar. Eitt nú
kann ein avmarking ger-
ast í viðtøkunum, har tað
verður staðfest, at eingin
eigari skal hava meira
enn 20% av partapening-
inum. Men tað vil so
verða ein spurningur,
sum verður upp til tað
einstaka felagið, tá ein
føroyskur virðisbræva-
marknaður er komin upp
at koyra.
Tí ein slíkur kemur.
Tað man lítil ivi vera um.
Spurningurin er so, í
hvønn mun hesin kann
virka til at skapa eitt
meira dynamiskt før-
oyskt vinnulív, har gróð-
rarlíkindini hjá einstøku
virkjunum kunnu betrast.
Tann parturin, sum
hevur verið mest frammi
í hesum sambandi, er
uttan iva einsskiljing av
almennu partafeløgun-
um. Her vil ein virðis-
brævamarknaður
vera
ein upplagdur møguleiki,
tá sleppast skal av við
tær størru fyritøkurnar.
Tað eru í øllum førum
fáir íleggjarar, sum her
og nú kunnu leggja fleiri
hundrað milliónir á borð-
ið fyri partabrøv í t.d.
Føroya Banka, og her er
ein virðisbrævamarkn-
aður upplagdur møgu-
leiki. Ikki minst tí út-
lendskur kapitalstreymur
eisini fær atgongd. Bæði
til at sleppa av við parta-
brøvini, at spjaða eigara-
skaran, og at tryggja
gjøgnumskygni
í
handlinum.
Hartil er ein marknað-
ur jú eisini háttaður so-
leiðis, at partabræva-
handlar
eftirfylgjandi
vilja fara fram til tað,
sum partabrøvini eru
verd. Sjálvsagt ræður
framvegis
um
hjá
íleggjarum at síggja fyri-
munir, vansar, vakstrar-
møguleikar við meira í
einstøku íløgunum, men
í kraft av, at talan er um
útboð kontra eftirspurn-
ing, so vil prísurin á
marknaðinum altíð vera
tann, sum marknaðurin
er sinnaður at rinda.
Marknaðurin ræður
Eftirfylgjandi kundi Gra-
ham Stuart so staðfesta, at í
teirra føri hevði arbeiðið
við at skráseta fyritøkuna í
London kostað um 10 mió
kr. Ein upphædd, sum tó
væl og virðiliga fekst aftur
við teimum hálvt annað
hundrað milliónunum, sum
tekningin gav.
Hartil verða eisini krøv
sett til eina skrásetta fyri-
tøku. Eitt nú skal ein ávísur
opinleiki vera í fyritøkuni,
og bara hetta kann krevja
eina stóra hugburðsbroyt-
ing hjá føroyskum virkis-
leiðarum.
Informatións-
støði skal eisini í flestu
førum lyftast væl og virði-
liga, tí eigararnir skulu
hava boð, hvørja ferð virkið
er fyri týdningarmiklum
hendingum, sum kunnu
ávirka kursin.
Ikki júst gerandiskostur í
einum føroyskum vinnu-
lívi, har høvuðsreglan hjá
smærru
virkjum
tykist
vera, at grein 25 í ársrokn-
skaparlógini skal nýtast til
at fjala upplýsingar. Ein
hugburður, sum eisini tyk-
ist vera galdandi hjá nógv-
um av størru virkjunum,
har tað oftani verður roynt
at siga sum minst við árs-
roknskapinum, heldur enn
at nýta tað samskiftisam-
boðið, sum ein ársfrágreið-
ing eisini kann vera
Tí er einki at ivast í, at
tað samanlagt eru fleiri við-
urskifti, sum tala bæði fyri
og ímóti, áðrenn ein avgerð
um møguliga skráseting
kann umsetast til veruleika.
Fyrst og fremst, so er hetta
ein spurningur um, hvørt
ein notering hóskar til
virkisætlanina
–
stra-
tegi’ina – hjá virkinum.