Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-02, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2005síða 30

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

30 Nr. 22 - 2. februar 2005 Framtaksgrunnurin hevur greið áhugamál í einum føroyskum virðisbrævamarknaði . Men leikluturin hjá grunninum verður bert sum útbjóðari og ikki sum íleggjari VIRÐISBRÆVA- MARKNAÐUR Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað man vera lítið at ivast í, at ein av aktørunum á ein- um føroyskum virðis- brævamarknaði verður Framtaksgrunnurin. Enda- mál felagsins er at gera íløgur í verkætlanir, fyri síðani at kunna selja sín ognarpart av hesum, tá løtan til tess er hin rætta. Við einum lítlum ognar- parti var Framtaksgrunn- urin eisini millum stovnar- arnar av partafelagnum, sum skal reka virðisbræva- marknaðin, og stjórin í grunninum, Jens Kári Vil- helm, er ikki í iva, tá spurt verður, hvørt tey síggja henda marknað sum eitt hent amboð. - Tað sigur seg sjálvt, at hetta kann gerast eitt hent amboð hjá okkum. Men talan verður so bara um eitt einvegis instrument. Við- tøkurnar hjá okkum loyva okkum nevnliga ikki at handla við partabrøvum sum so. Vit kunnu upp í verkætlanir við avmarkað- ari luttøku, og tá hetta hev- ur tænt sínum endamálið, skal íløgan seljast. - Í eini sølustøðu er tað sjálvandi best hjá okkum, at virðini kunnu umsetast frítt, og tað er so í løtuni ein trupulleiki í onkrum av feløgunum, tí bindingar eru á partabrøvunum. Tað er ein spurningur, sum vit ikki fáa avgreitt einsamallir, tí verður sæð burtur frá Føroya Fiskavirking, so eru vit minnilutapartaeigarar, har vit hava sett pening í. - Nakað annað er so tað, at vit innan ein ávísan tíðarhorisont vónandi kunnu fáa fría umsetiligheit á partabrøvunum. Tað er eisini í nøkrum førum so, at aðrir eigarar hava framíhjá- rættindi at keypa partabrøv í eitt ávíst áramál, men at talan síðani verður um fría umsetiligheit. Í øllum før- um hava vit í partaeigara- avtalunum altíð eitt modell fyri exit, soleiðis at tað er staðfest, hvussu vit kunnu úr okkara eigaraskapi, um hetta er ynskiligt. Og her kann eg siga, at tað fram- yvir helst verður so, at vit altíð vilja tryggja okkum fría umsetiligheit á parta- brøvunum, eftir at eitt ávíst áramál er liðið. Skulu avseta íløguna Tá tosið fellir inn á ein virðisbrævamarknað, sær stjórin sum sagt hetta sum ein áhugaverdan møgu- leika, men hann leggur tó dent á, at hesin helst ikki verður relevantur í fleiri av førunum, har grunnurin hevur sett pening. - Poengið hjá okkum er fyrst og fremst, at íløgan skal kunna avsetast eftir ávíst áramál. So er tað ikki altavgerandi, hvørt hetta verður gjørt á einum virðis- brævamarknaði ella á ann- an hátt. Tað er eisini av- markað, í hvønn mun hesi feløg kunnu koma á ein komandi virðisbrævamark- nað. Fyrst og fremst skal talan gjarna vera um eina hampuliga stóra volumu, eins og eigaraskarðin helst skal vera nóg breiður, heldur Jens Kári Vilhelm. Spurdur, hvørt grunnurin í løtuni hevur nakrar ítøki- ligar ætlanir um at selja ognir, ella um teir kanska standa klárir við feløgum, sum skulu noterast á einum komandi marknaði, sigur hann, at partvíst eru teir farnir undir hetta arbeiðið. - Fyri Fiskavirking er galdandi, at vit hava gjørt Magni Arge sigur ja til einsskiljing, men her og nú dugir hann illa at síggja, at Atlantic Airways skal fáa teir heilt stóru fyrimunirnar við eini børsnotering NOTERING Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Eitt av almennu føroysku partafeløgunum, sum í mangar mátar kann tykjast sum møguligt evni til eina einnskiljing og eftirfylgj- andi notering á einum virðisbrævamarknaði, er uttan iva Atlantic Airways. Hóast flogferðavinnan sum heild hevur verið í at kalla kreppustøðu síðani terror-atsóknirnar tann 1. september 2001, hevur føroyska flogfelagið positiv úrslit, sum hava ligið um tær 10 milliónirnar. Fram- flutti vinningurin er eftir fyrstu mongu tungu árini nú 39 mió kr., og sunni raksturin kundi bent tann vegin, at íleggjarar væl kundu hugsað sær ein bita av køkuni, sum landið í løtuni eigur alla sum hon er. Ikki her og nú Men stendur tað til stjóran í felagnum, so verður taling- ur ikki um nakra børsnoter- ing í nærmastu framtíð. - Tað kann sjálvandi væl gerast áhugavert fyrr ella seinni, men her og nú er tað ikki nakað, sum vit mijða Íløgur hjá Framtaksgrunninum Sambært heimasíðuni hjá Framtaksgrunninum, hevur felagið í løtuni pening í niðan- fyristanandi virkjum. Gevið gætur, at innskotið hjá Framtaksgrunninum er nominella virðið á partabrøvunum. Atlit eru soleiðis ikki tikin til, hvørt hesi eru keypt fyri meira enn áljóðandi virðið. Tølini, ið nýtt eru, eru sambært heimasíðu grunsins, www.framtak.fo, og sambært almennu ársroknskapunum hjá virkjunum fyri 2003. Partapeningur Lutur hjá % hjá Innara virði Kursvirði Virki í tkr. Framtaksgr. Framtaksgr. 31/12/03 í tkr. Føroya Fiskavirking 110.000 110.000 100,0% 162,86 179.143 Deep Sea ltd. 6.905 3.275 47,4% 179,54 5.880 Vaðanes 16.500 4.000 24,2% 60,65 2.426 Driftin 2.180 525 24,1% 992,02 5.208 Smyril Line 77.381 13.000 16,8% 241,06 31.338 Stranda Máling 3.047 650 21,3% 198,39 1.290 Atlantic Diving 500 125 25,0% 127,60 160 Tøting 508 235 46,3% 0,00 0 Auxilior 500 94 18,8% 0,00 0 Regn 1.280 144 11,3% 504,22 726 Seed-Capital 3.000 1.000 33,3% 91,03 910 Kall 3.405 900 26,4% 275,54 2.480 Formula.fo 15.295 2.295 15,0% 137,91 3.165 Bergfrost 5.100 2.122 41,6% 39,08 829 Virðisbrævamarknaður Føroya 9.000 233 2,6% 98,09 229 Eitt einvegis amboð Eingin notering í bræði - Spurningurin er eisini, í hvønn mun vit kundu drigið útlendskar investorar, um vit skuldu valt at gjørt sum eitt nú Faroe Petroleum, sigur Magni Arge um møguleikan at lata felagið skráseta á einum virðisbrævamarknaði