mikudagur 2. februar 2005síða 31
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 - 2. februar 2005
31
Landsstýrismaðurin í
vinnumálum, Bjarni
Djurholm, heldur, at
óttin fyri útlendskum
kapitali er ógrund-
aður
VINNUPOLITIKKUR
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Eitt av stóru kjakevnunum í
samband við virðisbræva-
marknaðin hevur verið at-
gongdin, sum útlendskir
íleggjarar við hesum fáa til
føroyskt vinnulív. Skulu vit
framhaldandi
politiskt
syrgja fyri, at talan verður
um fyritøkur, sum – í øllum
førum meira enn hálvt –
eru á føroyskum hondum,
ella skal kapitalurin fáa frítt
spæl. Eisini landafrøðiliga.
Stendur tað til landsstýr-
ismannin í vinnumálum,
Bjarna Djurholm, so er
hann ikki í iva um, hvat
rættast er at gera í hesum.
Vinnumálaráðið hevur í
løtuni ein arbeiðsbólk, sum
endurskoðar vinnupolitikk-
in, og her tykist ein av
niðurstøðunum vera, at
forðingarnar hjá vinnulív-
inum mugu burturbeinast.
Ógrundaður ótti
Enn vil Bjarni Djurholm
ikki fara í smálutir viðvíkj-
andi arbeiðnum hjá bólkin-
um. Arbeiðið er enn bara
ávegis, og áðrenn farið
verður út til almenningin,
ynskir hann at fáa konsen-
sus fyri ætlaða politikkin-
um.
Men landsstýrismaðurin
er av eini greiðari fatan, tá
tosað verður um útlendskan
kapital. Føroyingar eiga
generelt at gera tað lokk-
andi fyri útlendingar at
gera íløgur í Føroyum.
Vinnuni tørvar vágafúsan
kapital, sum hevur við sær
millum annað vitan, sum
kann stimbra framleidnið -
produktivitetin.
- Eg haldi, at óttin fyri
útlendskum
kapitali
er
ógrundaður, tá tað er lítið
hugsandi at íleggjarar gera
íløgur við tí endamáli at
sjóða
virksemið
niður.
tvørturímóti,
staðfestir
hann.
Víðari sigur hann, at til at
røkka hesum máli eigur
lógarverkið at verða lagað
samsvarandi so at møgu-
ligar lógarfestar forðingar
verða viðgjørdar og allar-
helst avtiknar.
- Tí verður ikki bert hugt
eftir vinnu-, skatta- og av-
gjaldspolitikkinum,
men
eisini eftir arbeiðsmarknað-
inum. Útlendingar hava
neyvan hug at gera íløgur í
Føroyum, er arbeiðsmarkn-
aðurin merktur av aftur-
vendandi arbeiðssteðgum,
vísir Bjarni Djurholm á.
Somuleiðis er støðan
greið, tá talan er um leik-
lutin hjá tí almenna í vinnu-
lívinum.
- Tíverri hevur tað verið
trupult at fáa semju um
einskiljingartilgongd, men
nú tykist tíbetur vend at
vera komin í, og er tað at
frøast um. Uppgávan hjá tí
almenna eigur sum megin-
regla at vera at veita borg-
arum góðar tænastur og
skapa greiðar og stabilar
vinnukarmar, ikki at reka
vinnu.
Aðrar vinnur
mugu vaksa
Bjarni Djurholm vísur á
tølini hjá Hagstovuni fyri
gjaldsjavnan. Uppgerðin
vísir, at fiskaútflutningurin
er um 62% av valutainntøk-
unum, meðan restin (38%)
av inntøkunum til landið,
stava
frá
ferðavinnuni,
samferðslu, kt-vinna, lønir
til føroyingar, sum arbeiða
uttanlands og øðrum veit-
ingum. Málið er at økja um
tænastu/immateriellu inn-
tøkurnar, og eru ábendingar
eru um, at her er vøkstur,
sigur Bjarni Djurholm.
Í sambandi við møgu-
ligar vakstrarmøguleikar
vísir Bjarni Djurholm eisini
á, at arbeiðsbólkur er settur
at geva landsstýrismannin-
um frágreiðing um møgu-
leikarnir fyri m.a. at stovn-
seta granskingarapark í
Føroyum. Bæði í granna-
londum okkara og aðra-
staðni eru grankaraparkir
og
nýskapanarumhvørvi
sett í verk.
- Hesi umhvørvi, har ið
gransking og vinna eru
sparringspartnarar, kunnu
geva synergi og møguleika
fyri spin-off fyritøkum og
harvið nýggjum vitunar-
tungum vinnum. Ein av
fortreytunum fyri tílíkum
nýskapanarumhvørvum er,
at greitt býti er millum
almennu uppgávurnar og
virksemið
hjá
privatu
íleggjarunum, sum seta í
verk og fíggja kommer-
siellar verkætlanir, ið verða
framdar á staðnum. Ætl-
andi skal arbeiðsbólkurin
handa landsstýrismannin-
um frágreiðinga í mas mán-
aði, soleiðis at henda kann
leggjast fyri landsstýrið í
apríl mánaði.
- Uppskotið til nýggja
vinnupolitikkin
verður
greinað í tveimum ritum,
har tað fyrra fer at lýsa bú-
skaparfrøðiliga grundar-
lagið undir vinnupolitikk-
inum, umframt at nýggi
vinnupolitikkurin
eisini
verður orðaður í hesum riti.
Í næsta ritinum verða so
uppskot til virkisætlanir/
handlingsstrategiir,
sum
fara at nágreina uppskot til
politisk stig um lógarbroyt-
ingar og tillagingar annars.
Seinna ritið verður sostatt
at meta sum handbók við
uppskotum til politiska
myndugleikan at virka eftir,
staðfestir Bjarni Djurholm,
sum væntar, at fyrstu úr-
slitini av hesum fara at
síggjast í lógaruppskotum
eftir ólavsøku.
tað mesta av forarbeiðinum
til eina børsnotering. Tað
vil so siga, at vit eru til
reiðar at gera eitt prospekt,
tá virðisbrævamarknaðurin
kemur upp at koyra. Í øðr-
um førum eru tað ikki vit
einsamallir, sum gera tað
av. Standa vit t.d. við 20%
av partapeninginum í ein-
um felag, so nyttar okkum
lítið at senda hetta á markn-
aðin, um tey 80% eru ímóti
tí. Tað eru jú eigararnir,
sum gera av, hvørt eitt felag
verður skrásett ella ikki, og
sum minnilutapartaeigarar
mugu vit sjálvandi laga
okkum eftir tí.
Krevur tilvenjing
Spurdur, hvørt ein fram-
tíðar notering á einum
virðisbrævamarknaði kann
hugsast at gerast ein treyt,
tá verkætlanir framyvir
verða lagdar fyri grunnin,
sigur stjórin, at tað dugur
hann illa at ímynda sær.
- Tað er jú ikki altíð, at
tað er hóskandi til virkið.
Hartil er tað eisini gjarna
so, at um eitt virkið gongur
væl, so verður tað neyvan
nakar trupulleiki at sleppa
av við okkara íløgu. Tað vil
jú altíð vera ein spurningur
um avkast.
- Og so má eg eisini siga,
at hetta við virðisbræva-
marknaðinum er nakað,
sum kemur at taka tíð. Tað
krevst ein umfatandi hug-
burðsbroyting til, og hon
verður ikki gjørd frá degi
til dags. Tað krevur sína til-
venjing, um føroysk virki
til dømis skulu venja seg
við tað gjøgnumkygni, sum
eigur at vera á einum slík-
um marknaði, so at rokna
við nakrari kollvelting her
og nú, haldi eg ikki vera
rætt. Hinvegin er føroyska
samfelagið somikið lítið, at
tað eisini ber til at hava
gjøgnumskygni, uttan at
hetta beinleiðis skal vera á
einum
partabrævamark-
naði, staðfestir stjórin fyri
Framtaksgrunnin at enda.
ímóti. Fyrst og fremst, tí vit
í løtuni ikki standa við
nøkrum serligum peninga-
tørvi.
Við einum gjaldførislut-
falli upp á 360, er helst
eisini nakað um tosið hjá
stjóranum, men tað hevur
áður verið víst á, at skal
felagið gera íløgur i nýggj
flogfør, gerst talan helst um
eina útreiðslu, sum er størri
enn tað, sum felagið kann
bera her og nú.
- Tað er sjálvandi rætt,
men til ta tíð, tá hetta verð-
ur aktuelt, mugu vit so
hyggja at, hvørjar møgu-
leikar vit hava. Tað ber jú
til bæði at leasa flogfør ella
læna pening, og so er ný-
tekning av partapeningi
sjálvandi eisini ein møgu-
leiki. Men tað er so ein
spurningur, sum vit ikki fáa
tikið støðu til her og nú,
staðfestir stjórin.
- Og spurningurin er
eisini, í hvønn mun vit
kundu drigið útlendskar
investorar, um vit skuldu
valt at gjørt sum eitt nú
Faroe Petroleum. Teir eru í
high-risk
endanum
av
skalanum, har tað finnast
fleiri investorar, sum hava
ráð at satsa nakrar milliónir
í eitt slíkt felag. Sjálvsagt
við møguleikanum fyri
jackpot, um t.d. ein stór
oljukelda verður funnin.
Hinvegin hava teir so eisini
ráð at tapa, um allir brunn-
arnir vísa seg at vera tómir.
Hjá okkum er vágin nakað
minni, men úrtøkan er so
eisini tilsvarandi lægri, og
tá gerst talan helst ikki um
eina eins áhugaverda íløgu,
tá talan er um eitt virki av
okkara stødd.
Treytir fylgja við
Og so heldur stjórin eisini,
at tað umframt hetta eru
onnur viðurskifti, sum í
løtuni tala ímóti eini børs-
notering.
- Skulu vit út, so kann
motivið í løtuni helst bara
vera tað, at vit vilja skaffa
kapital. Men tú skalt so
eisini minnast til, at tað eru
forpliktilsir, sum fylgja við
eini notering. Hartil er fyri-
reikingararbeiðið í eini
børsnotering av slíkari
stødd, at tað allar helst vil
seinka tí arbeiðnum fram
móti eini einsskiljing, sum
nú er byrjað. Mín sann-
føring er í øllum førum, at
ein einsskiljing má koma
fyrst, og at tað síðani verð-
ur gjørt av, hvørt parta-
brøvini skulu skrásetast á
einum marknaði ella ikki..
Tørvur á vágafúsum
kapitali
- Útlendingar hava neyvan
hug at gera íløgur í Føroyum,
er arbeiðsmarknaðurin
merktur av afturvendandi
arbeiðssteðgum, vísir Bjarni
Djurholm á.