Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-02, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2005síða 32

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 Nr. 22 - 2. februar 2005 Ymiskar meldingar koma úr USA, sum gera, at torført er at avlesa, hvønn vegin tað gongur búskapar- liga í landinum. Í seinastu viku segði amerikanski fíggjar- málaráðharri John Snow, at stjórnin ætlaði at gera meira fyri at styrkja doll- aran, at tað var rætti politikkurin. Tað fekk dollaran at kvinka eitt sindur uppeftir BÚSKAPUR Rolf Guttesen rg@geogr.ku.dk Fáar dagar seinni segði sami høgi harri, at Bush- stjórnin í USA ikki hevði ætlanir um tiltøk at styrkja dollaran. ”Valutakursirnir hava tað best, um marknað- arkreftirnar sleppa at ráða,” hevur Snow, sambært Børs- enOnline, sagt í sjónvarps- samrøðu. So fall dollarin aftur. Stórt hall á handils- javnanum í USA Tað grundleggjandi pro- blemið er, at hallið á handilsjavnvágini (trade balance) hjá USA hevur tað ikki gott. Tað vil siga, at USA keypir nógv meira enn teir selja, (sí mynd 1). Soleiðis var tað ikki bert seinasta mánað, ella sein- asta ár, men soleiðis hevur tað verið í fleiri ár. Tó, re- kordin bleiv sligin í no- vember, tá var hallið 60 milliardir $, og fyri alt árið 2004 kann tað ætlast at blíva umleið 600 mia. $. Stóra hallið í november kom óvart á eygleiðarar, teir høvdu væntað, at tað fór at ganga hin vegin nú. Men so var ikki. Men hvussu kann eitt land ár um ár keypa meira enn teir selja fyri? Jú, um teir á annan hátt kunnu fáa útlond at leggja pengar í USA, investera, keypa virðisbrøv, aktiur ella obligatiónir, so ber til at fíggja hallið. Og tað vísir seg at bera til. Kapitalur fossaði inn í landið, og tað gav so nógv sum 81 mia. $ í november. Hetta gongur ikki mekaniskt í allar ævir. Amerikanska vónin er, at innfloymandi kapitalurin verður investeraður, og á tann hátt í framtíðini fer at geva USA ein fyrimun. Lærubókin virkar ikki, ella hvat? Men tað er ein stór gáta, hví dollarin, sum í fjør minkaði stórliga í virði (sí mynd 2) ikki hevur fingið útflutn- ingin at vaksa og innflutn- ingin at minka. Soleiðis sigur einhvør liberal læru- bók at tað skal vera. Men tað virkar ikki. Útflutning- urin minkaði í november, tá tølini vóru tald upp. Ein onnur gáta er, hví út- flutningsvørurnar hjá USA fyri ein stóran part eru rávørur ella lítið viðgjørdar vørur. USA hevur avlop á handilsjavnanum fyri mais, bummull, hveiti, endur- nýtslujarni (scrap) og kjøt- vørum. Higartil hevur USA á tí teknologiska økinum bert havt avlop í handli við flogførum og tekniskum, vísindaligum instrument- um. Men seinastu tølini bera eisini boð um nýggjar tíðir á hesum øki. Airbus størri enn Boing Seinasta árið hevur tað verið so, at tað serliga vóru maskinur og onnur ídnaðar- útgerð, sum minkaðu í hesum roknistykki. Vert er í hesum sambandi at hugsa um, at USA at kalla hevur verið einaráðandi, tá tað snýr seg um at framleiða og selja flogfør til ferðafólka- flutning. Men nú hava teir mist tað faktiska mono- polið. Boing-fabrikkin í Seattle, sum bygdi B-737, sum Mærsk brúkti til Før- oyaflúgvingina, og eisini heimsins størsta Jumbo B- 747, seldi í fjør færri eindir enn europeiska samtakið Airbus. Boing seldi 285, Airbus 320. Í ár 2000 var Boing væl størri, seldi 500, meðan Airbus bert seldi 300. Ser- liga nú tað sær út, sum Airbus við sínum nýggjasta A-380, fær ein avgerandi fyrimun. Hetta risastóra flogfar í tveimum hæddum kann taka millum 500 og 880 ferðafólk, og slær allar rekordir. Fyrsti flogtúrur veður nú í mars. Næsta er, at Airbus er farið undir at fyrireika framleiðslu av einum meðalstórum flog- fari, sum skal kappast við Boing 737, sum er essið hjá Seattle-fabrikkini. Fyri jól fall kursurin á Boing-partabrøvum, tí Kina boðaði frá, at teir fóru ikki at keypa fleiri ferða- mannaflogfør fyri fyrst. Men stutt eftir at Airbus- 380 var vístur fyri almenn- inginum í Toulouse í síðstu viku bestilti Kina so fýra av hesum slagnum. Aftur ein lítil, men týdningarmikil sigur fyri europeiska Air- bus-samtakið. Men enn skal nógv vinnast, áðrenn tað sum er satsað, er tjent inn aftur. Tað hevur kosta 12 milliardi , umleið 90 milliardir kr, at útvikla hetta slagið, sigur The Eco- nomist, 22-01-05. Tað skulu seljast meira enn 250 eindir, áðrenn projektið fer at bera seg. Listaprísurin á einum A-380 er 1 milliard kr., men tann reali prísurin er altíð eitt úrslit av kapp- ing og samráðingum. Aðrar forkláringar uppá handilshallið hjá USA Ein onnur forkláring er, at ein stórur partur av sam- handilshallinum hjá USA kemur av handli við asiat- isk lond, eitt nú Kina. Og har hjálpir ein bíligari doll- ari einki, tí tey flestu lond- ini har (ikki Japan) hava koblað teirra valutakurs at tí amerikanska, so tað gongur líka upp. Hinvegin er tað heldur ikki eftir lærubókini, at eitt land við einum dollara, sum hevur minkandi virði og keypi- kraft, framvegis flytir líka stórar nøgdir inn. Summir eygleiðarar ivast Teir klóku hava ymiskar meiningar um støðuna. Economist.com, 20.01.05, sigur beinleiðis: ”Foreign investors must ask them- Hættisligt hall á handilsjavnvágin Kursurin á US-dollar upp og niður - og aðrar hendingar av týdningi í heimsbúskapinum Mynd 1