Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-02, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2005síða 33

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 22 - 2. februar 2005 33 selves anew wether it is sustainable”, ella, útlendsk- ir íleggjarar mugu spyrja seg sjálvar aftur, um hetta er haldgott? Men seinastu tølini um innflóðina av kapitali til USA, sum held- ur fram, hevur so fyri eina tíð styrkt áliti á dollaran. Nýggj støða er um at mynda seg í búskaparligu verðini. EU við euro og Airbus krevur sítt pláss. Kina er sum ein rakett- økonomi. India og Brasilia taka seg fram. Men USA livir av lántum pengum. Hetta er fýrkantað skorið út, men skal tað sigast stutt, so er tað nakað soleiðis fatt. Keldur: Borsen Online 14-01-05. Economist.com 20-01-05 Timesonline 16-01-05 The Economist 22-01-05 ni Mynd 2 Vøksturin í búskap- inum minkaði eitt sindur. Hvørja ávirkan hevði so hetta? USA ger fesk hagtøl uppá 3 vikur. Í Føroyum tekur tað 3 ár BÚSKAPUR Rolf Guttesen rg@geogr.ku.dk Av týdningi hesa síðstu vikuna var, at í USA blivu tølini fyri , ella Gross Domestic Product, GDP, fyri seinasta ársfjórðing í 2004 kunngjørd. Vøksturin í landinum var tilsamans uppá 3,1 %, Hetta var nakað minni tey 3,5 %, sum eygleiðarar høvdu væntað, til dømis í amerikanska Business Week (310105). Tað stóra handils- og gjaldsjavnahall- ið, sum ’Vinnusíðurnar’ skrivaðu um í síðstu viku, hevur etið væl burturav væntaða høga talinum. GDP vísir støddina á framleiðsluna av vørum og service sum er framkomin við at brúka arbeiðskraft og framleiðsltól í einum landi. Í 3. árfjórðingi vaks GDP við 4.0 %, so eisini í mun til hetta er 4. ársfjórðingur uppá 3,1 % ein afturgongd. Men hetta er væl at merkja framvegis ein góður vøkst- ur, hóast ferðin er mink- andi. Stovnurin BEA hevur eisini gjørt upp at infla- tiónin vaks, frá 1,9%til 2,7%. Í USA er vanligt at rokna oljuútreiðslur og matvørur frá, tí hesir postar svinga sera nógv. Roknað á hendan hátt verða infla- tiónstølini 1,9% í 4. árs- fjórðingi, móti 1,7% í triðja. Samstundis verður boðað frá, at lønir og samsýningar bert eru hækkaðar við 0,4 %, so hetta bendir á at reallønin er fallandi. Men størri vøkstur í USA enn í Euro- økinum Eftir seinastu tølunum hava tey europeisku londini framvegis ein seinni vøkst- ur enn USA. Metingar av GDP (btú) í The Economist siga, at vøksturin í Bret- landi og Týsklandi var ávikavist 3,2% og 1,3%. Í Frankaríki og Italia var hann 2,1% og 1,2%. Í Dan- mark og Svøríki ávikavist 2,1% og 3,4%. Í Euro- økinum sum heild var vøksturin 1,8% og arbeiðs- loysi 8,9%. Hvørja ávirkan hevði so hetta á valuta- kursirnar? Í fyrstu atløgu hendi tað væntaða: at dollarin fall. Men tað vardi ikki ein heilan dag. So stabiliserað- ist kursurin aftur, einahelst tí at handilin bíðar eftir, hvat ið hendir í næstu viku. • Amerikanski Tjóðbank- in, Federal reserve, fer at fundast, og væntandi hækkar rentan við fjórð- ings procenti. Í juni í fjør var rentan 1 %, síðan er hon hækkað í smáum fimm ferðir, og er nú 2,25%. • Spekulatiónirnar um, hvat ið fer at henda við kinesiska gjaldoyranum yuan halda fram. Sum er, hava kinesarar knýtt yuan at dollara. Tá dollar fell- ur, so fellur yuan eisini, og øvugt. Tí fáa ameri- kanarar ongan fyrimun í samhandlinum, nú dollar hevur verið viknandi í longri tíð. Teir meta at yuan skal uppskrivast, ella revaluerast, við 40 %, men hetta vilja kinesarar ikki. Bank of China sigur, at einki fer at henda teir komandi 6 til 18 mánaðarnar. Spurn- ingurin er um kinesiska stjórnin sigur tað sama? Føroysk hagtøl koma nógv seinni. Her síggja vit at heimsins størsti búskapur hevur álít- andi tøl, um ikki tey enda- ligu, minni enn ein mánaða eftir at roknskaparárið er liðugt. Haraftrat upplýsa amerikanarar, at endaligu tølini koma í februar. Eg ætlaði at samanbera við føroysk tøl. Men hetta ber slett ikki til. Fert tú á heimasíðuna hjá Hagstov- uni í Alberthall, so ganga hagtøl fyri tjóðarrokn- skapin ikki longur enn til 2002. Og haraftrat stendur, at tølini fyri 2001 og 2002 eru mett tøl. Tað vil siga, at meira enn 3 ár eru farin, og enn eru bert mett, vurderað ella ætlaði tøl at fáa. Árið 2003 er ikki so frægt sum vurderað leysliga enn. USA við 250 mió íbúgvum brúkar 3 vikur til at fáa tølini uppá pláss. Føroyar við 48.000 íbúgvum brúka 3 ár ella kanska meir. Seinasta vikan Afturvendandi kurvan er førd á jour, sí mynd 1. Seinasta vikan vísir seg at vera rættiliga rólig, og kursurin á Euro í mun til Dollara lá millum 1,30 og 1,31. Børsen, 250105, veit at siga, at Royal Bank of Scotland hevur gjørt eina kanning, sum vísir, at fleiri tjóðbankar eru farnir keypa euro heldur enn dollar. Hetta verður hildið at vera eitt langtíðarrák. Og niður- støðan hjá Børsen er hendan dag, at ”dollarens seneste tids positive ten- dens ikke vil vare ved.” Amerikanska stjórnin væntar ella vónar, at lági dollarkursurin fer at økja um útflutningin, men tað hevur higartil gingið ógvu- liga striltið. Í Schweiziska býnum Davos, hevur stórur fundur verið um heimsbúskapin. Stjórin í ECB, European Central Bank, sum eitur Trichet, hevur sagt at ein sterk euro og veikur dollari er til ampa fyri europeiskan útflutning. Úr einum øðrum vinkli hevur stjórin í Microsoft, Bill Gates, sagt sína meining um dollaran og hann væntar ikki at dollari fer at styrkjast í hesum ári. Keldur: - US department of Commerce. Bureau of Economic Analysis. www.bea.doc.gov. - CNNTEXT: 290105 - Børsen 25-01-05 & 310105. J.D. Lemche -The Economist, 290105 Amerikanska framleiðslan var minni enn væntað Hvussu langa tíð tekur tað at seta tjóðarroknskapin upp??? USA við 250 mió íbúgvum brúkar 3 vikur. Føroyar við 48.000 íbúgvum brúka 3 ár ella meir.