Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-02, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 2. februar 2005síða 34

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

34 Nr. 22 - 2. februar 2005 Ein samfelagstónlist- arlig lýsing av av- rikinum hjá Guðrun Sólju Jacobsen seinasta fríggjakvøld Bogi Eliasen cand.scient.pol Fyrireikingarnar av eini sending um irakiska valið lógu enn í kroppinum, tá eg fór at hyggja at stjørnu- sendingini, Guðrun Sólja skuldi verða við í. Hugsaði um hetta valið, hvørs enda- mál var at sameina saman- setta landið Irak. Fylgdi við fyrstu sangarunum, men teir søgdu mær einki. Knappliga trínur Guðrun inn á pallin, spontana frøin á áskoðarunum er størri enn til hini og hon byrjar fantastiska Lennon lagið Imagine. So nógv sál og erlig trúgv verða løgd í orð Lennons, at eg hesa løtu ikki ivist í, at hvør sunni- muslimur í Irak fór sann- førdur á val, um Guðrun og ikki Bush bað hann ella hana. Orðini úr dreymi Lennons um frið og ikki kríggj millum átrúnað og fólkasløg, tykjast at verða perfekt til henda dag. Onkur av hinum luttakar- unum høvdu eitt gjøgnum- ført undirhaldsshow við villari upptraðkan. Í ikki alt ov stóra upptøkuhølunum, fór ein at ivast í um Guðrun hevði verið ov friðarlig, tá hon í síni egnu dreymaverð sang hetta heilt fantastiska lagið. Men hennara máti at syngja og verða á pallinum, setur fokus á sangin, rødd- ina og tekstin og so kann tað ikki gerast betri. Tá Guðrun kemur fram aftur at syngja, sum vinn- ari, er huglagið á áskoðara- plássinum einastandandi, eg verið hesa løtuna sann- førdur um, at gentan av Tvøroyri eigur eina so fant- astiska rødd at tað ikki bert rúmast sum norðurlendskt støði, hon hevur heilt ein- falt star quality til heims- pallin. Aftaná tiltakið er sonevnt afterparty, har møguleiki hjá tíðindafólki er at fáa samrøður við luttakarnar. Eg geri avtalu við pressu- stjóran hjá DR og umboðs- mannin hjá Guðruni um hetta. Ikki bara tónleikur Aftaná at Guðrun hevði greitt okkurt og sungið Imagine enn einaferð, settu vit okkum at práta eina løtu. Og lat tað verða sagt beinanvegin, Guðrun bilsn- aði meg almikið. Hon er friðarlig og lítillátin, men tað er eyðsæð, at hon hevur eina serliga virðing millum øll hesi fólkini, sum eru her frá tónleikavinnuni. Um- framt at verða ein framúr- skarandi songkvinna, tykist tað sum hon hevur ein ser- ligan status, sum umboð- andi Føroyar í donskum showbusiness og hon kann, tí rødd hennara ber so eina- standandi nógv. Guðrun er ikki bert ein songkvinna, hon kann meira og við eitt skilti eg, at Imagine er ein perfektur sangur til henn- ara. Eg fáist mest við samfel- agsviðurskifti og ikki tón- leik og spurdi tí hvat hon heldur um Føroyar og Dan- mark, og hvussu hon kennir seg hesum viðvíkjandi, kanska serliga nú fólka- tingsval er. Hetta við loysing og sam- band segði Guðrun, at tað er fyri hana ov torført at taka støðu til, tí góð argu- mentir eru á báðum síðum, men at hon kennir seg væl í Danmark og følir ábyrgd í at umboða Føroyar og metir eisini at fólk virða hana sum føroying. Spurd um hvat hon helt um at vera føroyingur í tí donsku undirhaldsverðini, sigur hon at hon trívist væl. Tað er eingin ivi um, at hon er ein sterk føroysk tvøroy- rargenta við báðum beinun- um á jørðini. Hon sigur seg dáma væl lívið, hon livur av tónleiki. Hinvegin er alt ikki so øðrvísi frá javnaldr- unum á Tvøroyri, tí ein stórur partur tekur útbúgv- ingar í Danmark og kemur hon nógv saman við føroy- ingum í Keypmannahavn, sigur hon róliga og vísur á, at hon syngur bara og hevur tað gott. Bæði bein á jørðini Hvat við heiminum spyrji eg hana. Rótfesta Guðrun svarar, at hon hevur tað gott sum lívið koyrir nú. Hon hevur nokk at gera, men eisini tíð til annað enn tónleik, til at slappa av og njóta lívið. Hon sigur seg verða bangna fyri at satsa ov nógv, kanska ov bangna, men hon er mest bangin fyri at missa seg sjálva burtur, um alt hóvastákið sum eitt altjóða gjøgnum- brot helst hevur við sær, tí heldur hon at tað kann bíða við at leggja seg eftir einum altjóða gjøgnumbroti. Hon vísir eisini á, at yrkisleiðin ikki er nakað hon hevur tráað eftir, men nakað sum er eins og komið, síðan hon eftir áheitan frá onkrum kenningi meldað seg til stjørnusendingina. Hon hevði havt ein dreym um at fáa okkurt burturúr lívin- um, men sum hon sigur so meistarliga, "eg gekk bara í student og elskaði at sova". Skemtandi fylgdi eg hesu útsøgn og spurdi, um dreymurin hjá henni so ikki var at fáa pening fyri at syngja í svøvni. Hon svarar mær, at tá hon stendur á pallinum, er hon eins og í eini dreymaverð, so tað fær hon faktiskt, orðini frá Imagine við røddini hjá Guðrun spæla aftur inni í høvdinum og eg má bert viðganga, at Guðrun er so rólig og kann hvíla so nógv í síni rødd, at hon hevur møguleikan at taka tingini sum tey koma, hon er eitt fantatiskt natúrtalent og ein imponerandi persónur, sum við styrki heldur fast um sín samleika av Tvøroyri og úr Føroyum. Tað, at hon heldur fast um hvat hon er, er tað sum gevur henni styrki og sum ger, at hon er nakað serligt í donskum showbusiness. Meðan Imagine leggur upp til sam- starv, við orðum Lennons, sum var serstakliga polit- iskur, leita tankarnir úr Irak og til Føroya. Um Guðrun nú sang Imagine fyri løg- tingslimunum, kundi tað kanska fingið teir at sam- starva meira, soleiðis at vit, sum eitt nýmótans fólka- ræði, endiliga fingu tjóð- skaparligar semjur í polit- iskum stórmálum, ímynda tær tað. Imagine. Stjørnan Guðrun Sólja Sjálv sigur Guðrun, at hon er mest bangin fyriat missa seg sjálva burtur, í tí hóvastákið sum eitt altjóða gjøgnumbrot helst hevur við sær – um hetta kemur