mikudagur 2. februar 2005síða 35
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 22 • mikudagur • 2. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo
John tvífaldur málskjútti
John Petersen royndist
væl í fyrsta venjing-
ardystinum hjá nýggja
liði sínum, Holstebro,
sum leygardagin vann
5-3 á Nørresundby.
Tvær ferðir sendi John
bóltin í netið hjá
Nørresundby
ÚTISETI
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Herfyri gjørdi fyrrverandi
føroyski landsliðsleikarin
John Petersen sáttmála við
danska 2. deildarfelagið
Holstebro Boldklub, van-
liga stytt HB, og í fyrsta
venjingardysti sínum skor-
aði skálamaðurin tvær ferð-
ir.
Legði eisini upp
John Petersen byrjaði á
beinkinum, tá ið Holstebro
leygardagin spældi venj-
ingardyst móti Nørresund-
by, ið til dagligt spælir í
Danmarkarseriuni. Í hálv-
leikssteðginum,
tá
ið
Holsterbro var aftan fyri 1-
2, bleiv John settur á vøllin.
Holstebro javnaði til 2-2,
longu tá ið tveir minuttir
vóru leiktir av seinna hálv-
leiki, og løtu seinni gjørdi
John vart við seg. John
gjørdist leysur í vinstru
síðu av brotsteiginum hjá
Nørresundby, men beint tá
ið hann skuldi skjóta, bleiv
John feldur. Dómarin ivað-
ist ikki og dømdi brots-
spark, og tað setti John
sjálvur í netið til 3-2 til
Holstebro. Løtu seinni fekk
Holstebro aftur brotsspark,
og aftur hesaferð var John
tryggur frá elllivu metrum,
og so var 4-2. Heimaliðið
økti eisini til 5-2 við einum
sjálvmáli, sum John eisini
átti sín leiklut í. Móti end-
anum av dystinum fekk
Nørresundby pyntað um
úrslitið, tá ið teir minkaðu
til 3-5.
Sostatt kann ikki sigast
annað, enn tað gekk væl hjá
John í fyrstu dystarroyndini
hjá sær í Holstebro.
Norsku hondbólts-
menninir, sum før-
oyska landsliðið dyst-
aðist við herfyri,
sygrdi mánakvøldið
fyri mest óvæntaða
úrslitinum higartil í
HM-endaspælinum í
Tunis, tá ið teir vunnu
á olympisku meistar-
unum og heimsmeist-
arunum úr Kroatia
HM-SENSATIÓN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Norðanlond eru væl um-
boðað í HM-endaspælinum
í manshondbólti, sum í hes-
um døgum er í afrikanska
landinum Tunis. Ísland,
Danmark, Noreg og Svøríki
hava øll tikið lut í kapping-
ini, men eftir bólkaspælið
eru bæði íslendingar og
danir sendir heim aftur, tí
teir ikki hava staðið seg nóg
væl. Svøríki tykist eisini at
hava spælt sær av við sínar
møguleikar, og tí er tað upp
til normenn at verja norð-
urlendska heiðurin.
Vunnu á
heimsmeistarunum
Mánadagin vóru fyrstu
dystirnir í millumspælinum
spældir, og normenn høvdu
fingið ein ordans avbjóð-
ing, tí teir skuldu dystast
við verjandi heimsmeistar-
arnar og olympisku meist-
ararnar úr Kroatia, sum
høvdu vunnið allar dystir-
nar í kappingini higartil.
Norsku menninir tóku
dystin upp við kroatarnar,
og við einum mannfólka-
avriki syrgdu teir fyri mest
óvæntaða úrslitinum higar-
til, tá ið teir vunnu 28-25 í
einum sera spennandi dysti.
Rómurin á norsku spælar-
unum og áskoðarunum aft-
aná dystin var øgiligur, og
rópini frá frásøgumonnun-
um hjá norska sjónvarpin-
um mintu ikki sørt um, tá ið
norska fótbóltslandsliðið á
sinni vann á Onglandi á
Wembley.
Í gjárkvøldið skuldu nor-
menninir so aftur í eldin, og
hesaferð var mótstøðuliðið
grannarnir úr Svøríki. Um
Noreg vann tann dystin, er
møguleikin hjá teimum fyri
at røkka einum hálvfinalu-
plássi heilt góður, og tað
hevði verið eitt ógvuliga
óvæntað úrslitið, um nor-
menn røkka so langt í HM-
endaspælinum.
John Petersen skoraði tvær
ferðir frá
brotsteigarblettinum, tá ið
Holstebro leygardagin vann
5-3 á Nørresundby í
venjingardysti.
Mynd: www.holstebroboldklub.dk
Johnny Jensen, ið her er avmyndaður í dysti móti Føroyum á Hálsi, og hinir á norska
landsliðnum, syrgdu fyri einari rættari sensatión í HM-endaspælinum, tá ið teir bastu
olymipsku meistarunum úr Kroatia.
Mynd: Álvur Haraldsen
Todi
aftur í
byrjunar
uppstill-
ingini
Todi Jónsson var
mánakvøldið aftur
millum teir fyrstu
ellivu hjá FC Keyp-
mannahavn, sum
vann 1-0 á norska
Vålerenga í venj-
ingardysti í Spania
ÚTISETAR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Mánakvøldið spældi FC
Keypmannahavn
sín
næsta venjingardyst á
venjingarlegu síni í tí
fyri føroyingar so kenda
La Manga frítíðarstaðn-
um í Spania. Mótstøðu-
liðið var norska Våle-
renga, og donsku meist-
ararnir vunnu dystin 1-0
við einum máli frá inn-
skifta Jesper Bech.
Saman við Zuma
Eins og í dystinum móti
russiska
Lokomotiv
Moskva í vikuskiftinum
var Todi Jónsson millum
teir fyrstu ellivu, ið fóru
á vøllin fyri FCK, og
aftur hesaferð myndaði
Todi álopið saman við
suðurafrikanska Sibo-
usisu Zuma teir fyrstu
45 minuttirnar.
Hálvleiksstøðan var
javnleikur 0-0, og í
steðginum valdi svenski
venjarin hjá FCK, Hans
Backe, sum vanligt er í
slíkum venjingardyst-
um, at skifta meginpart-
in av liðnum hjá sær út,
íroknað Toda Jónsson.
Eftir steðgin fekk FC
Keypmannahavn
so
einsamalla málið í dyst-
inum, sum innskifti
Jesper Bech syrgdi fyri.
Seinasti venjingardyst-
urin hjá Toda Jónsson
og FC Keypmannahavn
á venjingarleguni á La
Manga verður í morgin,
tá
ið
mótstøðuliðið
verður norska meistara-
liðið Rosenborg.
Norsk HM-sensatión