mikudagur 2. februar 2005síða 36
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
Nr. 22 - 2. februar 2005
84 róðrarfólk kappaðust við maskinum
Óalmenna FM-kapp-
ingin í innandurða-
rógving, sum var í
Havn leygardagin, var
sera væleydnað, og
ikki færri enn 84
rógvarar tóku lut
RÓGVIKAPPING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað var ikki sørt, at nógva
umtalan av óalmennu FM-
kappingini hevði vakt eitt
sindur av áhuga fyri kapp-
ingini. Tiltakið fór fram í
teimum báðum fimleika-
hallunum í Kommunu-
skúlanum í Havn. Hitað var
upp í aðrari høllini, meðan
sjálv kappingin fór fram í
hinari.
Góð undirtøka
Tað vóru heilt nógv fólk,
bæði róðrarfólk og onnur,
sum leygardagin valdu at
leggja
leiðina
framvið
Kommunuskúlanum fyri at
fylgja eitt sindur við í kapp-
ingini. Allan dagin vóru
nógvir áskoðarar, tað skerst
ikki burtur, at tað serliga
ein maður, ið fólk bíðaðu
spent eftir at síggja "í akti-
on". Tað var lambamaðurin
Jón Rosenblad, sum sein-
asta mánaðin hevur vunnið
Jútska meistaraheitið í júst
innandurða rógving, og
eisini vunnið sær eitt
fimtapláss í kappingini um
almenna danska meistara-
heitið.
Jón var eisini í einum
flokki fyri seg, og hann
vann greitt sín bólk í
tungvekt hjá monnum á
2000 metrum, og Jón vann
eisini blandaða bólkin á
500 metrum. Í blandaða
bólkinum var nýtt sonevnt
handicap alt eftir aldur, kyn
og annað.
Luttakararnir til kapp-
ingina vóru eisini nógvir í
tali, og teir komu úr øllum
landinum. Ikki færri enn 84
rógvarar luttóku, og tað var
væl meira, enn hvat fyri-
reikararnir høvdu roknað
við.
Tvær ferðir Katrin
Hjá kvinnunum vóru tað
tvær gamlar Jarnbarda-
kvinnur, sum vunnu teir
báðar
bólkarnar.
Ikki
óvæntað vann høvuðsfyri-
skiparin av kappingini,
Katrin Olsen, lættvekts-
bólkin hjá kvinnunum.
Katrin rør nógv í Danmark,
og hon hevur eisini umboð
Danmark til heimsmeist-
arakapping.
Tungvektsbólkin
hjá
kvinnunum vann Katrin
Rubek Nielsen, sum í nógv
ár róði við Jarnbardi í ein-
um av mongu sigurstíðar-
skeiðunum hjá bátinum.
Kappingin leygardagin
var stak væleydað, og tað er
einki at ivast í, at róðrar-
fólkið fegið vil hava slíka
kapping á hvørjum ári, og
at talan gerst um eitt alment
føroyameistaraskap. Undir-
tøkan og áhugin annars
leygardagin hava óivað
eisini gjørt sítt til, at fyri-
reikararnir helst fara at
umhugsa at skipa fyri eini
slíkari kapping aftur næsta
ár.
Vinnararnir í ymisku bólkunum
16 ár Dreingir 1000m
Støða Navn
Tíð
1
Jón Mørkøre (KRF)-16
03.17,3
2
Jóan Petur Jacobsen (FSR)-16
03.19,4
20 ár Dreingir 1000m
Støða Navn
Tíð
1
Jóan Pauli Lamhauge (HR)-20
03.05,0
2
Heðin Poulsen (VK)-20
03.08,1
3
Sigfríður á Plógv (HR)-20
03.10,8
4
Sigtór Lútzen (HR)-20
03.13,2
5
Jonleif Danielsen (NSÍ)-20
03.13,9
6
Báður J. Arge (AR)-20
03.15,6
16 ár Gentur 1000m
Støða Navn
Tíð
1
Sarita Kristina Hansen (MR) -16
03.53,2
2
Rosá Maria Johannesen - 16
04.02,7
3
Bjørk Khaliqhay (MR) -16
04.07,6
4
Brynhild F. Jacobsen - 16
04.10,2
5
Birita Ellevang (HR) -16
04.10,8
6
Kirstin Khaliqhay (MR) -16
04.12,9
7
Katrin Debes (HR) -16
04.24,1
20 ár Gentur 1000m
Støða Navn
Tíð
1
Vivian Magnusen (FSR) -20
03.54,7
Lættvekt kvinnur 2000m
Støða Navn
Tíð
1
Katrin Olsen (Lættvekt) (Knørrur)
07.37,7
Tungvekt kvinnur 2000m
Støða Navn
Tíð
1
Katrin Rubek Nielsen (Knørrur)
07.28,3
2
Kristina K. Sørensen (FSR)
07.58,5
3
Jórun Høgnesen (KRF)
08.07,1
Lættvekt menn 2000m
Støða Navn
Tíð
1
Eyðfinn Bjarnastein (NSí)
06.37,1
2
Lars Abrahamsen (NSÍ)
06.40,9
3
Gunnar Poulsen (AR)
06.45,5
4
Bogi Olsen (NSÍ)
06.46,4
5
Andreas Poulsen (VK)
07.00,9
6
Gudmundur Danielsen (NSÍ)
07.04,6
7
Pætur Johannsen (NÍF)
07.05,4
8
Magni Brøðraberg (HR)
07.05,8
9
Jakku Guttesen (NÍF)
07.08,0
10
Jógvan Jacobsen (HR)
07.19,5
Tungvekt menn 2000m
Støða Navn
Tíð
1
Jón Rosenblad (NSÍ)
06.11,1
2
Jens Michal Tróndheim (AR)
06.26,4
3
Eli Joensen (ÅR)
06.31,9
4
Kári Brættaberg (VK)
06.36,5
5
Magnus Bjarnason (VK)
06.38,7
6
Mortan Mortensen (VK)
06.39,6
7
Búgvi Poulsen (HR)
06.43,7
8
Andrias Hansen (AR)
06.49,5
9
Heini Tausen (VK)
06.56,7
10
Brian Hansen (NÍF)
06.57,1
11
Jákup Zakariassen (VK)
06.59,2
12
Øssur Hansen (MR)
07.15,0
35 og eldri kvinnur 1000m
Støða Navn
Tíð
1
Hansina á Plógv (SÍF)
04.15,6
35 og eldri menn 1000m
Støða Navn
Tíð
1
Olaf Vesturgarð (H71)
03.15,7
2
Heri Mortensen (VK)
03.20,0
3
Atli Eirikson
03.25,3
4
Paul Kragesteen (HR)
03.43,1
5
Jústines Olsen (Knørrur)
03.44,2
Blandaður bólkur 500m
Støða Navn Tíð Handicap Tíð
1
Jón Rosenblad (NSÍ)
01.20,7 1:24,7
2
Gunnar Poulsen (AR)
01.30,8 1:26,1
3
Kristina K. Sørensen (FSR)
01.47,4 1:27,6
4
Ragnar við Streym (HR)
01.23,8 1:27,6
5
Búgvi Poulsen (HR)
01.28,8 1:28,7
6
Heini Tausen (VK)
01.27,3 1:29,2
7
Oyvind Lútzen (HR)
01.58,2 1:30,1
8
Jóan Petur Jacobsen (FSR)
01.35,8 1:30,8
9
Dia Jacobsen (H71)
01.31,3 1:31
10
Niclas Olsen (Knørrur)
01.32,1 1:31,5
11
Rúni Johannesen (Knørrur)
01.30,4 1:32,1
12
Brynhild F. Jacobsen
01.55,8 1:32,4
13
Jógvan Jacobsen (HR)
01.36,6 1:32,4
14
Magni Brøðraberg (HR)
01.33,7 1:32,7
15
Hilmar Sam Lamhauge (NSI)
01.33,1 1:32,8
16
Vivian Magnusen (FSR)
01.52,3 1:32,9
17
Eyvindur Niclasson (Knørrur)
01.33,6 1:33,4
18
Rúni í Homrum (Knørrur)
01.33,7 1:33,9
19
Pætur Johansen (NFÍ)
01.37,1 1:33,9
20
Gudmundur Danielsen (NSÍ)
01.35,0 1:34,3
21
Høgni Olafsson (H71)
02.09,1 1:35,2
22
Øssur Hansen (MR)
01.34,6 1:35,8
23
Rosá Maria Johannesen
01.57,0 1:36,3
24
Hjalti Grástein (Knørrur)
01.39,3 1:36,6
25
Rói Eysturdal (Knørrur)
01.35,8 1:37,1
26
Erik Jespersen (Knørrur)
01.44,7 1:40,1
27
Dávid Christiansen
01.39,8 1:41
Stafett 6 ferðir 500 m
Støða Navn
Tíð
1
Vágbingur
10.15,4
2
Gongurólvur
10.23,7
3
Eysturoyingur
10.28,1
4
Katrin
10.35,4
5
Firvaldur dreingir
10.38,7
6
Jarnbardur
10.52,5
7
Havnarbáturin
10.54,1
8
Nólsoyingur
10.58,8
9
Páll Fangi
11.03,1
10
Firvaldur kvinnur
11.05,3