Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. februar 2005síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 23 - 3. februar 2005 UTTAN ÚR HEIMI Løgreglumaður var tjóvur Ein løgreglumaður í Svøríki er settur í varðhald og skuldsettur fyri bankarán og fleiri onnur brotsverk. Tann 17. desember í fjør rændi ein maðåur í gekka- skorti ein banka í Søderhamn, har tað eydnaðist hon- um at ræna fitt av pengum. Løgreglan sendi eitt væl mannað lið at leita eftir ránsmanninum, men løgreglu- menninir vistu ikki, at ránsmaðurin var teirra millum. Nú er tann 36 ára gamli løgreglumaðurin tikin og varðhaldsfongslaður. Hann er skuldsettur fyri banka- ránið í Søderhamn, men harafturat hava kanningar av- dúkað ymiskt annað, og tí er hann eisini skuldsettur fyri hóttanir, bilstuldur og svik, skrivar Aftonbladet. -Hetta hevur skelkað okkum øll, og vit fata ikki, at hann kundi hetta hetta ímóti sínum starvsfeløgum, sig- ur løgregluovastin í Søderhamn, Sten Sundqvist, við blaðið. Clinton verður ST-umboð ST-høvuðsskrivstovan í New York kunngjørdi í gjár, at fyrrverandi amerikanski forsetin Bill Clinton skal virka sum ST-umboðsmaður í sambandi við hjálpar- arbeiðið eftir flóðalduna í Suðurasia. Síðani hann fór úr forsetaembætinum, hevur Bill Clinton verið virkin í ymsum vælgerðararbeiði. Eitt nú hevur hann lagt nógva orku í bardagan ímóti fátækra- dømi kring heimin, og hann hevur savnað væl av pen- ingi til stríðið ímóti ymsum sjúkum í Afrika. Seinasta heyst fekk fyrrverandi forsetin trupulleikar við hjartanum og mátti leggjast undir skurð, men sein- astu mánaðarnar hevur hann aftur tikið lut í fleiri til- tøkum. Hann var millum annað ein av røðarunum á politisku og búskaparligu ráðstevnuni í Davos í síðstu viku. Turrur januar Tað kom ikki so frægt sum ein einasti dropi av himli í portugisiska høvuðsstaðnum Lisboa í síðsta mánað, og sambært veðurmonnunum hevur januar ikki verið so turrur har í meiri enn hundrað ár. Hagtølini vísa, at í januar í 1901 kom heldur eingin dropi av himli í Lis- boa. Portugisisku veðurmenninir siga, at verður hugt at øllum landinum, regnaði tað umleið 20 prosent minni í januar í ár enn vanligt. Harafturat hevur veturin verið rættiliga lýggjur við nógvari sól, og tað hevur havt við sær, at nú er lítið vatn eftir í vatnbrunnunum nógva- staðni, skrivar Reuter úr Lisboa. Enn hava myndugleikarnir ikki gjørt av, um teir skulu seta mark fyri, hvussu nógv vatn fólk skulu brúka, men sagt verður, at teir halda eyga við støðuni. Fílur traðkaði á venjaran Ein 40 ára gamal amerikanskur djóravenjari doyði mánadagin, tá ein fílur traðkaði á hann. Maðurin var djóravenjari í einum sirkusi í býnum Fort Wayne í statinum Indiana. Hann hevði verið og vant saman við fílinum, men tá hann skuldi koyra fílin inn í eitt rúm, hendi vanlukkan, skrivar AP. Av einari ella aðrari orsøk traðkaði fílurin á mannin, sum doyði alt fyri eitt. Larry Solheim, sum eigur sirkusið í Fort Wayne, sigur við tíðindastovuna, at tann 40 ára gamli maðurin og fílurin kendust væl, tí maðurin hevði verið venjari hjá fílinum í fleiri ár. Tilburðurin í Fort Wayne er ikki óvanligur. Sambært einum felagsskapi, sum er ímóti at nýta villdjór í sirk- usi, vóru fílar orsøk til 65 slíkar tilburðir í árunum frá 1990 til 2003. Irakski forsetin held- ur, at teir útlendsku hermenninir kunnu takast úr landinum um eitt ár IRAK Árni Joensen, fartekst@mail.dk Tað væleydnaða tjóðar- tingsvalið sunnudagin og ikki minst tað, at tað eydn- aðist at forða uppreistrar- monnunum at steðga vali- num, hevur fingið irakar at tosa um, at nú kunnu teir útlendsku hermenninir fara heimaftur. Men irakski forsetin, Ghazi al-Yawar, heldur ikki, at stundin er komin enn. -Tað hevði verið púra burturvið at sagt, at her- menninir skulu fara av landinum nú. Okkum tørv- ar hjálp frá teimum til at menna okkara egnu trygd- ardeildir, men eg rokni við, at síðst í hesum árinum kunnu teir fyrstu fremm- andu hermenninir fara heimaftur, segði al-Yawar á tíðindafundi í Bagdad. Verjumálaráðharrin, Ha- zem Shaalan, var samdur við forsetanum í, at tað er óðamannaverk at biðja teir fremmandu hermenninar fara úr Irak nú. -Vit vilja ikki hava fremmandar hermenn í landi okkara, men vit hava teir fyri neyðini, til vit sjálvir kunnu verja mark okkara, segði hann. Eygleiðarar siga við Reu- ter, at al-Yawar, forseti, er tann fyrsti irakski leiðarin, sum hevur nevnt, nær teir fremmandu hermenninir eiga at fara úr Irak. Ameri- kanska stjórnin hevur ikki gjørt nakrar viðmerkingar til orð hansara. USA úr Irak um eitt ár Kongurin í Nepal hevur koyrt stjórnina frá. Nú er hann sjálv- ur stjórnarleiðari. NEPAL Árni Joensen, fartekst@mail.dk Nógvir andstøðupolitikarar í Nepal fjala seg, eftir at Gyanendra kongur hevur koyrt stjórnina frá og sett seg sjálvan til stjórnarleið- ara. Ein av andstøðupolitikar- unum segði við AP-tíðinda- stovuna í gjár, at umleið 50 andstøðupolitikarar eru tiknir og settir í varðhald. Aðrir royna at fjala seg, tí tað ljóðar, at løgreglan og herurin hava fingið boð um at taka teir eisini. Gyanendra kongur kunn- gjørdi í einari sjónvarps- røðu, at hann hevði gjørt av at koyra stjórnina frá, tí hon er ikki før fyri at loysa fólk- sins trupulleikar, sum hann tók til. Ístaðin hevði hann skipað eina stjórn við tíggju limum og sær sjálv- um sum forsætisráðhara. Tíðindastovur, sum hava fólk í nepalska høvuðsstað- num Katmandu, væntaðu mótmælisgongur í gjár, men myndir úr býnum hava víst, at løgreglan og herurin standa tilbúgvin. Annars er tað at kalla ómøguligt at fáa upplýsingar um støðuna í landinum, tí myndugleikar- nir hava slitið alt telefon- samband við umheimin, skrivar AP. Fleiri lond hava fordømt avgerðina hjá nepalska konginum. Í grannalandi- num India sigur stjórnin, at avgerðin er ein álvarsom hóttan ímóti demokratii- num og trygdini í landinum sum heild. 50 politikarar settir í varðhald Ein nepalskur løgreglumaður kunnar seg um tað, sum hendir Mynd: Reuters