Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-03, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. februar 2005síða 3

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Hetta er heitið á almennum fyrilestri, ið Allan Dresling, lektari, fer at halda seinna- partin hósdag FYRILESTUR Tíðindaskriv Í útbúgvingarverkinum verður áhaldandi arbeitt við at betra og nútímansgera undirvísingina. Hetta ger seg galdandi allan vegin frá fólkaskúlanum til universi- tetini. Á nøkrum universitetum eru deplar, ið kanna og inn- føra nýggjar undirvísingar- hættir. Her verða verk-ætl- anir framdar, sum skulu geva stovnum, fakøkjum og lærarum íblástur til at menna og brúka nýggjar undirvísingarhættir. Í fyrilestrinum verða dømi víst um nýggjar und- irvísingarhættir við út- gangsstøði í danska út- búgvingarverkinum. Røtt verður um, hvussu teir rigga og hvussu teir kunnu implementerast í undirvís- ingina. Fyrilesturin verður á Náttúruvísindadeildini í Nóatúni hósdagin 3. febr- uar kl 15.30. Eysturoyartingmenni nir Edmund Joensen og Tórbjørn Jacobsen bresta saman í politiskari duel í Eydnuni á Oyrar- bakka hóskvøldið 3. februar kl. 20.00 HÓLMGONGA tíðindaskriv Hólmgongan ímillum teir báðar er eitt afturvendandi tiltak framundir løgtings- & fólkatingsvalini í Eystur- oy. Og verður av nógvum mett sum hæddarpunktið í valstríðnum, har skotið verður við skørpum millum pólarnar, og sekundvísarin ongan avgerandi leiklut hevur. Fleiri ferðir hava polit- isku mótstøðumenninir úr Sambandsflokkinum og Tjóðveldisflokkinum fylt losjuna í Gøtu á tremur við áhoyrarum, og hesaferð hevur løgtingsformaðurin heimavøll. Báðir hava royndir av Løgtingi, úr Landsstýrinum og av Fólkatingi. Og áhoyr- ararnir fáa høvi til at seta teimum allar teir spurning- ar, ið koma teimum til hugs. Til at skipa og stjórna orðaskiftinum hava fyri- reikararnir aftur hesaferð heitt á stjóran á Havsbrún í Fuglafirði, - Berg Poulsen. Tónleikur verður eisini á skránni. Honum koma kendi trubadoururin Sámal Ravnsfjall og sambands- skrivarin Helgi Abraham- sen at skipa fyri, og skuldi hýrurin verið til tað, er ikki óvist at hólmgongu-menn- inir sjálvir gerast ein partur av tí musiska høpinum. Somikið er hent fyrr. Onkur minnist kanska, at takið mundi farið av losjuni, tá ið glyvramaðurin sang á grønlendskum, og oyrarmaðurin plagieraði Vikingarna somikið væl, at fleiri ógvaðust um, at hann ikki var vorðin heimsgitin sangari heldur enn politikk- ari og vinnulívsmaður. So, keðiligt verður tað neyvan á Oyrarbakka hós- kvøldið. Nr. 23 - 3. februar 2005 3 Fólkatingsins Um- boðsmaður vil ikki viðgera kæruna, sum danski Javnaðarflokk- urin sendi honum, eftir at fíggjarmála- ráðið hjá VK stjórnini hevði roknað uppá ætlanina "Made in Denmark" bert tveir dagar, áðrenn fólka- tingsvalið var útskriv- að FÓLKATINGSVAL Marjun Dalsgaard Fólkatingsins Umboðs- maður segði týsdagin í einum tíðindaskrivi, at hann ikki ætlar at viðgera kæruna, sum danski Javn- aðarflokkurin sendi nakrar dagar inni í valstríðnum, um, at Fogh hevur misnýtt embætismenn í tænastu undir valstríðnum. Orsøkin til kæruna var, at fíggjarmálaðráðið tíðliga í valstríðnum lak upplýs- ingar til fjølmiðlarnar um, at átta milliardir vænta í, skal ætlanin hjá Lykketoft, Made in Denmark, rigga. Útrokningarnar hevði fíggjarmálaráðið gjørt, áðrenn valið var útskrivað 18. januar. Ætlanin var løgd fram sunnudag 16. januar. Made in Denmark skuldi vera stóri trumfurin hjá Mogens Lykketoft hetta valstríðið. Ætlanin skuldi skapa 100.000 nýggj ar- beiðspláss í Danmark yvir 10 ár, men luftin fór, sum skilst, skjótt úr ballónini hjá javnaðarformanninum. Lekin til fjølmiðlarnar um tær væntandi milliard- irnar hevur møguliga skað- að trúðvirðið og harvið val- stríðið hjá Javnaðarflokkin- um, sum valdi at kæra til Fólkatingsins Umboðs- mann við vón um at ein niðurstøða kom áðrenn valdagin 8.februar. Umboðsmaðurin vil tó ikki viðgera kæruna. Or- søkina sigur hann vera, at ein slík kanning krevur, at prógv verða funnin fyri, at fíggjarmálaráðharrin Thor Pedersen tann 16. januar visti, at Fogh fór at skriva fólkatingsvalið út 18. januar. Haraftrat krevst prógv fyri, at tølini vórðu viðgjørd eftir, at Fogh hevði útskrivað valið. Bæði politikarir og óheftir serfrøðingar høvdu at atburðinum hjá Thor Pedersen. Claus Haagen Jensen, ið er professari á lærda háskúlanum í Ål- borg, segði seg ikki vera í iva í, at talan var um mis- nýtslu av embætismonnum undir valstríðnum. Hann helt tað vera sera lítið sannlíkt, at Thor Pedersen, sum situr í stjórn við Fogh, ikki visti 16. januar, at val fór at vera útskrivað 18. januar, og tað var tí skeivt av honum at seta útrokn- ingar av einum valuppskoti hjá mótpartinum í verk. Umboðsmaðurin vil ikki viðgera kæruna Hólmgonga á Oyrarbakka Nýggir undirvísingarhættir – royndir og úrslit