hósdagur 3. februar 2005síða 4
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 23 - 3. februar 2005
Fiskidagalógin manglar dagføring
Tá lógin um fiskidag-
arnar varð samtykt,
varð eisini samtykt, at
fylgja henni upp við
eini frágreiðing um,
hvussu veiðiorka varð
roknað út. Hetta er
ognantíð gjørt, sigur
løgtingsformaðurin
FISKIDAGAR
Edvard Joensen
Løgtingið hevur viðhvørt
verið ov galant og latið
landsstýrismonnum
ov
nógv vald, ásannar løg-
tingsformaðurin, Edmund
Joensen. Men tað er við at
broytast nú, sigur hann.
Edmund
Joensen
er
samdur við Ivani Johanne-
sen, fyrrverandi løgtings-
og landsstýrismanni, sum í
Sosialinum týsdagin segði,
at Løgtingið í ávísum før-
um bara hevði verið ein av-
greiðsluskrivstova
hjá
landsstýrismonnum. Mill-
um annað var lógin um
fiskidagar ikki fylgd upp,
sum ætlanin var.
Ætlanin var, sigur Ed-
mund Joensen, at lógin
skuldi fylgjast upp av eini
frágreiðing, sum skuldi
siga frá, hvussu veiðiorka
skuldi roknast út. Eitt nú,
um skip vórðu lognd, fingu
størri maskinorku, ella hvat
nú kundi broyta veiðiork-
una. Men teir eftirfylgjandi
landsstýrismenninir hava
als ikki fylgt hesum upp,
sigur Edmund Joensen,
sum var løgmaður, tá lógin
um fiskidagar varð gjørd.
Edmund Joensen, løg-
tignsformaður, sigur, at
hann er samdur við teim-
um, sum meina, at fiski-
vinnumál í ávísum førum
eru ov lætt umsitin. Tað eru
gjørdar ov nógvar rammu-
lógir, har landsstýrismenn
hava fingið víðar heimildir
at gera kunngerðir, sum so
hevur verið umsitið eftir.
Løgtingsformaðurin
heldur, at tað er neyðugt at
endurskoða ta lóggávuna,
sum ónøgd er við. Men tað
verður stórarbeiði at fara
ígjøgnum, tí tað má takast
frá grundini, sigur hann.
Men tað verða altíð
kunngerðir at finna í lógar-
verkinum, sigur Edmund
Joensen. Tí málsøkið er
soleiðis, at tað ber ikki til,
at lóggeva um alt. Tað
verður altíð okkurt, sum má
ásetast við kunngerð.
Tað er rætt, at Løgtingið í
ávísum førum tykist hava
havt minni vald, enn lands-
stýrismenn. Men tað er
broytt nú. Nú er tað heldur
hinvegin, at landsstýris-
menn vilja halda, at teir eru
undir rættiliga strongum
eftirliti av Løgtinginum.
Eitt nú vísa teir mongu fyri-
spurningarnir á tingi tað,
sigur Edmund Joensen,
sum heldur tað vera í lagi,
at tingmenn seta landsstýr-
ismonnum nógvar spurn-
ingar um mál, teir umsita.
– Tað kann vera eitt sind-
ur strævið viðhvørt, sigur
løgtingsformaðurin, men
tað er neyðugt og gott.
Fyrrverandi línuskip-
ið Mars, sum seinnu
árini hevur verið
brúkt í frálandavinnu,
er selt til Hósvíkar.
Tað er partafelagið
Thor í Hósvík, sum
hevur keypt skipið
SKIPASØLA
Edvard Joensen
Mars er seldur úr Sanda-
vági til Hósvíkar. Partafel-
agið Thor í Hósvík hevur
keypt skipið frá partafel-
agnum Hýsisá í Sandavági.
Mars er fyrrverandi línu-
skip, sum seinni árini hevur
verið brúkt í frálandavinnu.
Mars æt í síni tíð Eirikur
jallur og var fyrsta føroyska
skipið, sum varð yvir-
dekkað.
Hans Andrias Joensen,
stjóri í felagnum Thor í
Hósvík, sigur, at teir hava
keypt skipið at hava til at
taka.
Høvuðsorsøkin er, sigur
hann, at Mars hevur sama
slag maskinu, sum Tórsvík,
sum Thor eisini eigur, og
hon kann tí vera hent at
hava sum eykalutir at taka
til. Annars er ætlanin at
taka innan úr skipinum ym-
iskt, sum nýtast kann. So
sum nautiska útgerð o.t.,
sigur Hans Andrias Joen-
sen. Helst verður skipið
upphøgt, væntar hann.
Men fyrstu tíðina verður
tað liggjandi í Hósvík sum
goymsla, um til ber at siga
so. Skipið skal goyma eitt
fiskiloyvi hjá Leitissteini,
sum Thor eisini eigur, men
sum í løtuni er í frálanda-
vinnu uttanlands og tí má
geva fiskiloyvið frá sær.
Fyri ikki at missa hetta
loyvi, verður tað nú flutt
yvir á Mars, sum fer at hava
tað, til Leitissteinur kemur
aftur.
Hvørki seljari ella keyp-
ari vilja siga nakað um
prísin fyri Mars. Bert tað,
at hann er lágur. Sum fyri
ein væl brúktan Jeep, sigur
seljarin.
Mynd - Edmund Joensen
Myndatekstur:
Løgtingið hevur viðhvørt
verið ov galant mótvegis
landsstýrismonnum, sum
hava fingið rættiliga víðar
heimildir Men tað broytist
nú, løgtingsmenn seta
landsstýrismonnum
spurningar um øll møgulig
mál, sigur Edmund Joensen,
løgtingsformaður
Mars seldur til Hósvíkar
Mars er seldur úr Sandavági til Hósvíkar. Skipið verður helst tómt fyri útgerð og síðan høgt upp, sigur nýggi eigarin
Mynd: Edvard Joensen