Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-03, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. februar 2005síða 5

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 3. februar 2005 5 Samanlagda "Útvarp Føroya" fekk eina heldur ógvuslig byrj- an, nú átta starvsfólk hava mist arbeiðið í Útvarp Føroya og Sjónvarp Føroya vegna sparingar. Ætl- anin er tó ikki, at hetta skal ganga út yvir dygdina í sendingunum FJØLMIðLAR Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tveir stovnar eru farnir í søguna, nú "Útvarp Før- oya" og "Sjónvarp Føroya" eru løgd saman í ein og sama stovn. Hetta hevur verið í um- búna í eina tíð, men týs- dagin varð so fyrsta stigið tikið á hesi leiðini. Og hetta gekk ikki "still- isliga" fyri seg, tí sama dag fingu átta starvsfólk boð um at tey ikki longur hava arbeiði í sjónvarpinum ella útvarpinum í framtíðini. Hóast hesar sparingar so er ætlanin ikki at tað skal ganga út yvir støðið í send- ingunum. Tær skulu heldur verða betri í framtíðini, verður í øllum førum sagt. 13 ársverk burtur Tá stjórin í Útvarpi Føroya, Jógvan Jespersen týsdagin boðaði til starvsfólkafund vistu tey flestu helst, at nú hevði klokkan sligið. Og rætt var. Á fundinum fyri teimum umleið 130 starvsfólkunum í Útvarpinum og Sjónvarp- inum legði hann fram tann fyrsta kapittulin í saman- leggingini av báðum stovn- unum. Ikki nokk við tað, tí hann kundi samstundis boða frá, at neyðugt var at fækka talið av starvsfólki á stovninum. Íalt skulu sparast 13 árs- verk – seks í útvarpinum og hini sjey í sjónvarpinum – fyri at raksturin í fyritøkuni skal hava nakran møguleika at bera seg í framtíðini. Hetta svarar til 10. hvørt starv, nú átta fólk hava fingið at vita, at tey ikki longur hava arbeiði á stovn- inum. – Tað er altíð keðiligt at skula siga fólki soleiðis úr starvi. Men í hesum førin- um slapst ikki undan tí, sigur útvarpsstjórin. Á einum staði Høvuðsorsøkirnar til hesa heldur ógvusligu byrjanina fyri nýggja stovnin eru tvinnar: Minkandi inntøkur av t.d. spølunum, og hækk- andi útreiðslur til lønir hjá starvsfólkunum. Tað hevur leingi verið greitt, at neyðugt var við uppsøgnum, tí ein við sam- anleggingini fekk nakrar dupult-funksjónir av deild- um, sum natúrliga hoyrdu til slíkar fjølmiðlastovnar. Hesar deildir verða nú ístaðin á einum og sama staði, soleiðis at ein fær savnað saman vitanina og royndirnar hjá starvsfólk- unum. Tað eru tó ikki allar deildirnar, ið verða saman- lagdar, tí tann nýggi stovn- urin kemur framvegis at hava tvær fullkomuliga óheftar redaktiónir. – Her verður nú gjørligt at samskipa skránna, so- leiðis at vit kunnu geva lurtarum og síggjarum eitt betri tilboð, sigur Jógvan Jespersen, og hugsar her serliga um tann partin, ið snýr seg um sjónvarpið. Spara freelansarar Tann stóri spurningurin er so, hvussu síggjarar og lurt- arar kring landið koma at merkja sparingina. Og, hvussu við teimum sum gera nýtslu av tekstvarpi og netvarpi? Sum skilst er ætlanin at halda sama støði sum nú. Vetrarskráin hjá útvarpin- um kemur at halda fram sum higartil til í mai mán- aði, men hvussu verður við komandi skráum ber illa til at siga nakað um nú. Ein av stóru sparingun- um er í fólki, sum hava vir- kað sum freelansarar í út- varpinum. Henda sparingin kemur at fevna um íalt 2,5 ársverk um tað verður roknað út í krónum og oyr- um. Tann stóri spurningurin er, hvussu ein ætlar at fylla út henda partin av sending- unum. Jógvan Jespersen sigur tó, at hóast sparingarnar er ætlanin at henda nýggja fyritøkan skal gerast ein betri loftmiðil. – Hetta er kortini ikki nakað, sum hendir í dag ella í morgin. Vit skulu nú til at fylla út karmarnar á stovninum, soleiðis at vit fáa eitt betri samanlagt til- boð. Og tá komið er væl út á árið, skuldu fólk helst kunnað sæð tey positivu úr- slitini av samanleggingini. Ein annar møguleiki, sum Jógvan Jespersen nevnir eru møguleikarnir hjá starvsfólkunum, bæði innan tíðindaflutning og tøkni at skifta millum ar- beiðsøki og deildir. Fleiri starvsfólk hava eis- ini fingið broytt síni ábyrgdarøkir, og tí liggur eitt stórt arbeiði fyri framman við at fáa viður- skiftini við t.d. lønum í rættlag. Ætlanin er at gera eina samlaða viðgerð av hesum málum í næstum. Varðveita navnið Nú Útvarpið og Sjónvarpið eru farin undir sjálva pro- sessina við samanlegging- ini, hevur nógv verið gitt og spurt um tað nýggja navnið á stovninum. Jógvan Jespersen hevur sjálvur gjørt eitt uppskot til navn – ella endurnýtsluna av einum navni. Tí hann metir framvegis, at navnið "Útvarp Føroya" er dekk- andi fyri alt virksemið í nýggja stovninum. – Eg veit væl, at tað altíð eru kenslur forbundnar við eitt navn ella eitt symbol, sum skal broytast. Men eg haldi kortini, at hetta er eitt heppið navn, - tí útvarp merkir jú nettupp at varpa út, og so er líkamikið um tað er ljóð ella myndir. – Hinvegin so veit eg, at onnur kundu kanska valt sær eitt heilt annað og meiri praktiskt navn, nú stovnur- in er lagdur saman. Men eru fólk ikki nøgd við navnið, so má eg bara lata tann politiska myndugleik- an taka avgerðina. Eg trúgvi tó, at við tíðini fara fólk at venja seg við hetta navnið, sigur hann. Navnið óbroytt men starvs- fólkini fækka – Vit eru samanløgd, men vit varðveita kortini TVÆR óheftar redaktiónir, sigur Jógvan Jespsersen, stjóri í nýggja stovninum "Útvarpi Føroya". Aftanfyri hann sæst Sámal Samuelsen, leiðari á umsitingardeildini Mynd: Bárður Lydersen