Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-03, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. februar 2005síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 23 - 3. februar 2005 Nú verður síðsta hond løgd á fyrireik- ingarnar til at gera tunnilin ímillum Øravík og Hov. Arb- eiðið verður boðið út í vár og í september verður klárt at bora HOVSTUNNIL Áki Bertholdsen, aki@sosialurin.fo Í september byrjar arbeiðið at bora tunnilin ímillum Øravík og Hov. Nú verður síðsta hond løgd á fyrireikingarnar í sambandi við arbeiðið og Bjarni Djurholm, lands- stýrismaður í vinnumálum, sigur, at arbeiðið skal bjóð- ast út og tað verður tað í vár. Fyrst í juli verður klárt at rigga arbeiðsplássið til og at grava omanav og fyrst í september verður so klárt at fara undir sjálvt boriarb- eiðið. Landsstýrið hevði ætlan- ina um tunnil ímillum Øra- vík og Hov til viðgerðar týsdagin og tilfarið er nú sent politisku flokkunum til hoyringar. Bjarni Djurholm væntar, at ein verklagslóg verður løgd fyri løgtingið um einar 14 dagar. Tað er ein lóg, har løgtingið gevur landsstýris- manninum heimild at fara undir verkætlanina innan- fyri ávísar karmar. Hann sigur, at í verklags- lógini fer hann at biðja løg- tingið um heimild til at brúka upp til 150 milliónir krónur til tunnilsarbeiðið og vegagerð í sambandi við tunnilin. Tá ið hann hevur fingið hesa heimildina frá løg- tinginum, kann hann sostatt gera avtalur í sambandi við arbeiðið. Tað fer at taka tvey ár at gera tunnilin og hann verð- ur sostatt liðugur í 2007. Verður 2437 metrar langur Á fíggjarlógini í ár eru 31 milliónir settar av til arb- eiðið. Fer tunnilin at kosta 150 milliónir, verður neyð- ugt at seta 75 milliónir av til Hovstunnilin. Í 2007 verður sostatt neyðugt at seta 44 milliónir av. Verður tunnilin bíligari, minka játt- anirnar tilsvarandi, men tað stóra takið verður í øllum førum á fíggjarlógini fyri 2006. Forprojektið til tunnilin og vegirnar er gjørt. Til- samans verður tunnilin 2437 metrar langur og har- afturat skulu 2240 metrar av vegi gerast av nýggjum ella broytast. Sostatt er fevnir verkætlanin um 4677 metrar av tunli og vegum tilsamans. Í Øravík verður innslagið til tunnilin í Tjaldarvíks- brekkum, og Hovsmegin verður tað undir hamari- num við Torvsheygg, tað eru einar 200 metrar í ein útnyrðing úr har landsveg- urin fer um Hovsá. Tunnilin er ein "T 9,5 tunnil". Í neðra er tunnilin 9,5 metrar breiður og koyri- breytin er 7 metrar. At- komuvegirnir eru 7 metrar breiðir við 1,25 metra breiðari vegøksl á hvørju- megin. Hovsmegin kemur vegurin í einar 450 metrar frá munnanum. Kortini kunnu smá frávik gerast í ætlanini, verður tað mett at verða skilagott. Bjarni Djurholm sigur, at tað fer at kosta nakað av pengum at røkja nýggja tunnilin, men afturfyri verða útreiðslur spardar til vegin sum nú er. Tilsamans verður talan um ein eyka kostnað upp á einar 200.000 krónur um árið. Neyðugt verður so- statt hækka játtanina til Landsverk 200.000 krónur, røktin av landsvegakervi- num annars ikki skal versna. Hnvegin væntar lands- stýrismaðurin, at fíggjar- liga fer tunnilin at hava góða ávirkan á kommunur- nar í Suðuroy, tí at hann fer at føra til meiri virksemi í oynni. Somuleiðis fer tunn- ilin at hava góða ávirkan vinnuna í Suðuroy. Samstundis verður tunn- ilin ein bati fyri umhvørvið, tí teinurin at koyra verður eitt sindur styttri. Haraftur- at liggur tunnilin væl lægri enn vegurin, sum nú er og tí fer nýtslan av brennievni at minka nakað. Og landsstýrismaðurin væntar eisini, at hann verð- ur ein bati fyri ferðslu- trygdina. Tikið fleiri ár Sostatt hevur tað tikið fleiri ár frá tí at ætlanin um at gera tunnil ímillum Øravík og Hov kom í eygað, til nú, tunnilin verður boðin út. Tað var longu í seinnu helvt av nítiárunum, at jarðfrøðiligar kanningar vórðu gjørdar í økinum, eisini royndarboyringar og seismiskar kanningar. Útfrá tí var ein farleiðin funnin, har tað var frægast at leggja tunnilin. Í 2001-2002 vórðu tunnil og vegateinar báðumegin við projekterað, og ætlanin var at gera inntøkini í 2002, men hetta varð av ongum. Her var talan um ein tunnil sum liggur væl longri uppi í hæddunum enn tunnilin, sum nú skal gerast. Men áðrenn gongd kom á arbeiðið aftur í 2003, varð tankin reistur um eina nýggja linjuføring væl lægri í lendinum, men tað er í einum lendi, sum jarð- frøðiliga er trupult. Og av tí at henda linju- føring samfelagsliga og ferðslutekniskt liggur betri og av tí at tøknin er nógv ment, varð avgjørt at kanna nýggju linjuføringina í samstarvi við jarðfrøðingar og aðrar ráðgevarar. Neyðugar forkanningar og metingar vórðu gjørdar í nýggja økinum í 2004, og úrslitið er so tann linjufør- ingin, sum tunnilin nú skal gerast eftir heilt niðri í lág- lendinum, so at vit sleppa undan eini drúgvari brekku, sum mangan er ótespulig um veturin, tá ið kavi og ís- ur er á vegnum. – Av tí at lendið niðri í láglendinum er so trupult, haldi eg, at tað var rætt at brúka tað neyðugu tíðina til at fyrireika arbeiðið tí tað var ein ávísur váði knýttur at einum tunli her. Men nú vit fara undir tunnilin, halda vit, at vit standa á so tryggari grund, sum tilber, sigur Bjarni Djurholm. – Hetta er at hetta skuldi verðið ein stórur fyrimunur fyri Suðuroy tí tað fer at gera tað nógv styttri ímill- um syðru- og norðaru helvt í oynni, leggur hann afturat. 33 spøk- ilsissøgur komu inn Kappingin hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags at skriva spøkilsissøgu hevur fingið sera góða undirtøku RITHØVUNDA- KAPPING tíðindaskriv Ikki færri enn 33 spøk- ilsissøgur vóru komnar inn, tá freistin var úti síðsta fríggjamorgun. Seinni í mánaðinum verður greitt, hvørji tvey handrit verða vald burturúr. Vinnandi søg- urnar skulu vera við í stórari norðurlendskari bókarútgávu við nýggj- um spøkilsissøgum, sum hava støði í gaml- ari frásøgumentan. Í savninum verða átta norðurlendsk forløg umboðað við einari ella tveimum søgum hvørt. Grundin til, at evnið er spøkilsissøga, er, at hetta tekstslagið er nógv uppi í tíðini, og øll norðurlond hava drúgva siðvenju at siga frá spøkilsissøgum. Ætlanin er, at allir høvundarnir skulu hitt- ast til eitt vikuskiftis- skeið í Reykjavík sam- an við forleggjarum og fakfólki, har søgurnar verða viðgjørdar og betraðar. Á einum slík- um skeiði hava høvund- arnir høvi at hoyra fak- fólk siga frá um hetta tekstslagið og hvat krevst fyri at gera eina søgu góða. Allar søgur- nar verða eftirmettar og betraðar í samskifti millum høvundar og forlagsfólk. Listafólk úr ymisku londunum fara at myndprýða søgurnar við litmyndum, og bók- in kemur út í øllum londunum samstundis á heysti 2006. Enn er ikki greitt, hvussu søgurnar eru, men tað er ikki óhugs- andi, at ein bók aftrat spyrst burtur úr kapp- ingini. Eitt savn við nøkrum av teimum søg- unum, ið ikki koma við í stóra norðurlendska savnið. Bókadeild Føroya Lærarafelags letur eina ella tvær virðislønir á kr. 7.500, men tilskilar sær eisini rætt til onga virðisløn at lata, um ikki verður hildið, at nøkur søga er virðis- lønarverd. Bókmenta- liga nevnd Føroya Lær- arafelags er dóms- nevnd. Fara at bora tunnil ímillum Øravík og Hov í september Kortið vísur, hvar Hovstunnilin verður boraður. Svørtu strikurnar eru vegirnir, ið skulu gerast og brotna strikan er sjálvur tunnilin. Øravíkarmegin verður innslagið til tunnilin í Tjaldarvíksbrekkum og Hovsmegin verður tað undir hamarinum við Torvsheygg, tað er einar 200 metrar í ein útnyrðing úr har landsvegurin fer um Hovsá