Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-03, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. februar 2005síða 7

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 3. februar 2005 7 Leygarkvøldið, 19. februar klokkan 19.30, skipa fýra ítróttarfeløg í Runa- víkar kommunu fyri stórari felags galla- veitslu í ítróttar- høllini GALLAVEITSLA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað eru tey fýra feløgini, Tjaldur, Kappróðrarfelagið NSÍ, NSÍ og Støkk, sum standa aftanfyri stóra til- takið. Hetta er fyrstu ferð, at stig verða tikin til eina so stóra felags veitslu í økin- um. Nú Runavíkar kommuna er vaksin við trimum nýggjum kommunum, kundi kanska hugsast, at øll feløgini í nýggju komm- ununi vóru saman um tiltakið, men stigtakararnir siga, at tey í fyrsta lagi vilja vita, hvussu henda veitslan tekur seg út. Gongur alt, sum ætlað, er ætlanin, at samansjóða øll feløgini í stóru kommununi til galla- veitslu komandi ár. At samansjóða… Stóra gallaveitslan, sum bæði er fyri fótbóltsspæl- arum, hondbóltsspælarum, róðrarfólki, fimleikarum og áskoðarum, verður 19. feb- ruar, og byrjað verður klokkan 19.30. Aldurs- markið er sett til 15 ár, og prísurin fyri atgongumerk- ini er 280 krónur. Sølan fer fram á Kunningarstovuni í Saltangará, og ætlandi verða atgongumerkini seld fram til í seinasta lagi, 16. februar. Á Kunningarstovuni siga tey, at gallaveitslan er treytað av, at í minsta lagi 200 fólk tekna seg. - Ætlanin við veitsluni er at samansjóða tey mongu og virknu ítróttarfólkini, sum eru á staðnum við einum felags tiltaki fyri øll. Tiltakið er eisini ætlað áskoðarum, viðhaldsfólki og stuðlum. Øll, sum búgva í gomlu Runavíkar komm- unu og keypa sær atgongu- merki, eru vælkomin, siga stigtakararnir sum vænta stóra undirtøku. Tey vísa á, at tá ið veitslan verður skipað eftir hesum leisti, vænta tey nógv fleiri veitslugestir enn ann-ars til eina vanliga ársveitslu. - Ætlanin er at styrkja vinarløg og samanhald millum tey ymsu ítróttar- fólkini og feløgini. Døgurði, undirhald og dansur Skráin ber bráð av røttum galladámi, har borðreitt verður við trimum rættum, sum Sjókaféin í Runavík stendur fyri. Tað verður Hilmar Jan Hansen, sum verður frásøgumaður, og ymisku feløgini fara at skipa fyri góðum undir- haldi. Eisini verður ein av- markað kabarett um lokal viðurskifti á nøkulunda sama hátt sum á Eystan- stevnu. Spælt verður undir felagssanginum, og at enda verður dansur við kenda bólkinum, Showmenn. - Umframt tríggjar døg- urðarættir, verður á veitsl- uni eisini høvi at keypa sær okkurt leskandi; tí verður eingin orsøk til at ganga svangur - ei heldur tystur, siga fyrireikararnir. Veitslubrak í ítróttarhøllini í Runavík Í oktober í ár fer ein nýggj ráðstevna av bakkastokki í Runa- vík. Hetta verður ein útflutningsráðstevna, sum hevur fingið heitið, FAROEXPO. Stigtakarar eru vinnulívsfólk í Eysturoy, og tað verður Sp.f Virkis- ráðgevingini sum fer at samskipa tiltakið. Runavíkar kommuna verður við til at skapa karmarnar og mentanarliga partin um ráðstevnuna RÁÐSTEVNA Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tað er Eysturoyar Vinnu- lívsráð, sum er høvuðs- stigtakari til hesa ráð- stevnu, ið verður vitanar-, útflutnings- og mentanar- rættað. Málið er, at vinnan og myndugleikar í Føroy- um og uttanlands skulu fáa høvi at knýta gagnlig sam- bond og menna samstarv í einum mentanarligum um- hvørvi. Á ráðstevnuni, sum verður hildin í ítróttarhøll- ini í Runavík og í Runa- víkar skúla í oktober, verða eitt nú fyrilestrar um ymisk viðkomandi evni - útflut- ningsvinnuni at frama. Karmarnir skaptir Rodmundur Nielsen, borg- arstjóri í Runavíkar komm- unu, sigur, at ráðstevnan verður løgd í heystfrítíðini, tá ið skúlarnir hava frí. Hann vísir á, at karmar- nir um ráðstevnuna eru skaptir, og nú verður so farið at arbeiða neyvari við, hvussu sjálvt innihaldið skal verða. - Ymskir tankar eru frammi um innihaldið, og tað er hetta, sum vit nú fara at arbeiða við. Hann sigur, at ætlanina varð løgd fram á árliga fundinum hjá Eysturoyar Vinnulívsráði, sum var á Toftum herfyri, og har varð hon væl móttikin. Borgarstjórin sigur, at samstundis, sum FARO- EXPO verður í Runavík, verður eisini høvi at skipa fyri ymiskum mentanar- ligum tiltøkum í kommun- uni teir dagarnar, ráð- stevnan varar. - Vit hava lagt upp til at brúka ein part av okkara fíggjarætlan til ymisk mentanartiltøk, bæði stór og smá, og hetta hava vit gjørt, tí vit vilja staðfesta, at vit vilja nakað á hesum øki, sum hevur so stóran týdning fyri okkara sam- leika sum kommuna og sum tjóð. Hann sigur, at mentanar- ligi parturin eisini verður við, soleiðis at tey, sum vitja kommununa á ráð- stevnuni, kunnu hava eitt hvørt at stytta sær stundir við, samstundis sum tey fáa ein ávísan kunnleika um okkara mentan. Ein partur av mentarligu tiltøkunum verða framsýn- ingar og tiltøk av ymiskum slagi. Eingin profittur… Rodmundur sigur, at út- flutningsráðstevnan, sum tað liggur í heitinum, í fyrsta lagi byggir á at menna og kunna um okkara útflutning, og ætlanin er, at stevnan skal byggja á altjóða samstarv og sam- bond. - Hetta verður ikki ein ráðstevna, sum fyrireikar- arnir skulu tjena upp á - skilt á tann hátt, at fíggjar- orkan hjá hvørjum einstøk- um virki, felag ella ein- staklingi skal ikki halda nøkrum aftur í at koma. Vit ætla nevniliga, at luttakara- kostnaðurin skal verða so rímiligur sum gjørligt. Hann sigur, at hugsað hevur verið um at halda eina tílíka ráðstevnu í Runavík antin á hvørjum ári ella annaðhvørt ár. - Vit hava eisini hugsað um, hvussu ráðstevnan í framtíðini kann skipast. Møguleikar eru at venda sær til marknaðin sum heild - ella til ávísar marknaðin og ávís øki. Rodmundur sigur, at enn er endalig støða ikki tikin, hvagar henda ráðstevnan fer at venda sær, men hetta verður fingið upp á pláss í næstum. Spennandi tiltak Borgarstjórin sigur, at hann vegna kommununa er rætti- liga spentur eftir at síggja, hvussu ráðstevnan fer at taka seg út, tá ið saman um kemur. - Vit vóna eisini, at ráð- stevnan fer at skapa okkara vinnulívi, sum er funda- mentið undir samfelagnum, nýggj sambond úteftir og nýggjar marknaðir. Hann væntar tískil, at høvuðsvinnan fer at fylla ein stóran part av ráðstevn- uni. - Hetta verður okkara fyrsta tiltak av sínum slagi, og tí seta vit hesaferð held- ur ikki nøsina upp eftir allari verðini, sum hann tekur til. Rodmundur Nielsen sig- ur seg vóna, at stigtakarar- nir fáa einar 40 útlendskar fyritøkur og nakað tað sama talið av føroyskum fyritøkum at luttaka á stevnuni. - Vit hava nú skapt karm- arnar fyri hesi útflutnings- ráðstevnu og hava soleiðis eina rammu. Nú er eftir at fylla út í hesar karmar, sigur borgarstjórin sum væntar, at tiltakið fer at eydnast væl, tí tað eru góðar kreftir, sum standa aftanfyri. FAROEXPO: Útflutningsráðstevna í Runavík í heystar Leygarkvøldið, 19. februar, verður veitslubrak í ítróttarhøllini í Runavík við døgurða, undirhaldi og dansi. Hetta er fyrsta veitslan av sínum slagi í økinum - Vit hava nú skapt karmarnar fyri hesi útflutningsráðstevnu og hava soleiðis eina rammu. Nú er eftir at fylla út í hesar karmar, sigur borgarstjórin, Rodmundur Nielsen Í heystfrítíðini verður Runavíkin karmur ein eina útflutningsráðstevnu, sum hevur fingið heitið, FAROEXPO