hósdagur 3. februar 2005síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 23 - 3. februar 2005
STJÓRASKIFTIÐ
Snorri Brend,
snorri@sosialurin.fo
Myndir: Bárður Lydersen
Nýggi stjórin í Norð-ur-
landahúsinum hevði bert
verið til arbeiðis í fáar tím-
ar, tá hann fekk sína fyrstu
mentanarligu uppliving.
Hesa uppliving fekk hann
týskvøldið tá hann í tí full-
setta
Sjónleikarhúsinum
var til ta 60. framførsluna
av "Fólk og dólgar í Karda-
mummubýnum" – henda
sjónleikin, sum 6000 føroy-
ingar frammanundan hava
sæð.
Hóast hann neyvan til
fulnar skilti alt tað, sum
varð sagt á føroyskum, so
var hansara meting aftaná,
at hetta hevði verið ein heilt
ótrúlig framførsla.
- Eg var djúpt imponer-
aður yvir, hvussu væl tey
spældu. Og tá ein so hugsar
um, at hetta eru amatør-
sjónleikarar sum gera hetta
í frítíðini, so má eg bara
undrast
yvir
offurvilja
teirra, sigur Niels Halm.
- Her er avgjørt nakað, ið
ein eigur og kann arbeiða
víðari við.
Avbjóðingar og status
Niels Halm kom til Føroyar
seinasta
fríggjadag,
og
brúkti vikuskiftið til at
koma uppá pláss í íbúð síni.
Mánadagin var hann til
móttøkuna, tá fólk í hópa-
tali komu at siga undan-
gongukvinnu
hansara,
Helgu Hjørvar farvæl og
takk fyri tíð hennara sum
stjóri. Her fekk hann so
somuleiðis høvi at heilsa
uppa mong teirra, sum
koma at hava við arbeiði
hansara at gera í framtíðini.
Í gjár hitti hann m.a. ein
tíðindamann frá Sosiali-
num og seinnapartin í gjár
var fundur avtalaður við
Jenny Petersen, sum er tann
nýggi listarligi leiðarin.
Eitt annað stórt og ikki
minni týdningarmikið arb-
eiði hjá honum er at seta
seg inn í arbeiðið í sjálvum
húsinum.
Hann
hevur
longu tosað við nakrar av
deildunum í húsunum.
- Her havi eg serliga lagt
dent á at fáa at vita, hvørjar
avbjóðingar
liggja
fyri
framman. Eg ynski líkasum
at fáa eina status yvir støð-
una beint nú, og síðani vita,
hvørjar forbetringar kunnu
gerast í framtíðini.
- Hetta er eitt ótrúliga
gott hús við nógvum møgu-
leikum. Mítt ynski er at
brúka hetta fult út, so at vit
kunnu
verða
føroysku
mentanini at gagni í fram-
tíðini.
Prix við týdningi
Ein tann næsta stóra upp-
gávan hjá Norðurlanda-
húsinum er Prix Føroyar-
kappingin sum fer av
bakkastokki um vikuskift-
ið.
Tá verða fyrsta innleið-
andi umfarið í Mentan-
arhúsinum í Fuglafirði
leygarkvøldið. Og millum
áhoyrararnar verður heilt
vist Niels Halm.
- Eg haldi tað vera sera
spennandi at síggja, hvussu
tann føroyski tónleikurin er.
Og ikki minst at síggja,
hvørja effekt hetta kann
hava í framtíðini, sigur
hann.
Hann hevur fylgt við í
framgongdini sum hevur
verið bæði Teiti Lassen og
Eivør fyri, og væntar av-
gjørt, at ein slík tónleika-
kapping sum Prix Føroyar
kann vera við til at eggja
fleiri tónleikarum at royna
seg.
- Og so mugu vit heldur
ikki gloyma Guðrun Sólju,
sum so sannførandi vann
kappingina
seinasta
fríggjakvøld.
Sniðgeving
og ferðafólk
Norðurlandahúsið er eisini
nógv annað enn tónleikur.
Og fyri Niels Halm er tí ein
onnur uppgáva at vera við
til at styrkja og menna aðr-
ar listagreinar, eitt nú
myndlist, sjónleik og bók-
mentir.
Eitt
annað
áhugamál
hansara er at fremja før-
oyska sniðgeving, bæði tá
talan er um binding, men
eisini tá talan er um list-
handverk og øll hini økini
av sniðgevingini.
- Eg havi skilt, at tit hava
eina framúrskarandi fram-
sýning innan hetta økið í
Müllers pakkhúsi eina ferð
um árið. Og kunnu vit vera
við til at bakka upp um
hetta, so er hetta sera gott.
Ynski hansara er eisini at
fremja føroyska list í út-
landinum – og fá vitjan
henda vegin av útlendskum
ferðafólkum. Hann er tó
greiður yvir, at eitt samfel-
ag sum hetta ikki kann taka
ímóti meiri enn einum ávís-
um tali av ferðafólkum.
- Men mítt ynski er, at so
mong sum gjørligt skulu
fáa ta ótrúligu upplivingina
tað er at vera nær við ta før-
oysku nattúruna, - hesa
somu upplivingina sum eg
hevði longu tá eg steig í
land á flogvøllinum á fyrsta
sinni. Hava fólk fyrst verið
í Føroyum eina ferð, so
koma tey heilt vist aftur
seinni.
- Mær dámar sjálvur sera
væl at ganga úti í náttúruni,
og havi longu meldað meg
inn í eitt gongufelag.
- Í mínum starvi kann tað
so skjótt bara gerast ment-
an, mentan og aftur ment-
an. Men í hesum felagnum
kann eg uttan iva læra fólk
betur at kenna, og sam-
stundis fáa nýggjar kon-
taktir millum fólk.
- Eitt ótrúligt hús
- Hetta er eitt sera gott hús við nógvum møguleikum. Mítt ynski er at brúka hetta fult út, so at
vit kunnu verða føroysku mentanini at gagni í framtíðini, sigur nýggi stjórin Niels Halm
Niels Halm fær handað lykilin til Norðurlandahúsið frá Helgu Hjørvar.
Borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen var eisini í Norðurlandahúsinum mánadagin og
heilsaði uppá fráfarandi og komandi stjóran
Nógv fólk nýttu høvi at siga farvæl og takk til Helgi Hjørvar