hósdagur 3. februar 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 3. februar 2005
9
NORÐURLENDSK
MENTAN
Snorri Brend,
sosialurin@snorri.fo
Myndir: Bárður Lydersen
Helga er nú farin frá sum
stjóri, og í hennara staði
byrjaði danin Niels Halm í
starvinum týsdagin.
Fyrrapartin í gjár sótu tey
saman fyri at tosa um,
hvussu tað víttfevnda arb-
eiðið í húsinum hevur verið
skipað, hvussu tað er skip-
að í dag, og ikki minst,
hvussu tað kann skipast í
framtíðini undir leiðslu av
tí nýggja stjóranum.
Helga var ikki bangin
fyri at oysa út av sínum
royndum fyri Nielsi, sum
fegin tók ímóti øllum teim-
um góðu ráðunum frá frá-
farandi stjóranum. Og tað
er eitt rættiliga stórt og um-
fatandi arbeiði sum fer
fram í húsinum hvønn ein-
asta dag.
- Eg má bara siga sum er:
Her er eingin tíð til at
steðga upp. Arbeiðið koyrir
við fullari ferð hvønn
einasta dag. Og ætlar tú at
slaka ferðina eitt sindur, so
verður trupult á fáa ferð á
aftur.
- Men so vil eg siga, at
vit hava sera dugnalig
starvsfólk, sum gera eitt
ótrúliga stórt og gott arb-
eiði, sigur Helga Hjørvar.
Ein listarligan profil
Áðrenn Helga tók við
starvinum hevði hon luttik-
ið á mongum ymiskum økj-
um innan mentanina í Ís-
landi.
Men at taka við starvi-
num í Norðurlandahúsinum
var ein sera stór avbjóðing
fyri hana.
- Hetta kravdi kunnleika
um ein hóp av viðurskift-
um, soleiðis at vit kundu
byggja upp ein spennandi
listarligan profil eisini her
á landi, eins og gjørt er t.d.
í Danmark, Íslandi og Bret-
landi.
- Hetta var kortini bert
ein lítil partur av uppgávuni
hjá mær, tí allar hinar part-
arnar í tí víttfevnda arbeiði-
num skuldi eg eisini taka
mær av, sigur hon.
Ein av hesum stóru upp-
gávunum var at vera leiðari
í sjálvum húsinum, her tað
snýr seg um so ymiskt ting
sum rakstur, viðlíkahald,
renovering og túsund onnur
ting.
Helga hevði royndir frá
líknandi arbeiðum í Íslandi,
har hon sat í nevndini sum
á sinni framdi eina rættiliga
umfatandi renovering av
Tjóðleikhúsinum í Reykja-
vík. Hesar royndir tók hon
við sær til Føroyar og fekk
eisini brúkt tær her, tí hesi
seks árini eru mangar ábøt-
ur og broytingar farnar
fram kring Norðurlanda-
húsið.
Millum hesar ábøturnar
eru útskiftingin av møblum
í Klingruni og í Cafeteria,
broytingin av avgreiðsluni
og nú til seinast tann
nýggja inngongdin til hús-
ið.
Við stoltleika
Ein onnur stór uppgáva var
at vera starvsfólkaleiðari
fyri tey 20 starvsfólkini, og
alt tað sum eitt slíkt starv
ber í sær.
Hon skuldi m.a. seta seg
inn í tey føroysku arbeiðs-
viðurskiftini og tær ymisku
reglurnar, sum arbeitt varð
eftir, samstundis sum hon
skuldi hava í geyma, at
hetta var ein norðurlendsk-
ur stovnur.
- Sum ein part av hesum
arbeiðinum havi eg eisini
havt ta gleði at kunna taka
ímóti einum hópi av út-
lendskum gestum og listar-
fólkum. Eg havi her við
stoltleika kunna víst teim-
um runt í hesum vala húsi.
- Og tað er ikki at taka
seg aftur í, at tey hava øll
verið sera hugtikin av okk-
ara Norðurlandahúsi, sigur
hon.
Sum systrar
Fíggjarætlan hjá Norður-
landahúsinum er uppá góð-
ar 16 mió. kr, umframt tann
peningin, ið fæst frá frá
stuðlum og sølu av at-
gongumerkjum til tiltøkini.
Men húsið virkar ikki
einsamalt, men er sum
longu nevnt ein norður-
lendskur stovnur, sum virk-
ar í samstarvi við hini fýra
norðurlandahúsini í Norð-
urhøvum. Her er talan um
NAPA í Nuuk, NIPÅ á
Álandi, Norrøna Húsið í
Reykjavík og NIFIN í Hel-
sinki
- Ja, í roynd og veru arb-
eiða vit saman sum ein
bólkur – ella í veruleika-
num sum fimm systrar, sig-
ur hon.
Formansskapurin skiftir
millum londini í Norður-
londum, og beint nú hevur
Danmark formansskapin. Í
hesum samstarvinum hava
londini so møguleika at
spegla virksemið í teim
ymisku londum.
Sum at gera mat
Eitt er so møguleikin at
vera við í tí norðurlendska
samstarvinum. Eitt annað
er so at fáa alt hetta sam-
skipað í hvørjum landi sær.
Og sum íslendingum so
líkt, dugir Helga eisini at
lýsa tað við eini góðari
mynd:
At skula vera í øllum
hesum er sum at gera mat
eftir eini uppskrift. Tú
hevur nógv pappírir, nógv
tiltøk og annað sum skal
kókast saman til ein rætt.
- Og so er bara spurning-
urin um at fáa alt hetta
presenterað soleiðis at tað
smakkar væl og at fólk
dáma tað!, sigur hon.
Høvuðsrætturin í upp-
skriftini, um ein heldur fast
við hesa myndina, er jú at
gera tað so at teir føroysku
ingrediensirnir eisini verða
væl umboðaðir í hinum
Norðurlondum, og at hini
londini eisini verða umboð-
aði í Føroyum.
- Á henda hátt kunnu vit
vera við til at stuðla før-
oyskari mentan. Og tað er
tað eg havi lagt størstan
dentin á í míni tíð sum
stjóri, sigur Helga.
Hon kann tí eisini fegnast
um, hvussu listin og ment-
anin í Føroyum hevur
blómað hesi árini. Eitt av
teimum stóru tingunum í
hennara tíð var uttan iva
Listastevnan í fjør.
Mánadagin varð hon so
ámint um enn eitt mál, sum
varð rokkið í hennara tíð.
- Tað kom ein kvinna til
mín fyri at takka mær fyri
tíðina í Norðurlandahúsi-
num. Hon fortaldi, at hon
fyri stuttum hevði sæð eina
gamla upptøku, har sjón-
varpið spurdi meg um
hvørjar dreymar eg hevði
fyri føroysku mentanina.
- Eg nevndi tá, at ein før-
oyskur tjóðpallur lá ovar-
laga á ynskiseðlinum. Og
hygg, tað er nú hent, beint
áðrenn eg fari frá sum
stjóri. Tað er ótrúligt, sigur
Helga Hjørvar.
- Eitt arbeiði ið koyrir við fullari ferð
- Jú, eg minnist sera væl, tá eg tók við starvinum her í Norðurlandahúsinum fyri seks árum
síðani. Tað var sum at leypa útí eitt vatn og síðani royna av svimja í land aftur, sigur Helga
Hjørvar
Jóannes Eidesgaard takka Helgu Hjørvar fyri tíðina, hon hevur verið í Føroyum
Ein av fyrstu døgunum fer Niels Halm at hava fund við Jógvan á Lakjuni,
mentamálaráðharra. Her hittast teir kortini í Norðurlandahúsinum