Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-03, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. februar 2005síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 23 - 3. februar 2005 Tað er altíð áhugavert at fáa viðmerkingar frá fólki, ið síggja mál úr einum øðrvísi sjónarhorni, enn vit gera her í Føroyum. Fyrrverandi danski løgmálaráðharrin og fyrrverandi formaðurin í danska Konservativa flokkinum Hans Engell hevði eina áhugaverda viðmerking um fólkatingsvalið í Tinghellini í Sosialinum í gjár. Eitt tað mest áhugaverda í greinini er, hvussu munurin er á mátanum Tjóðveldisflokkurin sær sína umboðan í Fólkatinginum, og hvussu ein framstandandi dani sær hana. Tjóðveldisflokkurin tosar um, at hann hevur vunnið sær virðing á Fóllkatingi. Hans Engell sigur júst tað øvugta. Hann sigur at Tjóðveldisflokkurin hevur sett seg uttan fyri ávirkan og verður ikki tikin alvorligt - "For megen snak og for få resultater". Ov nógvur gangur og ov fá úrslit eru orsøkin til, at Tjóðveldisflokkurin stendur uttanfyri alla ávirkan í Føroyum, og tað er áhugavert at síggja, at teir eisini hava megnað at sett seg uttanfyri í danska Fólkatinginum. Tað er ikki so løgið, at man ikki verður tikin alvorligt, tá man yvirfóðrar við fyrispurningum niðri á fólkatingi. Hvussu alvorligt verður fyrispurningur nummar 67 tikin, tá man hevur avskotið 66 fyrispurningar í tættari raðfylgju frammanundan? Høvdu føroyingar ikki verið betri tæntir við eina umboðan, ið kanska segði eitt sindur minni, men harafturímóti fekk oyrað hjá øllum donskum politikarum, tá okkurt varð sagt? Hevði tað ikki verið ein betri arbeiðs- háttur, og tá kundi man av røttum breitt seg við slagorð- inum: ein, sum arbeiðir. Hvat ger so Tjóðveldisflokkurin við hetta? Hann ætlar sær eftir øllum at døma einki at broyta. Orsøkin til politisku isolatiónina í Føroyum hava øll onnur skyldina av, og tað tykist sum um at man roynir at billa veljarunum inn, at man verður tikin alvorligt niðri á Fólkatingi, hóast alt bendir á tað øvugta. Samráðingarleisturin hjá undanfarnu samgongu bygdi á eina ætlan hjá Tjóðveldisflokkinum. Har kom einki burturúr uttan rumbul í nøkur ár, og tí er tað løgið, at politiskt einsamalli Tjóðveldisflokkurin ikki tekur í egnan barm og broytir sína framferð. Tjóðveldis- flokkurin dugdi einaferð at samráðast og røkka úrslitum, og løgið er, at man ikki hyggur eftir, hvat man gjørdi rætt tá. Núverandi floksformaðurin kundi kanska spurt t.d. Finnboga Ísakson og Signar á Brúnni, hvussu man røkkur politiskum úrslitum. Gamaní var talið av yvirskriftum og talið av fyrispurningum lægri tá enn nú, men talið av úrslitum var væl hægri, og man tað ikki verða tað, ið telur í longdini? So leingi Tjóðveldisflokkurin definerar veruleikan, sum man ynskir at hann skal síggja út, heldur enn at laga seg til hann, sum hann nú einaferð sær út, so kemur hesin flokkur at standa uttanfyri ávirkan í Føroyum eins væl og á Fólkatingi. Man kan royna at manipulera við veruleik- anum, men fyrr ella seinni kemur rætta myndin fram. Tað er spell, at Tjóðveldisflokkurin framhaldandi gongur isolatiónsleiðina. Spell, tí at flokkurin plagdi at verða førur fyri at geva eitt gott íkast til politisku gongdina í Føroyum. Spell, tí at flokkurin er við til at undirminera føroysku ávirkanina á Christiansborg. Virðing frá øðrum, er ikki nakað, man sjálvur tekur sær. Tað er nakað man fær, um tað er uppiborið, og tað eiga onnur enn ein sjálvur at døma um. Gløgt er gestsins eyga. DAGSINS MEINING Sosialurin Gløgt er gestsins eyga VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Sylverius Jacobsen Javnaðarflokkurin Góðu veljarar og góðu før- oyingar! Javnaðarhugsjónin hevur haft altavgerðandi týdning fyri samfelagsmenningina í heiminum og einahelst í Europa. Javnaðarhugsjónin hevur sín uppruna í byrj- anini av ídnaðarsamfelag- num, har henda politiska rørsla saman við fakfeløg- unum stríddist fyri rætt- indum hjá vanliga fólkinum - ikki bara um løn, men eisini um rættindi til út- búgving, góð heilsuviður- skifti og trygd í aldur- dóminum og so framvegis. Hugsjónin byggir á, at tað einstaka menniskja skal hava møguleikar fyri frælsi og fyri at mennast mentan- arliga og socialt undir tryggum viðurskiftum. Hugsjónin byggir á eitt frælst vinnulív, men har tað almenna setir treytir, so- leiðis at tað verður pláss fyri øllum at mennast og at teir samfelagsskaptu ágóð- arnir verða býttir so javnt sum møguligt til frama fyri heildina. Alt seinasta árhundrað var javnaðarhugsjónin tann mest máttmikla politiska hugsjónin í Norðureuropa og tað er henni at takka fyri, at hesin partur av heiminum verður mettur at vera tað besta og tryggasta stað at liva í. Tann socialdemokratiska hugsjónin var eitt bólverk móti kommunismuni, og har javnaðarhugsjónin vann sær festi í samfelagnum, formáddi kommunisman sær einki. Vit síggja at fleiri og fleiri av teimum eystur- europæsku londunum, sum í eitt hálvt árhundrað vóru kúga av kommunismuni, fóru heilt til høgru hug- sjónarliga, men nú venda aftur til tær socialdemo- kratisku hugssjónirnar. Hetta er ein ásannan av, at javnaðarhugsjónin gevur tað besta og rættvísasta býti av samfelagsligságóðunum og gevur flestu og bestu framtíðarmøguleikarnar til tað vanliga fólki. Nú vit eru farin inn í 21. øld stendur javnaðarhug- sjónin líka sterk og verður nýtt sum fyrimind úti í heimi, har man roynir at byggja góð og trygg sam- feløg við góðum og trygg- um menningarmøguleik- um. Føroyski javnaðarflokk- urin hevur altíð haft gott samstarv við teir norður- lendsku javnaðarflokkarnar og serliga tann danska javnaðarflokkin av góðum grundum. Vit eru jú í ríkis- felagsskapi. Hetta samstarv kemur at halda fram og helst at mennast nú heim- urin verða alt meira altjóða- gjørdur. Tað er umráðandi, at politisku hugsjónirnar verða samansjóðaðar, so- leiðis at lógir og reglu- gerðir, sum fyrr bert vóru galdandi í einum landi, nú alt meira verða settar í mill- umtjóða og altjóðasátt- málar. X við lista C. Javnaðarhugsjónin og leiklutur hennara í altjóða samfelagnum VAL05 Andrias Petersen løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin Høvuðsuppgávan hjá kom- andi føroysku fólkatings- umboðunum verður at ávirka donsku politisku skipanina til fyrimun fyri Føroyar á trimum økjum: Yvirtøkulógina Uttanríkispolitisku heimildirnar Umboðanina í Norður- landaráðnum Ein breiður meiriluti á Før- oya Løgtingið við trimum av teimum fýra stóru flokk- unum samdust í januar í fjør um at fáa loyst tað ríkisrættarligu støðuna, sum fløkja hevur verið í síðan ’98. Eitt umboð fyri javn- aðarflokkin vil við ágrýtnið og hampuligheit ávirka donsku fólkatingslimirnar og harvið donsku stjórnina, soleiðis at hetta verður loyst til fyrimun fyri okk- um. Vit mugu ásannað, at verandi støðað, har tað ríkisrættarliga fyllir alt ov nógv á tí politiska pallinum ikki kann halda áfram nú 6. árið á rað uttan at finna eina loysn, og eftir okkara tykki er loysnin at hóma við støðið í heimastýrislóg- ini og mýkjan av donsku grundlógini. Hetta seinna hava danir tey seinastu árini fleiri ferðir gjørt í samband við EU, so tað eigur eisini at bera til við atlitið til okk- um í Føroyum. Viðvíkjandi umboðanini í Norðurlandaráðnum kem- ur hetta helst at taka nakað longri tíð, tí her er tað ikki bert danir í skulu broyta støðu, men eisini sviar og norðmenn, tí hesi seinru hava trupuleikar við um- boðanini hjá samunum í Norðurnoreg og Norður- svøríki. Samarnir her hava sett fram territorialkrøv, tvs. krøv um ognarrætt til landaøkir í omanfyri- nevndu londum og hesum krøvum vilja norska og svenska stjørnin ikki ganga á møti, tí tað hóttir eindina í londunum. Fær javnaðarflokkurin umboðan á fólkatingið vil hann áhaldandi royna at ávirka danska politiska systemið, soleiðis at tey trý omanfyrinevndu mál verða loyst til fyrimun fyri Føroy- ar. Fólkatingsvalið 2005 VAL05