hósdagur 3. februar 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 3. februar 2005
11
VIÐMERKINGAR
tórbjørn jacobsen
Nú nærkast, og man fær
ikki gingið fyri politiskum
áhuga. Frisørsalongirnar
eru sum kókandi pottar
framundir valini. Bráð-
pannir av alskins signalum.
Og tað varð onki undantak í
morgun. Úti á Høgabóli.
Vit báðir barberurin tosaðu
um gamlar dagar. Intensu
valfundirnar í Glyvra Bio.
Einaferð var hann komin at
sita væl fyri, ímillum Jóhan
Lamhauge, sála, gamla
deknin á Nesi, og Leon
Joensen í Gøtu. Og táið
bróðursonurin Jákup var
komin væl áleiðis, við
sínari røðu, legði Jóhan seg
inn yvir Jógvan og mutlaði
upp í andlitið á Leon: Eitt
sterkt evangelium. Hann
visti hvar Leon fleyt polit-
iskt, og hann fjaldi ongan-
tíð, at hann ikki helt Fólka-
flokkin eiga nakað politiskt
evangelium.
Lisbeth L. Petersen er
einasta kvinnan, sum er
vald á Fólkating av før-
oyskum veljarum. Og nú
hevur hon tikið avgerðina
um at gevast. Tað er henn-
ara val. Vit bæði hava verið
í mongum víggi, serliga tey
fyrstu árini, táið hon gjørdi
viðmerkingar til hvørja ein-
astu røðu, sum eg flutti
fram á Løgtingi. Hevði eina
kenslu av, at hon ræddist
attityduna og fasongin. Ov
nógv gartan mundi hon
halda. Og spennið millum
hugsjónirnar brast hvørja
ferð. Ikki so løgið kanska,
hon hevði sitið við Gamal-
iels føtur, hjá redaktørinum
á Dimmu í ártíggir, og sog-
ið í seg sannføringina um,
at ríkisfelagsskapurin var
treytin fyri lívi í oyggjun-
um, ímeðan politiska jørð-
ildið hjá mær bar brá av
stykni til alt sum hevði við
samband og ríkiseind at
gera.
Á heysti 2001 gjørdust
vit bæði fólkatingsumboð.
Hon valdi sambært sínari
sannføring, sínum politiska
evangelium, at gerast ein
partur av tingbólkinum hjá
Vinstra, ímeðan vit báðir
Høgni valdu nýbrotið við
Norðuratlantsbólkinum,
eisini av sannføring, og tí
vit hildu, at okkara tjóð-
skaparpolitiska evangelium
best kundi røkjast á henda
hátt.
Norðuratlantsbólkurin
hevur verið óvanliga ak-
tivur. Tað svitast ikki.
Kreddan er greið. Vit stríð-
ast fyri tjóðarrættindunum
hjá teimum báðum donsku
hjálondunum, sum nú eru
eftir. Og tað hevur sæst
aftur í fólkatingssalinum.
Og aðrastaðir við. Onki
hevur verið dult fyri monn-
um. Lisbeth valdi ein annan
leist, sambært síni sannfør-
ing, og tað eiga vit at virða,
hóast vit ikki taka undir við
henni og hennara integra-
tión í stjórnarflokkinum
Vinstra. Og at rógva fram-
undir, at hon harfyri ikki
hevur verið líka virkin sum
vit á Danatingi, tað er tað
reina humbukk. Vit ána
ikki hvønn leiklut hon
hevur havt í sferuni kring
forsætisráðharran og hans-
ara menn. Politikkur mátast
ikki við tummastokki. Er
ein kókandi vera og úr-
slitini koma táið tú minst
varar tað.
Vit skeittu við hvøssum
eygum eftir hvør øðrum í
byrjanini, men sum fráleið
gekst betur, og ræðslan fyri
treytaleysa republikanar-
anum, og mítt styknið til alt
sum hevði við samband at
gera, brýndist við tíðini.
Tað hevur altíð verið gott
vinalag ímillum føroyskar
fólkatingsmenn, líkamikið
hvønn flokk teir umboð-
aðu, og eftir nakrar fundir,
har vit bæði tóku lut, í
Odense, í Føroyahúsinum,
á militera akademinum í
Keypmannahavn
o.s.fr.,
fullu verjugarðarnir, og eg
hoyrdi, at hon á einum
landsfundi hjá Sambands-
flokkinum skuldi hava lýtt
onkrum í oyra, at hasin
rabiati loysingarmaðurin av
Glyvrum helst ikki var so
galin allíkavæl.
Skrivi hetta fyri at beina
allar misskiljingar av veg-
num. Og fyri at takka Lis-
beth L. Petersen fyri gott
samstarv ta tíðina vit sótu
saman á Fólkatingi. Ein
óalmindiliga fitt kona, við
einum stórum hjarta, ser-
liga fyri teimum veikaru í
samfelagnum. Vit stríddust
og fara at stríðast sambært
hvør sínari sannføring,
hvør sínum evangelium.
Bæði líka sterk í hvørt
sínari trúgv, men hvør ið
arbeiddi meira enn hin, tað
eri eg ikki maður fyri at
taka dagar ímillum. Tað er
ongin.
So gott var samstarvið, at
hevði eg ikki varskógvað
hana tann eina dagin, táið
uppskotið um barber-aða
og prístalsfrysta blokkin
var fyri á fólkatingi, so
hevði semjan millum lands-
stýrið og stjórnina onki
mótspæl fingið. Ólag var
komið í dagsskránna og
tíðirnar hildu ikki, og eg
ringdi til hennara, og bað
hana koma undan vaðingini
á triðju hædd í stundini,
skuldi hon verja sambands-
áhugamálini og vera einasti
opponentur til avtaluna
millum Fogh og fullveldis-
landsstyrið. Demokratiið
sigraði. Tann dagin skvis-
aði hon integratiónina við
Vinstra og virkaði treyta-
leyst sambært sínum sterka
evangelium, sum tíanverri
liggur so djúpt, ja, alt ov
djúpt, í alt ov mongum
føroyingum.
Elin Heðinsdóttir
Joensen
fólkatingsvalevni
Javnaðarfloksins
Hóast smáar, so kunnu Før-
oyar roynast sera knáar!
Hesa sannroynd kenna vit
frá mongum førum, har
Føroyar ikki hava smæðst
burtur ímillum størri og
sterkari
tjóðir,
sum
á
pappírinum áttu at megnað
fleiri ferðir meira enn vit.
Javnaðarflokkurin hevur
eisini eina sterka trúgv á, at
føroyingar megna og vilja
gera seg galdandi — eisini í
altjóða høpi. Okkum nýtist
ikki at bíða eftir ávísum
politiskum líkindum, men
vit kunnu byrja longu í dag.
Hóast uttanríkispolitikk-
ur er danskt ábyrgdarøki,
forðar tað ikki fyri, at Før-
oyar kunnu fáa ein nógv
størri og nógv meira av-
gjørdan uttanríkispolitiskan
leiklut. Tað mest umráð-
andi er ikki, um Merkið
veittrar í New York ella
ikki, men hvussu føroyskur
politikkur verður framdur í
verki.
Uppskotið um trygdar-
og verjupolitikk, ætlaða
uttanríkislógin og uttan-
ríkissamstarvið geva okk-
um møguleikar, vit ikki
hava havt áður. Ikki minst
kann ein virkin føroysk
rødd á fólkatingi gera sína
ávirkan galdandi, so før-
oysk ynski og áhugamál
ikki detta burtur ímillum.
Tú kanst gera tína ávirk-
an galdandi við einari at-
kvøðu, ið tryggjar Javnað-
arflokkinum umboðan á
fólkatingi. Tá ert tú við til
at geva øllum føroyingum
eina rødd, ið lurtað verður
eftir og sum virðing verður
fyri. Tá kanst tú fáa tína
rødd á fólkating!
Føroyar kunnu sleppa upp í part
VAL05
EITT STERKT EVANGELIUM
Heidi Petersen
Løgtingskvinna fyri
Tjóðveldisflikkin
Norðuratlantsbólkurin
.
Tjóðveldisflokkurin
hevur brotið upp úr
nýggjum við at vera við
at seta á stovn Norður-
atlantsbólkin á fólka-
tingi. Við at finna saman
í ein bólk, ber til at seta í
gongd nógv og fjøl-
broytt
upplýsingarar-
beiði.
Bólkurin kann sigast
at hava brotið upp úr
nýggjum. Umboðanin á
fólkatingi er umdefiner-
að og hevur fingið
nýggjan týdning, og
kunna vit við fólka-
tingsumboðan okkara nú
eisini slóða fyri føroysk-
um fullveldi.
Ikki kann sigast at
nógv fekst av skafti hjá
fólkatingsumboðunum
hjá ABC flokkunum síð-
ani 1998. 16 mál vóru
reist av einum Javnaðar-
umboði, einum Fólka-
floksumboðið og einum
Sambandsumboðið í 6
ár. 2,6 mál pr. ár. Hetta
eru tøl ið tala.
Síðani Norðuratlants-
bólkurin var stovnaður í
2001 hevur hann lagt 66
mál fyri fólkatingið.
Skipa fyri ráðstevnum,
givið bøkur út, givið út
ársfrágreiðing
fyri
Norðuratlantsbólkin,
nýtt danskar fjølmiðlar
fyri at styrkja um vitan
og orðaskifti um Føroy-
ar. Hildið fyrilestrar og
kunnandi fundir um Før-
oyar og føroysk viður-
skifti. Alt hetta er við at
slóða fyri føroyskum
fullveldi.
Tekniskt samstarv.
Vert er at gera vart við at
Norðuratlantsbólkurin
snýr seg um eitt sokallað
tekniskt samstarv, har
samstarvið gevur møgu-
leika fyri, sambært av-
talu millum partarnar,
veruliga at føra politiskt
upplýsingararbeiðið um
Føroyar og Grønland, og
tryggja
at
føroyska
fólkatingsumboðanin
ikki gerst atkvøðuneyt í
donskum flokki, men
hetta merkir ikki at før-
oyingar og grønlend-
ingar skulu vera samdir í
øllum politiskum mál-
um. Har stendur hvør
fólkatingalimur fríur.
So tað sum fólka-
flokkurin førir fram um
at við Norðuratlants-
bólkinum verður før-
oyska
fullveldiskósin
tengd saman við Grøn-
lendska heimastýrinum,
er beinleiðis ein mis-
skiljing ella ein vantandi
fatan av hvat eitt tekn-
iskt samstarv snýr seg
um.
Rumbul ella úrslit?
Tað
hinir
flokkarnir
skíra sum rumbul, kalla
vit úrslit. Og tey eru
ítøkilig, kunnu skjal-
prógvast og síggjast aft-
ur í útgávum, ráðstevn-
um, kanningum og reist-
um málum á fólkatingi.
Men eisini ítøkilig
mál, sum at fáa innlit í
frágreiðingarnar
hjá
fíggjareftirlitinum, var
reist av Norðuratlants-
bólkinum, sum eitt upp-
skot til samtyktar á
fólkatingi, og lands-
stýrismaðurin í fíggjar-
málum hevur síðani reist
málið yvirfyri danska
ráðharranum.
Norðuratlantsbólkurin
hevur skapt nýggjar
møguleikar fyri at inn-
flyta og selja føroyskan
mat í Danmark.
Fingið Danmark at
broyta støðu til frama
fyri Føroyar og Grøn-
land tá Danmark at-
kvøður um hvalaveiðu á
altjóða fundum.
Veitt nógvum føroy-
ingum, sum vóru kom-
nir tvørt fyri, eina hjálp-
andi hond. Sýnt nógvum
ungum føroyingum álit
og givið teimum spenn-
andi og mennandi av-
bjóðingar. Knýtt sam-
bond við og lært av
royndum hjá statsleys-
um europeiskum tjóð-
um.
Hetta er tað sum aðrir
flokkar skíra sum rumb-
ul, men sum eftir okkara
fatan er politiskt arbeiði,
sum alt hevur givið
ítøkilig úrslit. Og hesum
arbeiði er Tjóðveldis-
flokkurin errin av at
kunna halda fram við
um veljarin setir
X við E 8. februar.
Slóða fyri føroysk-
um fullveldi
VAL05
Gjald fyri valgreinar
Eins og tað hevur verið vanligt í tíðini fram til eitt val, fer Sosialurin aftur hesa ferð at taka gjald fyri valgreinar,
sum verða settar í blaðið, hetta fram til fólkatingsvalið.
Gjaldið fyri valgreinar er helvtin av vanligum lýsingarprísi.
Sosialurin
VAL05