Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-03, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. februar 2005síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 23 - 3. februar 2005 Rúna Sivertesen Okkara umboð skulu eisini vera fús at hjálpa einstaklingum. Fólka- tingsumboð kunnu lata hurðar upp, sum annars eru ómøguligar at koma ígjøgnum. XA Valevni Fólka- floksins Størri ávirkan á uttan- ríkispolitiska økinum VIÐMERKINGAR VAL05 Bergur Bærendsen Tíðin er komin, at vit taka egnar uttanríkis- politiskar avgerðir óav- hengugt at Norðurat- lantsbólkinum. XA Valevni Fólka- floksins Hjørdis Viberg Fólkaflokkurin Vit skulu hava ein sjálvberandi búskap, har familjan er kjarnan, og har vit sjálvi eru við í teimum avgerðum, sum tiknar verða. Jógvan við Keldu Vit skulu hava føroysk- an útlendingarpolitikk. Málið er, at útlendingar, sum búgva okkara mill- um, skulu kenna seg tryggar og skulu sanni- liga ikki verða endaleyst tjakevni. XA Valevni Fólka- floksins. Niklái Petersen Tjóðveldisflokkurin Okkara tilknýtið til ES, hevur ofta verið havt á munni seinastu dagarnar. Danir skullu helst um ikki so langa tíð til at atkvøðu um ES-grundlógina, og í hesum liggur sjálvsagt okk- ara tilknýtið framyvir til ES og ríkisfelagsskapin. Hend- an felags ES-grundlógin verður omanfyri tær natio- nalu grundlógir, sum eru galdandi í dag. Danir hava fýra fyrivarni mótvegis ES í dag, tey eru: uttanríkismál, gjaldoyra- mál, hernaðarmál, og rætt- armál. Danir eru sostatt ávegis at leggja seg undir eina nýggja ES-grundlóg, tá fáa mynduleikarnir í Bruxelles eisini beinleiðis vald á okkara uttanríkismálum, gjaldoyramálum, hernaðar- málum og rættarmálum, uttan at vit yvirhøvur eru eftirspurd. Tá fáa vit í Føroyum eitt álvarsamt demokratiskt undirskot, tí vit eru ikki limir í ES. Fyri yvirhøvur at fáa limaskap í ES, mugu vit verða eitt sjálvstøðugt land, og hetta land nevnt Føroyar ræðast afturhaldsflokkarnir sum pestin. Sera løgið og óskiljandi at ræðast seg sjálvan so illa, at man nærmast rennur undan sær sjálvum. Sum støðan er í løtuni, hevur onki ES-land sjálv- støðugan fiskivinnupoli- tikk, men hesin verður sentralt stýrdur beinleiðis úr Bruxelles, og er hetta ein av høvuðsorsøkunum til at lond, sum hava fiskivinnu sum høvuðsvinnu, eru harðliga ímóti hesum felagsskapi. Tað eru trupuleikar í dag, at stýra okkara fiskivinnu, og tað verður púrasta vón- leyst at stýra henni úr Bruxelles, tað hugsi eg, allir føroyingar eru rættu- liga samdir í. Men vit skulu tó ikki renna undan ES, ES er komið fyri at verða, og vit mega taka dystin upp, og fáa sum mest burturúr. Tjóðveldisflokkurin fer at halda eitt vakið eygað við og fer áhaldandi at nýta møguleikan við fólkatings- sessinum at upplýsa føroy- ingar um hesi og onnur viðurskiftir føroyingum at gagni. Vel so tað munar - vel góða røkt - vel Tjóðveldis- flokkin- vel E. Helena Dam á Neystabø Javnaðarflokkurin Tað er ein stór uppgáva, at røkja okkara sambond út í heim, sambandið við Dan- mark og samskiftið við hini Norðurlondini og við okk- ara nærmastu grannar. T.d. Stóra Bretland. Føroyar eru tað land, sum hevur longsta felags mark við Stóra Bretland. Tí hava vit sjálsagt eisini nógv felags áhugamál. Tað eru ótaldir samstarvsmøgu- leikar, vinnumøguleikar, f iskivinnumøguleikar, handilsmøguleikar, gransk- ingar- og útbúgvingar- møguleikar at røkja, bara her. Taka vit so Danmark, Norðurlond og partar av Evropu afturat, so er tað beinan vegin greitt, at vit tosa um eina ógvuliga stóra uppgávu. Heldur enn at føra før- oyskan tvídrátt millum tjóðveldi og samband niður á danating, til lítlan sóma fyri føroyingar, skulu okk- ara fólkatingsumboð lofta teimum møguleikum, sum altjóða leikpallurin bjóðar fram. Henda uppgáva kemur afturat dagligu gongdini á Christiansborg. Dugir tú at lofta ? VAL05 Hergeir Nielsen 1. næstformaður Løgtingsformaðurin hevur gjørt eina stytri og eina longri dagsskrá. Tann fyrra fevnir um morgindagin, tá eitt uppskot frá landsstýr- inum og tvey frá sjálv- stýriflokkinum koma fyri. Seinna skráin fevnir um eitt lógarmál, tveir fyri- spurningar og tvey mál frá Norðurlandaráðnum. Síð- ani er slætt borð. Seinna skráin liggur aftan á fólkatingsvalið, og løgtingsformaðurin hevur kunnað almenningin um, at hesi mál órógva politiska húsfriðin so mikið, at hann saman við umsiting síni hevur kolldømt hesi mál eina tíð fram. Talan er um nøkur áhuga- verd mál frá tjóðveldis- flokkinum, og tey hava als einki við fólkatingið at gera. Í staðin fyri setur for- maðurin á skrá tvey mál hjá stuðulsflokki sínum - har annað teirra viðvíkur sjálv- um fólkatingsvalinum og júst elvir til, at valfepur tekur seg upp. Hildið verður ikki, at for- maðurin er óheftur í virki sínum, tá hann skilar sær rætt til at døma eitt lógar- mál um ein almennan skrivstovubygning í Suður- oy, ein fyrispurning um bróstkrabba, og ein fyri- spurning um umboðsmann- in til at vera agitatiónsmál til fólkatingsvalið. Stak undranarvert er harafturat, at í fráboðanin frá løgtingsformanninum verður eisini sagt, at um- sitingin hevur arbeitt nógv við spurninginum um, hvat borðbært er á tingi í hesum døgum. Starvsfólkið á løgtings- skrivstovuni verður drigið inn í eina politiska meting av uppskotum okkara, sigur formaðurin, og hesi starvs- fólk taka so avgerðir oman fyri høvdið á fólkavaldu tingmanningini, skilja vit formannin rætt Vit, sum eiga málini, eru ikki kunnaði um, at okkara skrivstova hevur arbeitt við eini tílíkari politiskari við- gerð av okkara málum og undrast yvir, hví so er. Tað eru hóast alt okkara mál, og siðiligast, sakligast og sømuligast var tá, um vit eisini vóru partur av eini málsviðgerð um víðari lagnuna í hesum málum. Vit kunnu sjálvandi sakt- ans liva við, at málini verða viðgjørd leys av einum folkatingsvali, tí tey hava einki við tað at gera, men vit kunna illa livað við, at formaðurin og umsitingin flokka okkara mál øðrvísi enn onnur mál. Øll vita vit, at álvarsligt arbeiðsloysi hevur rakt løgtingið. Tingmenn vóru sendir til hús 17. des 2004 og hildu frí til 19. januar 2005. Tá teir komu saman aftur, vóru bara nakrir fyri- spurningar frá okkum í andstøðuni at takast við. Hyggja vit eftir, hvat liggur fyri framman, so finna vit bara hetta eina lógarmálið frá mær sjálv- um, tveir skrivligir fyri- spurningar frá tveimum floksfeløgum mínum, og síðani er slætt borð. Vísandi til hesa arbeiðs- byrðu sigur løgtingsfor- maðurin, at hann hevði hildið fleiri fundir, men valdi heldur, at tálmað agitatiónini til fólkatings- valið. Veruleikin er, at har er ikki annað at takast við. Vit ella tey VAL05 Lata hurðar upp VAL05 ES gjøgnum bakdyrnar VAL05 Arbeiðsloysi á tingi VAL05 Trygg okkara millum VAL05