Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-03, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. februar 2005síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 3. februar 2005 13 Ragnar S. Olsen Avgerðirnar skulu takast í Føroyum og ikki á Christiansborg, og fyri alt í verðini ikki í Brúss- el. XA Valevni Fólka- floksins VIÐMERKINGAR Poul D. Clementsen Fólkaflokkurin Á fólkatingi skulu vit hava upplýsing, ávirkan og úrslit. Tað megnar bara Fólkaflokkurin. Sjúrður Skaale Í andglettinum týskvøldið segði Jóannes Eidesgaard, at hann ikki hevði verið so nógv á fólkatingi sum Sjúrður Skaale, men at Sjúrður jú var skrivari, og hevði fingið løn fyri tað. Sjálvur segði Jóannes seg hava røkt sínar skyldur sum fólkatingsmaður, hóast hann hevði tvey størv sam- stundis. Tað bar væl til, tí tað var ikki altíð so nógv at gera á fólkatingi, segði hann. Sannleikin er, at ein føroyskur fólkatingsmaður ongar sum helst fastar skyldur ella uppgávur hevur. Og tað hevur skrivari hansara heldur ikki. Før- oysku umboðini arbeiða júst so nógv, sum tey vilja sjálv. Tey kunnu gera nógv; tey kunnu gera lítið — og tey kunnu einki gera. Ein fólkatingsmaður má átaka sær uppgávur — eingin annar gevur honum tær. ABC-flokkarnir hava næstan ongar upp- gávur átikið sær á fólka- tingi. Tjóðveldisflokkurin hevur átikið sær nógvar uppgávur. Tað er munurin. Nøkur arbeiða, onnur arbeiða ikki. Men veljarin fær mest fyri atkvøðuna, um hann velur ein, sum arbeiðir. Á fólkatingi nýtist tær als einki at gera! Viðmerking til Jóannes Eidesgaard VAL05 ES-grundlógin VAL05 Sum mest burturúr VAL05 Birgir Mohr Sandi Javnaðarflokkurin var ein av flokkunum aftan fyri heimastýrislógina, sum tá var skírd vina- og frælsis- bræv. Tey av okkum, sum minnast aftur til tíðina eftir 1948 og fram til í dag ásanna, at veldugur fram- burður hevur verið her í Føroyum. Eisini tí er Javnaðar- flokkurin framvegis fyri ríkisfelagsskapinum við Danmark, og hevur ongan- tíð verið fyri loysing ella kvetting sum politiskt mál, men vil vinna meira fram á sjálvstýrisleið við hóvlig- um samráðingum og prak- tiskum politiskum loysn- um. Og væl hevur borið til. Vit føroyingar hava í dag lívsfrælsi, um nakað fólka- slag hevur tað. Í 6 ár livdu vit við tí so- kallaða fullveldislandsstýr- inum – ein sera ótrygg po- litisk tíð við ótta fyri, hvat teir nú funnu uppá. Nú- verandi landsstýri ber seg bæði skilabetur og virði- ligari at, enn tað fyrra, sum bert náddi at skerja blokkin við einum triðingi – av ber- ari dummstoltheit, tí í dag restar okkum hendan pen- ing á landsfíggjarlógini – tað var úrslitið av fullveld- isflokkunum. So langt vit í dag evna at síggja fram, er neyvan skilagott at loysa okkum úr aldargamla ríkisfelagsskap- inum, men fyritreytir og umstøður broytast, og tá er tað neyðugt at finna nýggj- ar loysnir við hóvligum samráðingum og breiðum semjum. Og tað kann blíva neyðugt hjá okkum at yvir- taka stór málsøkir, sum í dag eru felagsmál, og hes- um er Javnaðarflokkurin vakin fyri, men vit vilja varðveita ríkisfelagsskapin. Tí tað eru stórir fyriunir fyri Føroyar og okkum før- oyingar at vera saman við einum størri landi sum Danmark. Tað sparir okk- um fyri hóp av peningi til útlendska umboðan, am- bassadur og konsulat, inter- nationalar felagsskapir og hjálparorganisatiónir, sam- stundis sum danski tjóð- banin og búskapurin tryggja virði á krónuni. Vit hava ikki hernaðarligar út- reiðslur, og donsku borg- ararættindi føroyinga geva okkum sama rætt sum danir til alt undirvísingarverkið, alt heilsuverkið og mangt annað í Danmark. Og har búgva nú heilt nógvir før- oyingar. Tað er órealistiskt at siga Føroya fólki, at vit sum suverenur statur fara at spæla nakra avgerandi rollu í internationalum høpi. Vit føroyingar kunnu best verða við í samstarvi og spæla okkara rollu gjøgn- um ríkisfelagsskapin, norð- urlendska og europeiska samstarvið. Flestu føroyingar skilja í dag, at ein loysing framd við 1998-landsstýrinum, hevði verið ein sosial og búskaparlig katastrofa fyri okkum føroyingar við 4 ára skiftistíð, sum nú hevði verið liðug. Búskapur okkara sveiggjar við nøkrum góð- um árum og nøkrum ring- um árum. Beint nú hava vit vánalig tøl fyri flestu vinn- ur bæði á landi og sjógvi. Hvussu skuldu vit heilt kunnað verið blokkstuðulin fyri uttan, umframt ta kvartu milliardina, sum Danmark gjaldar okkum uttan um blokkin árliga??? Og hvussu skuldu vit verið ríkisfelagsskapin fyri uttan? Hvør skuldi goldið og tikið um endan? Tí tað hevði verið ikki bara trup- ult, men sera trupult at fingið fíggjarlógina at hanga saman og búskapur- in, vælferðin og livistøðið hevði verið farið í botn – tað hevði verið úrslitið av loysingini. Er tað tað vit ynskja – nei. Tí sigur Javnaðarflokk- urin nei til loysing, men ja til størri frælsi, meiri sam- starv og ríkisfelagsskap. Veljið Javnaðarflokkin! Ríkisfelagsskapurin og fyrimunir VAL05 Er faldarin frá Norður- atlansbólkinum goldin við donskum peningi – og nýtir Tjóðveldisflokkurin danskan pening í val- stríðnum í Føroyum? Marjus Dam valevni Sambandsfloksins Tann spurning seta mong, eftir at Norðuratlantsbólk- urin hevur sent ein faldara í hvørt hús í Føroyum. Aðrir flokkar og persónar gjalda sjálvi fyri valstríðið í Føroyum. Er ikki nóg mikið hjá Tjóðveldisflokkinum at hava valstríð í Føroyum fyri føroyskan pening – sum aðrir føroyingar? Milliónir av donskum peningi eru goldnar til Tjóðveldisflokkin ígjøg- num Norðuratlantsbólkin Tað kann staðfestast at "danskar kassadamur hjá Netto og Føtex " skulu til arbeiðis hvønn dag, fyri at gjalda milliónir av krónum til Norðuratlansbólkin hjá Tjóðveldisflokkinum. Skulu danskar kassa- damur nú til arbeiðis fyri at at fíggja eitt valstríð hjá Tjóðveldisflokkinum í Før- oyum? Tjóðveldisflokkurin tyk- ist ikki kenna sær hógv, eins og uppfinnsemi er stórt, tá talan er um at fáa fatur á donskum peningi til Tjóðveldisflokkin. Men at loysingarflokkur- in nú tykist hava valstríð í Føroyum fyri danskan pen- ing - tað man vera ovboðið hjá flestum føroyingum. Áhugavert hevði verið at vita, hvat Ríkisrevisiónir segði um hesi viðurskiftir. Er útlendskur peningur í føroyska valstríðnum ? VAL05 Bárður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum hevur valt tríggjar nýggjar limir í Búskaparráðið BÚSKAPARRÁÐIÐ tíðindaskriv frá Fíggjarmálaráðnum Í samband við at Her- mann Oskarsson, Marn- er Jacobsen og Mirjam Haraldsen hava sagt seg úr Búskaparráðnum, hevur Bárður Nielsen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, valt tríggjar nýggjar limir í ráðið. Limirnir eru vald- ir sambært Løgtingslóg um Búskaparráð. Valdur samb. § 2a: Johnny í Grótinum, cand. polit, Tórshavn Valdir samb. § 2b: Poul Geert Hansen, cand. polit, MPA, Tórs- havn Magni Laksafoss, cand. polit, Streymnes Búskaparráðið er nú mannað soleiðis: Vald samb. § 2a: Una Joensen, cand. oecon, Hoyvík Óli Samró, cand. oecon, Hoyvík Johnny í Grótinum, cand. polit, Tórshavn Vald samb. § 2b: Anna Kass, M.Sc. Econ., Hoyvík Gunvør Balle, cand. merc Argir Poul Geert Hansen, cand. polit, MPA, Tórshavn Magni Laksafoss, cand. polit, 435 Streymnes Ráðið skipar seg við formanni, sum skal vera ein av teimum trimum, ið eru vald eftir § 2a. Valskeiðið gongur út tann 31. desember 2005, tá allir limirnir í Bú- skaparráðnum standa fyri vali. Nýggir limir í Búskaparráðið