hósdagur 3. februar 2005síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14
Nr. 23 - 3. februar 2005
90 ára føðingardagur
Hósdagin 3. februar fyllir Malla Berg Olsen, Toftir,
90 ár.
Dagurin verður hildin í kirkjukjallaranum í Fríð-
rikskirkjuni kl. 18.30.
Sunnudagin 30.
januar 2005 náddi
Jákup Alberg Berg úr
Havn tindin á einum
av heimsins hægstu fj
øllum, Kilimanjaro í
Tanzania, sum við
sínum 5.895 metrum
er hægsta fjall í Afrika
FJALLAKLINTRARI
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Tað kavaði, og kuldin var
umleið minus 20 stig, tá
havnarmaðurin Jákup Al-
berg Berg náddi tindinum á
Kilimanjaro sunnudagin kl.
06.45.
Kilimanjaro í Tanzania er
eitt av heimsins hægstu
fjøllum og er við sínum
5.895 metrum hægsta fjall í
Afrika.
Tey vóru fýra, Jákup Al-
berg og tríggir danir, sum
høvdu sett sær fyri, at klára
túrin uppá Kilimanjaro
uppá 6 dagar. Túrurin byrj-
aði mikudagin 26. januar,
og tey byrjaðu frá 1.700
metrum.
Um miðnáttarleitið leyg-
arkvøldið byrjaði túrurin
upp á sjálvan tindin, teir
seinastu
knøppu
1200
metrarnir.
Av teimum fýra var tað
bert Jákup Alberg, sum
gjøgnumførdi túrin upp á
tindin.
Jákup Alberg sigur í
telduposti, at túrurin var og
ótrúliga krevjandi og nógv
torførari, enn hann hevði
roknað við.
Merkið veittraði
á Kilimanjaro
NØVN Í VIKUNI
Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135
e-mail: maggi@sosialurin.fo
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar
føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
Heilsan til
Jóhannus Martin
Solmunde
80 ára degnum 3. februar
Góði Hannus abbi.
Bara ein lítil heilsan til tín á 80 ára føðingardegi
tínum.Tað tykist eitt sindur løgið, at tú skalt verða
80 ár, tí tú virkar nógv yngri - serliga í sinni.
Tað er altíð so deiligt at koma at vitja teg og
ommu. Mann merkir so væl, at tit eru glað fyri tað.
Og at síggja, hvussu góður tú ert við ommu... - tað
er ótrúligt. Tað er ein stórur eginleiki hjá tær, at tú
dugir væl at vísa kærleika uttan at siga ella gera
nakað serligt, bara við at vera tann, tú ert.
Haldi ikki, at eg nakrantíð havi upplivað teg í
ringum lag, og bara tað í sær sjálvum hevur havt
eina stóra ávirkan á øll tey, sum eru um teg. Tú ert
so raskur og rokast altíð við okkurt, sjálvt um
heilsan kanska ikki altíð hevur verið av tí besta.
Altíð ert tú í góðum lag og klárur at geva eitt
klemm, bleytur og kensluborin, og tað er so deiligt.
Tú hevur ongantíð verið tann, sum hevur sagt so
nógv. Men trý orð, sum tú ongantíð hevur verið
sparin við at siga, og sum eg altíð hoyri frá tær, eru:
"Abbi elskar teg" - meira enn tað er ikki neyðugt at
hoyra.
Tú dugir á so mangan annan hátt at vísa, at tú ert
áhugaður í og góður við tey nærmastu hjá tær.
Minnist hvussu "cool" eg helt tað vera, at tú vart í
ítrottarhøllini og við fótbóltsvøllin og hugdi at,
meðan eg spældi hond- og fótbólt, og tú vart eisini
sera stoltur at síggja til, tá eg skoraði okkurt máli.
Og fór eg um koll, ella helt tú, at onkur kanska var
í so harðligur við meg - ja, so hoyrdist eisini, at tú
ikki vart nøgdur við tað... men eisini tað hevur
sína sjarmu.
At enda, abbi, vil eg ynskja tær og ommu alt tað
besta í tíðini, sum liggur fyri framman, og takk
fyri, at tit hvønn dag biðja Jesuspápa vera hjá
okkum og verja okkum. Tað er so trygt og gott at
vita, og má Hann eisini signa tykkum framyvir.
Kærar heilsanir frá
elstu abbadóttrini
Jákup Alberg Berg á
tindinum á Kilimanjaro við
føroyska flagginum og m.a.
ílatin undirklæðir og
troyggju frá Tøting í Gøtu.
Myndina hevur ein av
ferðaleiðarunum tikið
Her fær Jákup Alberg Berg
prógvið, sum vísir, at hann
náddi tindin á Kilimanjaro
Sum nakað nýtt seta vit nú allar myndir av brúðar-
pørum, sum vera sendar til til teigin "Heilsanir", í
Vikuskiftis Sosialin í litum.
Brúðarmyndirnar koma undir somu treytir sum aðrar
myndir til "Heilsan-ir", t.v.s. at tær kosta 30 kr.
Síðsta freist at lata brúðarmyndirnar inn er hósdag
kl. 12.00
Sosialurin
Litmyndir av
brúðarpørum í