Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-03, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. februar 2005síða 15

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Dagurin 3. februar, Blásius, deyður umleið ár 300. Tikin av døgum fyri trúar sakir. Var biskupur í Sebaste í núverandi Turkalandi, og av tí at hann bjarg- aði einum smádrongi, sum hevði sett eitt fiskabein í hálsin, varð hann tilbiðin sum verndari fyri hálsverk. Dagurin var eisini róptur blámessa, og var blámessudagur stillur og klárur, boð- aði tað fyri einum brúsandi vári, varð sagt. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Nr. 23 - 3. februar 2005 15 Her er ein skúlamynd av flokkunum 5.a og 5.b í Tórshavnar Kommunuskúla í 1958 Myndin er tikin í einum fimleikartíma av Peturi H. Simonsen, ið var lærari í fimleiki. Aftasta rað f.v.: Hjalti Samuelsen, Bergur Jensen, Hans Andrias Rubeksen (Hassadi), Signar Dalsfoss, Jógvan Asbjørn Skaale, Kári Davidsen Dagbjartur Johansen, Sjúrður Samuel- sen, Hjørleif Poulsen og Janus í Gong. Næst aftasta rað f.v.: Anthoni Nielsen, Niels Thomsen, Karl Hermansen, Margeir Ørvarodd, Kristin Johnsson, Jógvan Sofus Vágsheyg og Signar Nicla- sen. Næst fremsta rað f.v.: Sjúrður Joensen, Gisli Ras- mussen, Martin Danielsen, Alvin Egholm, Óli Jacob- sen, Einar Jacobsen og Martin Restorff Jacobsen. Fremsta rað f.v.: Símun Poulsen, Jóin Poulsen, Bogi Davidsen, Hans Kristian Mikkelsen, John Eysturoy, Páll Hansen, Olaf Johansen og Snæbjørn Hansen. Myndaeigari: Anthoni Nielsen Týsmorgunin 14. december sá út at verða ein vanligur morgun. Komin til arbeiðis, var eg uppringdur. Stemman í hinum endanum segði mær, at nú hevði Kára lagt árarnar inn. Tað var sum um man steðgaði upp og fór at hugsa. Hví skuldi lagnan gerast so hørð hjá henni, sum man hevur kent frá barnaárum av, hon sum var so lívsglað. Tú kundi práta við hana, og altíð virkaði hon at vera í góðum lag, sjávlt um hon hevði sítt at stríðast við. Tú ført altíð frá henni lættur í huga, tí tú hevði møtt henni við einum látri yvir okkurt sum er stuttligt í gerandisdegnum. Kára var dóttir Joninu og Jákup Michael Mikkelsen á Toftum. Tey vita hvat tað er ar missa, tí í 1964 mistu tey sonin Jákup, sum druknaði á Toftavatni. Umframt Káru og Jákup, eiga tey fýra onnur børn, sum eg ikki ivist í, er ein troyst hjá teimum í hesi sváru tíð, nú tey eisini eru komin upp í árini. Kára giftist við Sigmundi, sum er ættaður av Selatrað, og fingu tey fýra børn. Má Guð styrkja tykkum øll í hesi sváru tíð hvar tit hava mist hana, sum stóð tykkum ómetaliga nær. Og skjótt er tíð mín runnin, tí skal eg Jesus teg um lítla stund nú skoða, tú heintar sjálvur meg. Hjá tær eg har kann síggja tað, sum eg trúði á og hørpuna av gulli eg fái frá tær tá. (HMS 677) Friður veri við minninum um Káru Jón syskinabarnið Eitt minni um Káru Djurhuus Toftir Fimleikarar í Tórshavnar Kommunuskúla í 1958