hósdagur 3. februar 2005síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 23 - 3. februar 2005
Speiskar, sorgblíðar,
skemtiligar. Allar
meiningar um list
fingu pláss í Ribar-
húsi í Fuglafirði týs-
kvøldi í gamla goym-
slubygninginum, sum
gjørdist ein listaperla,
og sum í løtuni hýsir
síni 50. listaframsýn-
ing
LIST
Anna V. Ellingsgaard,
anna@sosialurin.fo
Myndir: Bárður Lydersen
- Ein góður listamaður er
ein deyður listamaður, sum
onki seldi, meðan hann
livdi. So vita tit tað, tit sum
klára at fylla Listaskálan
við áskoðarum ella liggja
ovast á metseljaralistanum
hjá bókasøluni! Speisemið
feilt onki, tá Justinus Eides-
gaard undirhelt eitt stúgv-
andi fult Ribarhús í Fugla-
firði týskvøldi við sínum
erligu og sera bersøgnu
hugleiðingum um, hvat list
er fyri nakað. Annars gjørdi
hann vart við, at tey, sum
væntaðu sær eitt svar uppá
spurningin, fóru at fara
skuffaði
avstað
aftur.
Skuffaður var tað nú neyv-
an nakar, sum bleiv -
kanska onkur sjálvhátíðar-
ligur snobbur, men teimum
var tað ikki rættiliga pláss
fyri í gamla goymslubygn-
inginum við síðuna av
Piddasahandli hesa løtuna.
...
Hugtakandi málningarnir
hjá Heðini Kambsdal, sum
hanga á vegunum í Ribar-
húsi beint nú, siga eina
søgu. Ikki bara hana, um
eitt serligt listahugflog,
men eisini eina um nakrar
ídnar eldsálir í Fuglafirði,
sum megnaðu at umskapa
ein gloymdan goymslu-
bygning til eina listaperlu
av tí ektaða slagnum. Tað,
sum byrjaði sum ein roynd
at lokka okkurt smæðið
listafólk út úr kjallaranum
við eini skitsu ella kanska
báðum tveimum, er eftir
bert fáum árum vorðið eitt
tað mest lokkandi savning-
arstaðið fyri listafólk og
listaáhugaði í Føroyum. At
sleppa at sýna fram í Ribar-
húsi er vorðið ein heiður og
at trína inn er ein fragd av
teimum fáu. Framsýningin
hjá Heðini beint nú er tann
50. í røðini og tað høvdu
tey, sum eiga lívið í Ribar-
húsi, sett sær fyri at hátíð-
arhalda. Ella gera eitt sind-
ur burturúr er nokk rættara
orðið, tí serliga hátíðarlig
vóru tey ikki, Lena og Nic-
las, sum ikki lótu streymslit
órógva spæligleðina, Lena
L. Mohr, fuglfjarðagentan,
sum gjørdist havnakvinna,
og hesuferð gjørdi sær sínar
tankar um List og sam-
skifti, metseljarin sjálvur,
Justinus Eidesgaard, sum
hevði sett sær fyri ikki at
svara spurninginum "Hvat
er list" og skemtarin, Heri
Simonsen, sum grunaði yv-
ir, hvør munurin er á at inn-
rømma og innramma síni
mistøk, og hví Jeepurin hjá
Trónda Patursson ikki hev-
ur flagtak ...
...
Tá tað nú ikki ber til at for-
klára fólki, hvat góð list er
fyri nakað, hví so ikki bara
taka hana við sær og vísa
teimum hana? So Justinus
Eidesgaard hevði fylt sær
bilin bil við sínum yndis-
málningum og tikið teir við
sær í Riberhús. Soleiðis.
Gerið so væl. Upp á staffe-
liið kom ein ovurstórur
málningur av eini naknari
kvinnu, og Justinus var
fyndarglaður, tí nú slapp
hann endiliga at vísa máln-
ingin, hann annars má
goyma í kjallaranum, tí tað
ikki sømir seg at hava slíkt
hangandi í stovuni. Tað er
ov galið, helt Justinus, tí
hvat skal listin, um hon ikki
skal øsa, sjokkera, rúsa,
arga. Nei, føroysk list er alt
ov skikkilig, og torir ikki at
vísa føroyingar, tá teir bera
seg at, sum menniskju,
segði Justinus, meðan hann
tosaði seg enn heitari
- Eg sakni heitu lýsingar-
nar av bilfríggjunum, sum
eru grundarlagið undir
teimum flestu hjúnarbond-
unum. Eg sakni skríggjandi
elskhugsýlini millum fjøll í
myndlistini. Eg sakni list-
ina, tá sorgin sveipar sín
náðileysa koyril yvir sam-
Óhóskandi fyr
Lena og Niclas lótu tónleikagleðina fylla hvønn krók í gamla goymslubygninginum
Listamaðurin Heðin Kambsdal eigur 50. framsýningina í Ribarhúsi, sum er at sígga í løtuni
Tað var fjálgt í Fuglafirði týskvøldið inni í hugnaliga Ribarhúsi.