Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-03, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. februar 2005síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 3. februar 2005 17 felagið í sundursorðaðum ungdómum, sjólætnum monnum, grátandi einkj- um, faðirleysum børnum og tungum líkfylgjum. Eg sakni myndlistina hjá einsamøllum eldri, sum gerast einsamallari fyri hvønn dag, onkur av teirra javnlíkum doyr frá teimum. Eg sakni myndlistina í vert- skapi, í hundasjúku, í sjalo- usi, í ótrúskapi, tá veking- arrørslurnar ganga sína sig- ursgongd yvir landið. Justinus tosaði við stór- um armrørslum um listina, sum í veruleikanum bara er ein eftirlíkning av fyrsta listaverkinum av teimum øllum - skapanarsøguni, men hann undraðist og arg- aðist yvir at føroyingar ongantíð vóru komnir víð- ari enn til motivini, sum vóru skapt triðja dagin - havi, fjøllini, landslagið. - Ikki tí, tað í sær sjálvum er nakað galið við lands- lagslist, hon er bara so ovurumboðað í føroyskari list, at tað hálva hevði verið væl meir enn nokk. Er tað ikki líka við at vera í so nalvaskoðandi, tá føroying- ar halda tað vera so frálíkt at hava somu mynd hang- andi á vegginum, sum hana teir síggja hvørja ferð, teir kaga út millum gardinurnar í vindeyganum.? Men gott er, helt Justin- us. Um tey, sum eiga máln- ingin, halda hann vera góð list, er hann tað nokk, tí sannleikin um góða list kann ongantíð verða annar enn tín egni, sum góði, gamli Kant so vísiliga segði tað. ... Eitt ferðsluóhapp á veg til Fuglafjarðar gjørdi, at blað- stjórin á Kvinna, Lena L. Mohr, var eitt sindur seink- að til løtuna í Ribarhúsi. Vónandi skal tað ikki vera neyðugt við einum ferðslu- óhappi fyri at fáa okkum at steðga á, hugleiddi Lena, men tað fekk hana at hugsa um, hvussu illa vit í grund- ini duga at geva okkum stundir til at binda frið eina løtu. Og júst hetta megnar listin - hon krevur av okk- um, at vit steðga á og merkja okkara kenslur, steðga á og geva okkum stundir til at smílast, flenna, gráta, hugsa. List fær menniskju reagera, tí er hon kanska fyrst av øllum ein máti, menniskju sam- skifta við hvønn annan uppá, segði Lena Við einum starvi sum lýsingarfólk, var tað kanska upplagt, at Lena L. Mohr hevði valt at hugleiða um "List og samskifti", men sjónarhornið hjá Lenu var eitt sindur øðrvísi, enn tað vanliga. Í Lenusa verð er tað list, tá vit lata okkum í okkara yndis cowboybuks- ir, tá vit hanga júst hasa lampuna upp í stovuni og tá vit prenta vakrar myndir á okkara ferðavinnufaldarar. Vit gera tað, tí tað hevur týdning fyri okkum, og tí vit vilja fortelja nakað ser- ligt um okkum sjálvi og fyri okkum sjálvum. - Tey flestu av okkum halda kanska, at vit í besta føri brúka ein lítlan part av okkara frítíð uppá list, tá vit fáa tikið okkum saman at lesa eina bók ella fara á eina framsýning. Men í veruleikanum eru vit um- gyrd av og brúka list alla- tíðina og allastaðni í ger- andisdegnum. Tí ber tað als ikki til at ímynda sær eina verð, uttan list, segði Lena, sum ikki var sørt errin av at vera uppvaksin í eini bygd, sum í so stóran mun hevur valt at brúka listina og mentanina til at fortelja søguna um seg sjálva. ... Stúgvandi fulla hølið í Rib- erhús hetta kvøldið var nokk besta prógvið um, at fuglfirðingar duga hatta við geva listini pláss í gerandis- degnum og ikki minst at rúma henni í øllum hugs- andi útgávum. Eisini frá skemtiliga sjónarhorninum hjá Hera Simonsen og hansara prikandi søgum, sum avgjørt ikki vóru fyri smásárar sálir. Spell at tað ikki ber til at endurgeva tær á prenti, tí eins og list og serliga løtan í Fuglafirði týskvøldið, skuldu tær upp- livast. ri listasnobbar Skemtarin og postmaðurin, Heri Simonsen, helt tað vera hóskandi hjá sær at hugleiða um post-modernaða list Í Fuglafirði nýtast tey sjáldan at fara av bygdini at finna rætta persónin at seta eitt mentanarkvøld. Aðalstjórin í mentamálaráðnum, Petur Petersen, er sjálvandi fuglfirðingur Fuglfjarðagentan, sum gjørdist havnakvinna, Lena L. Mohr, hugleiddi um "List og Samskifti" Justinus Eidesgaard slapp umsíðir at vísa sína naknu dámu, sum hann annars má goyma í kjallaranum, tí hon er ov óskikkilig at hava í stovuni