Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-12, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. august 2000síða 13

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 25 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 153 - 12. august 2000 Nr. 153 - 12. august 2000 Undirvísingar- og mentamálstýrið Mentamáladeildin ENDURLÝSING Rektari til Sjúkrasystraskúla Føroya Vegna ov fáar umsóknir verður við hesum lýst av nýggjum eftir rektara til Sjúkrasystraskúla Føroya. Sjúkrasystraskúli Føroya fer, umframt at fevna um sjúkrasystraútbúgvingina, eisini at fevna um tær nýggju almanna- og heilsuútbúgvingarnar. Sjúkra- systraskúli Føroya fer sostatt at hava tvær útbúgv- ingarrásir, og fer hvør rásin sær at hava ein deildar- leiðara við fakligari og námsfrøðiligari ábyrgd. Starvið Rektarin umboðar skúlan úteftir og hevur undir Undirvísingar- og Mentamálastýrinum evstu ábyrgd av, at útbúgvingarnar verða framdar sam- bært galdandi lógum og reglum. Afturat skúlanum verður knýttur skrivari, ið er rektaranum til hjálpar við fyrisitingaruppgávum. Rektarin hevur eina ávísa undirvísingarskyldu. Førleikakrøv • Sjúkrasystraútbúgving við viðkomandi fram- haldsútbúgving ella eftirútbúgving • Royndir innan leiðslu, undirvísing og annað námsfrøðiligt virksemi • Góð leiðslu- og samstarvsevni • Skil fyri fíggjarstýring og fyrisitingarligum viðurskiftum Tað er av týdningi, at rektarin er før/ur fyri at leiða og fyrisita báðar útbúgvingarrásirnar, og kann virka í góðum samstarvi við starvsfelagar. Rektarin skal kunna savna, samskipa og hava yvirlit. Rektarin skal vera menningarsinnað/ur og kunna fáa í lag eitt álitisfult og mennandi samstarv bæði innan- og uttanhýsis. Vit bjóða Eitt starv við avbjóðing, har tú verður við til at skapa sjálvt starvið, eins væl og ta víðari menn- ingina á skúlanum. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggj- armálastýrið og Sjúkrasystrafelag Føroya. Umsókn Umsókn við prógvum o.ø verður at senda til: Undirvísingar- og Mentamálastýrið Hoyvíksvegur 72 Postrúm 3279 110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 14.08.2000, kl. 15.00. Starvið verður at seta skjótast tilber. Rektarin verður við til at seta bæði deildar- leiðarastørvini. Um tygum ynskja fleiri upplýsingar, herundir eina starvslýsing, kunna tygum ringja til Jóannes Dalsgaard, deildarstjóra, á tlf. 215052 ella Kristi- onnu S. Jacobsen, fulltrúa, á tlf. 314545 (privat). Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Sjúkrasystraskúli Føroya hevur tvær útbúgvingarrásir, har onnur rásin er sjúkrasystraútbúgvingin og hin tær nýggju almanna- og heilsuútbúgvingarnar. Sjúkrasystraútbúgvingin er ein miðallong framhaldsútbúgving á 45 mðr.. Almanna- og heilsuútbúgvingarnar umfata almanna- og heilsuhjálparaútbúgvingina, 1 ár, og almanna- og heilsurøktaraútbúgvingina, 11/2 ár. Í løtuni eru um 9 størv á Sjúkrasystraskúla Føroya, og økist hetta nakað, tá tann nýggja skipanin er farin at virka. Fyristøðufólk til Sjálvsognarstovnin »ALV« Við hesum verður søkt eftir fyristøðufólki til Sjálvsognarstovnin ”ALV”. Endamálið hjá ALV er at verða arbeiðs- tarnaðum til hjálpar við framleiðslu og annars at hjálpa avlamnum til arbeiðis soleiðis: • At royna arbeiðsevnini hjá arbeiðstarn- aðum við atliti til meting um møguleika hjá tí einstaka at arbeiða. • At menna arbeiðsmøguleikarnar hjá ar- beiðstarnaðum sum heild. • At skipa fyri arbeiðsvenjing, endurbúgving, og umskúling, so vinnutarnaði kunnu fara aftur til arbeiðis. • At skipa fyri fakligari útbúgving, handaliga ella bókliga av arbeiðstarnaðum. • At skipa fyri vinniligum vardum arbeiði fyri avlamnum, sum ikki hava førleika at ar- beiða í vanligari vinnu. • At stuðla arbeiðstarnaðum at virka og til at avhenda vørur. ALV rekur skúlan við Áir, verkstað, pylsubúð og sølubúð har virkaðu lutirnir verða seldir. Arbeiðsøki og heimildir hjá Fyristøðu- fólkinum. • Standa fyri dagligu fyrisitingini, harundir, setan av starvsfólki í samráð við stýrið fyri ALV • Ábyrgd fyri ráðlegging, raðfesting, íverk- setan og samskipan av arbeiðsuppgávum á stovninum. • Ábyrgd fyri støðugari menning á stovn- inum, soleiðis at stovnurin støðugt tillagar seg tørvinum hjá brúkarunum. • Fyristøðufólki hevur heimild til, saman við stýrisformanninum, ella stýrislimum at binda stovnin. Ynskiligt er við umsøkjara sum lúkar niðanfyrinevndu krøv: • Hóskandi ástøðilig útbúgving. • Royndir og áhuga fyri leiðslu. • Góð leiðslu- og samstarvsevni. • Evni at seta í verk fyriskipanir. • Kunnleika til fíggjarstýring. Lønar- og setanartreytir: Fyristøðufólkið verður sett í starv av Stýrinum fyri Sjálvsognarstovnin ALV. Starvið verður lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálastýrið og viðkomandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita við at venda sær til: Bartal Kass, stýrisformann, tlf. 221310. Umsókn við avriti av prógvum v.m. skal send- ast til: Sjálvsognarstovnin ALV, Postsmoga 1122, 110 Tórshavn. Umsóknarfreistin er 1. september 2000. ALV-Stýrið Postboks 1122, 110 Tórshavn Eysturoyingar Nýtt teoriskeið byrjar aftur hóskvøldið 10/8 kl. 19.00 Stanley Olsen, tlf. 211099 Ole Lykke, tlf. 220972 Hugo Kristiansen, tlf. 225225 DEKK! Søla, skift og avbalansering Vit skifta eisini olju og filtur HS Dekk v/ Hugo Skorastein Leirvík Tlf. 222018 ✄ ✄ ORKU TIL VØDDARNAR - KROPPIN Í JAVNVÁG HITA · MASSAGU · LINNA Elin Danielsen Útb. fysioterapeutur Dr. Jakobsensgøta 22 100 Tórshavn Tlf. 21 44 77 Eingin sáttmáli er við Sjúkrakassan stephanssons hús Undirvísingar- og Mentamálstýrið Mentamáladeildin Leiðari til Altjóða Skrivstovu Altjóðagerðin á útbúgvingarøkinum ger, at størri tørvur er á vitan um útbúgvingar, stuðulsmøgu- leikar og liviumstøður í øðrum londum, soleiðis at vit eru før fyri at geva lesandi nøktandi leiðbeining. Tørvur er eisini á øktum samskifti við útlendskar lærustovnar, og á at vit kunnu fylgja við í og umsita millumlanda avtalur og skipanir. Undirvísingar- og Mentamálastýrið fer tí at seta á stovn Altjóða Skrivstovu, og verður í hesum sam- bandi søkt eftir einum akademiskum starvsfólki at verða leiðari fyri Altjóða Skrivstovuni. Starvið Høvuðsuppgávurnar hjá leiðaranum eru m.a.: • savna vitan um hægri útbúgvingar-, granskingar- og stuðulsmøguleikar til lesandi • virka fyri umbýti av lesandi millum Føroyar og útlendskar lærustovnar • styrkja samskiftið við lærustovnar uttanlands • ráðgeva viðvíkjandi góðskriving (meritering) • ráðgeva lærustovnum í spurningum um útbúgv- ingar og viðkomandi viðurskifti annars í útlond- um • fáa sambond við leiðarar á øðrum altjóða skriv- stovum • upplýsa alment um lestrar- og stuðulsmøguleikar og gera kunningartilfar • veita lesandi beinleiðis ráðgeving og praktiska hjálp til lesandi, serliga teimum sum ætla sær uttanfyri Danmark at lesa hægri lestur Førleikakrøv Vit vænta okkum m.a., at umsøkjararnir: • hava útbúgving frá hægri lærustovni • hava áhuga fyri umsiting • hava áhuga fyri hægri útbúgvingum • eru førar/ir fyri at arbeiða sjálvstøðugt og kunna taka avgerðir • hava góð samstarvsevni og eru fyrikomandi Harumframt er tað ein fyrimunur, at umsøkjararnir hava royndir úr øðrum starvi. Vit bjóða • Eitt ábyrgdarfult, áhugavert og fjølbroytt starv, har tú sjálv/sjálvur ert við til at skapa starvið • Eitt starv, har tú ert við til at byggja nakað frá grundini • Eitt starv, sum er spennandi við skiftandi upp- gávum og við nógvum samskifti úteftir Arbeiðið er á einum høgum fakligum stigi, og møguleikarnir fyri bæði persónligari og fakligari menning eru góðir. Tú kemur at arbeiða í einum spennandi umhvørvi við skiftandi uppgávum tætt saman við politisku myndugleikunum og stovnum innan undirvísing og mentan. Setanar- og lønartreytir Starvið verður sett sambært sáttmála millum Før- oya Landsstýri og viðkomandi yrkisfelag. Viðmerkjast skal, at setanarøkið fevnir um aðal- stýrið og stovnar tess. Umsókn Umsókn við prógvum o.ø. skulu sendast til: Undirvísingar- og Mentamálastýrið Postrúm 3279 110 Tórshavn Umsóknin skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 4. september 2000, kl. 15.00. Starvið verður at seta skjótast tilber. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, kanst tú ringja til Petur Petersen, aðalstjóra í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum ella Jóannes Dalsgaard, deild- arstjóra í Undirvísingar- og Mentamálastýrinum, á tlf. 35 50 50 ella á fartelefon 21 50 52. Undirvísingar- og Mentamálastýrið hevur sum høvuðsuppgávu at fyrisita undirvísingarmál, mentamál og gransking. Harafturat eru uppgávur viðvíkjandi kirkju, loftmiðlum, ítrótti og øðrum frítíðarvirksemi. Uppgávurnar hjá Altjóða Skrivstovuni verða millum annað at veita Fróðskaparsetri Føroya og granskingar- og aðrar hægri lærustovnar tænastur innan samskifti við útlendskar hægri lærustovnar. Herundir at ráðgeva innan góðskriving o.a. Harumframt skal Altjóða Skrivstovan virka sum savningarmiðdepil fyri vitan um hægri útbúgvingar, granskingar- og stuðulsmøguleikar fyri lesandi. Altjóða Skrivstovan verður bygnaðarliga beinleiðis undir Undirvísingar- og Mentamálastýrinum. Skrivstovan fer at húsast saman Setursskrivstovuni hjá Fróðskaparsetri Føroya. Til sølu Nýggjur Volvo V70, 140 km, vínreyður við alu-felgum 17“ og aðrari eykaútgerð. Silvurgráur Mazda 323, 2.0 diesel við sportsfelgum, árg. 98, 12.500 km. Tlf. 457554 ella 283161 KONSERTFELAGIÐ OG NORÐURLANDAHÚSIÐ Sosialurin - 311820 Ein av heimsin kendastu floytuspælarum MANUELA WIESLER í Føroyum Norðurlandahúsið Týsdagin 15. august kl. 19.30 Býráðssalurin í Runavík Hósdagin 17. august kl. 19.30 Atgongumerkir fáast á kunningar- stovunum í Runavík og Tórshavn og á konsertstøðunum. Sandv’karhjalli - Tel. 315600 - Fax 318008 Tosið við okkum! ¥ Atlas Copco borivognar Atlas Copco borivognar ¥ Alt innan boring & bori Alt innan boring & bori œtgerÝ ¥ Atlas Copco luft-kompressarar Atlas Copco luft-kompressarar , st, st ¿rri & sm rri & sm ¾rri -til allar uppg -til allar uppg ‡vur! ¥ Eykalutir til flest allar entrepren Eykalutir til flest allar entrepren ¿rmaskinur ¥ V V it œtvega allar entrepren tvega allar entrepren ¿rmaskinur! ¥ Atlas Copco borivognar ¥ Alt innan boring & boriœtgerÝ ¥ Atlas Copco luft-kompressarar, st¿rri & sm¾rri -til allar uppg‡vur! ¥ Eykalutir til flest allar entrepren¿rmaskinur ¥ Vit œtvega allar entrepren¿rmaskinur! Leverandørurin til entreprenørar í 28 ár... Broytingar og umvælingar av gomlum protesum Kliniskur tannteknikari BERGUR Á REYNATRØÐ Børkuvegur, 620 Runavík Tlf. 448480 Stongt vegna summarferiu til 21. aug. Nýggjar TANNPROTESUR Lesið