Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-12, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. august 2000síða 12

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 23 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 153 - 12. august 2000 Nr. 153 - 12. august 2000 SKEIÐTÆNASTA HANDILSSKÚLANS * STH Tel: 318813, Fax: 313374, T-postur: fh-sth@post.olivant.fo, http: //sth.olivant.fo STH Skeið til Teldukoyrikort - heysthálvan 2000 Skema 2000 Skeið Fyri tey, ið melda seg til øll sjey skeiðini, er kostnaðurin kr. 10.000,00 íroknað undirvísing, skeiðtilfar og mat. Kostnaður fyri royndir: Fyri tey, ið hava verið á telduskeiði hjá STH kr. 350,00 Fyri sjálvlesandi kr. 450,00 Kostnaður fyri umroyndir kr. 150,00 Windows Word Excel Powerpoint Acces Internet Grundskeið í teld F1 12 8.30-12.15 1900 F2 16 8.30-12.15 2600 F3 16 8.30-12.15 2600 F4 16 8.30-12.15 2600 F5 8 8.30-12.15 1500 F6 12 8.30-12.15 1900 F7 12 8.30-12.15 1900 22.,24.,29. 31. 5.,7.,12. 14.,19.,21.,36 16.,23.,30. 7. 28. 3.,5.,17 19.,24. 26.,31. Nr. Tímar Kl. Kostnaður August September Oktober November Desember Januar Februar Windows Word Excel Powerpoint Acces Internet Grundskeið í teld K1 12 16.00-20.00 1900 K2 16 16.00-20.00 2600 K3 16 16.00-20.00 2600 K4 16 16.00-20.00 2600 K5 8 16.00-20.00 1500 K6 12 16.00-20.00 1900 K7 12 16.00-20.00 1900 7.,9.,14. 31. 7.,14. 4.,11.,18 25. 2.,8. 21.,28. 5.,12 19.,26. 2. ,9. 14.,21. 2. Skrivstovufólk- menningarmøguleikar Søkt verður eftir fólki til skrivstovu okkara á Toftum. Arbeiðið umfatar logistikk, bókhald og aðrar fyrifallandi uppgávur. Ætlanin við starvinum er, at viðkomandi innanfyri stutta tíð skal kunna arbeiða sjálvstøðugt og hjálpa til við innkeypi av rávørum. Viðkomandi hevur stórar møguleikar at mennast innanfyri yrki og skal við tíðini sjálv/ ur leggja arbeiðið til rættis. Lønin er kapp- ingarfør og hækkar við ábyrgdini hjá við- komandi. Umsøkjarin skal hava drúgvar royndir inn- anfyri skrivstovuyrki. Viðkomandi skal vera nærløgd/nærlagdur og passa inn í eitt um- hvørvi eyðkent við óformligum samverutóna. Umsøknin skal sendast til Valhalla innan 15. august. Fleiri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Peter vognsen Nørgaard, stjóra. Valhalla er ein nýggj fyritøka sum varð stovnað í 1999 við adressu í Hoyvík. Nýggj framleiðsluhøll við skrivstovu er á Toftum. Fyritøkan í Føroyum framleiðir og selur feskar fiskavørur sum seljast til nógvar minni kundar innanfyri EU. Valhalla P/F • Niðara Gøta 76 • 188 Hoyvík, Faroe Island • P/F reg. nr. 2900 Tel. +298 321880 • Fax +298 321890 • E-mail: valhalla@post.olivant.fo TK-STOVAN Niels Finsensgøta 37 • 100 Tórshavn Tel. 31 73 66 • Fax 31 93 63 Fá ókeypis ráðgeving áðrenn tú byrjar nýtt virki Hugsar tú um at byrja við egnum virki? So kannst tú fáa serkøna ráðgeving áðrenn tú byrjar. Við skipa- nini "Ókeypis ráðgeving áðrenn byrjan av fyritøku" kannst tú fáa ráðgeving fyri kr. 7.000,- hjá Virkisráð- geving Sp/f sum hjálpir tær í gongd. • Ráðgevin verður tín samstarvsfelagi, tá ið tú av- gerð at byrja við egnari fyritøku • Tú fær hjálp til at gera eina virkisætlan, ið lýsir fullt út títt hugskot • Tú fær eisini at vita um so er, at ætlanin ikki tykist burðardygg • Virkisráðgevin kann eisini vísa til aðrar ráðgevarar, um tað gerst neyðugt Ynskir tú at vita meira um "Ókeypis ráðgeving áðrenn byrjan av egnari fyritøku" so ring til TK-stovuna. Sosialurin - 311820 Arbeiði Hevur tú hug at hjálpa til í nýggja køkinum í Club 20? Í samband við at vit hava opna nýggja café í neðra sóknast vit eftir 2 hjálparfólkum til køk okkara. Ikki er neyðugt við útbúgving. Ein treyt er tó at tú ert fylt/ur 18 ár. Um hettar hevur tín áhuga so vinarliga ringið og tosið við Jeanette á tlf.: 216804 áðrenn kl. 17.00 315628 eftir kl. 17.00 Boðanesgøta • FO-188 Hoyvík Tel. 31 54 78 • Fartel. 28 21 00 • Fax 32 04 78 • Grasvøllir • Planting • Viðlíkahald • Seta gravsteinar upp v.m. • Gera tún við flisum ella oljugrúsi • Grevstur í sambandi við olljutangaskifti o.a. Spyr - tað kostar einki! Við 25 ára royndum hava vit roynt tað mesta Frá 1000 ára haldinum Sunnudagin 13. august kl. 16.00 heldur Hanus A. Samuelsen fyrilestur í Sandavágs kirkju um Halgidagssiðir. Sunnudagin 13. august kl. 16.00 heldur Johs. Andr. Næs fyrilestur í Havnar kirkju um Kirkjusiðir. FØROYAR KRISTNAR Í 1000 ÁR Postboks 1121 · tlf. +298 321132 · fax +298 321761 · FO-110 Tórshavn Starvið sum Fyritaksstjóri í Sjónvarpi Føroya er leyst at søkja Fyritaksstjórin er settur beint undir og við tilvísing beinleiðis til sjónvarpsstjóran. Bygnaðurin á stovninum er ”flatur” við eini stjórn við stápseindum, eini fíggjar- og fyrisitingardeild, eini kt-deild umframt programmdeildunum. Bygnaðurin í Sjónvarpi Føroya er seinastu tvey árini munandi umskipaður, og fíggjar- stýringin og mannagongdir annars eru og verða tillagaðar nýggja bygnaðinum. Hetta ber m.a. í sær, at tær ymsu deildirnar hava fingið størri sjálvstøðu og samstundis munandi størri fíggjarligar ábyrgdir. Starvið: Fyritaksstjórin hevur við ábyrgd mótvegis sjónvarpsstjóranum dagliga raksturin av stovninum um hendi, bæði hvat fyrisiting og fíggjarstýring viðvíkur. Starvið fevnir soleiðis um • gerandis budgetteftirlit • starvsfólkaviðurskifti • fyrisitingarligar mannagongdir • dagligt keyp Høvuðsuppgávurnar hjá fyritaksstjóranum eru at leiða og skipa fyri tí dagliga arbeiðinum á fíggjar- og fyristingardeildini og at leggja til rættis ársfíggjarætlanir og langtíðar fíggjarætlanirnar innan teir karmar, sum stovnurin hevur at virka undir. Ein týðandi leiklutur hjá fyritaksstjóranum er at virka sum samstarvspartur bæði hjá stjóranum og hinum deildarstjórunum í øllum fíggjarligum og fyrisitingarligum málum. Á inntøkusíðuni skal fyritaksstjórin virka sum samstarvspartur hjá marknaðardeildini. Miðað verður eftir, at fyritaksstjórin er virkandi stjóri, tá sjónvarpsstjórin er burturstaddur ella hevur forfall. Arbeiðsuppgávurnar fevna um: • dagligu roknskaparførsluna og at gera deildarroknskapir • at seta upp roknskapir fyri tíðarskeið og ársroknskapir • at hava um hendi rakstrar- og gjaldførisætlanir • at fyrisita yvirordnað starvsfólkaviðurskifti • at skipa fyri mannagongdum á øllum fyrisitingarligum økjum • at greina starvsfólkapolitikk og virkisgongdir • leiðsluna av móttøkuni og skrivstovuni • ábyrgd av ognunum, sum stovnurin húsast í Umsøkjarin: Starvið er avbjóðandi, og hevur tú hug at royna teg, krevst, at tú hevur lokið búskaparligt embætisprógv ella hevur aðra samsvarandi útbúgving. Tað hevur eisini áhuga, hvørjar viðkomandi royndir, tú annars hevur. Tað er avgerandi, at tú sum umsøkjari eisini hevur ein liðiligan hugburð og góð samstarvsevni. Starvið krevur evnini til at arbeiða sjálvstøðugt og at taka avgerðir — ofta í eini knappari vending - og at boða stavsfelagum og starvsfólki frá teimum á ein tílíkan hátt, at tað elvir til loysnir og framburð. Setanarviðurskifti: Starvið verður sett og lønt sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og viðkomandi yrkisfelag. - - - - - Hevur tú áhuga fyri at fáa meira at vita um starvið, kanst tú venda tær til Trónd Djurhuus, sjónvarpsstjóra, á tlf. 340400 ella til Jógvan Amonsson, ríkisgóðkendan grannskoðara, Inpact á tlf. 314700. Ætlanin er at seta starvið skjótast tilber. Umsóknir við prógvum og møguligum øðrum viðkomandi skjølum skulu sendast í brævbjálva, merktur „Umsókn/SvF“, til Grannskoðaravirkið Inpact p/f, att.: Jógvan Amonsson, R.C.Effersøesgøta 26, 100 Tórshavn soleiðis, at tær eru virkinum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 25. august 2000 kl. 16. Tórshavn, 27. juli 2000 Sjónvarp Føroya Strandfaraskip Landsins søknast eftir einum dugnaligum KT- umsitara. Høvuðsuppgávurnar verða: • servara-konfigurering, rakstur og viðlíkahald • installatiónsuppgávur og tekniskan support av eginteldum og brúkaraforritum • umsita trygdarskipanir • viðlíkahald av dokumentatiónstilfari • leggja ætlanir fyri dagføringar og útbyggingar Umframt at hava dagligu rakstrarábyrgdina fær KT-umsitarin møguleikan at luttaka í nógvum spennandi prosjektum. Eisini eru útbúgvingarmøguleikarnir góðir. Førleikakrøv Vit rokna við, at tú hevur: • hóskandi edv-útbúgving • kunnleika til netskipanir, helst Windows NT • evni at arbeiða sjálvstøðugt og málrættað • góð samstarvsevni Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggarmálastýrið og avvarðandi fakfelag. Umsókn við próvskjølum skal sendast til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Postboks 88 FO-110 Tórshavn og skal vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 21. aug. 2000. Um tú ynskir nærri upplýsingar, kanst tú ringja til Andrass Jensen, KT-leiðara, á tlf. 343000 ella e-mail anj@ssl.fo. EDV-fólk Høvuðsuppgávan hjá SL er at lúka landsins tørv á innanlanda fólka- og farmaflutningi, og skal fyritøkan í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum støði. Fólka- og farmaflutning- urin setir stór krøv um eina góða kundatænastu, herundir trygd, reglu- semi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá SL javnvigar við yvir 100 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutningsanlegg- um er 12 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutn- ingsuppgávurnar fevna um alt landið. Starv Enn ein møguleiki at ognar sær teldukoyrikortið Fá teldukoyrikortið fyri hálvan prís. Vit hava fleiri møguleikar til stovnar, fyritøkur og einstaklingar. Hava tit undirvísarar, hava vit høli og útgerð. Hava tit hvørki undirvísarar ella høli, hava vit bæði. Búgva tit á útoyggj, hava skiftandi arbeiðistíðir ella eru til skips, hava vit eisini loysnina til tykkara. Tøknidepilin er góðkent testsentur til teldukoyrikortið. Um tú/tit eru áhugað, fæst meira at vita á tlf. 211434 ella 214144. Eisini kann farast inn á www.postfelag.fo Føroya Postfelag Tinghúsvegur 15 · 100 Tórshavn sosialinum Lýsið í