Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-12, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. august 2000síða 11

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 21 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 153 - 12. august 2000 Nr. 153 - 12. august 2000 Veri-Con Pf. Ráðg. verkfrøðingar søkir eftir El-verkfrøðingi/installatøri og Tekniskum assistenti/teknara at byrja í starvi 15. september 2000 Arbeiðið vil umfata projektering av tekniskum installa- tiónum vm. Viðkomandi umsøkjarar skulu kunna arbeiða sjálv- støðugt umframt hava fakligan førleika innan nevnda yrki. Skrivlig umsókn skal vera okkum í hendi skjótast møguligt og í seinasta lagi 31. august 2000. Veri-Con Pf Ráðgevandi verkfrøðingar Lucas Debesar Gøta 9 · 100 Tórshavn Tlf. 31 89 20 · Fax 31 89 25 Teldupost adressa: veri_con@post.olivant.fo Strandfaraskip Landsins (SL) søkja við hesum eftir skrivara til stjóraskrivstovuna at seta skjótast gjørligt. Stjóraskrivstovan er ein stápsdeild undir stjóra- num og skal sum høvuðsuppgávu verða leiðsluni til hjálpar. Á SL er talan um eitt desentralt arbeiðsum- hvørvi við nógvum eindum runt um í landinum. Hetta hevur m.a. við sær ein stóran tørv á um- sitingarligari samskipan. Ætlanin er tí, at vanliga skrivarafunktiónin eisini skal virka sum ein samskipandi funktión, har miðað verður ímóti at skapa felags umsitingligar karmar. SL hava í seinastuni knýtt eindirnar tættari saman við kunningartøkni. Hetta skapar betri fortreytir fyri at tryggja eina góða samskipan. Stjóraskrivstovan Stjórin á SL hevur ovastu leiðsluna og umsit- ingarligu og fíggjarligu ábyrgdina av virksemi stovnsins. Ábyrgdarøkið fevnir eisini um langtíðar ráð- legging við ábyrgd fyri samskipan av ymsu deildunum og virkisøkjunum. Stjóraskrivstovan hevur ein týdningarmiklan leiklut at samskipa dagligu umsitingarligu uppgávurnar hjá leiðsluni. Harafturat skal deildin verða við í teirri menning og nýskipan, ið SL hevur fyri framman. Skrivarastarvið Høvuðsuppgávurnar hjá skrivaranum eru: • Avgreiða mál vegna stjóra ella leiðslu • Stýra og umsita journal, hølisviðurskifti, kundamóttøku, postmóttøku og samskifti annars • Avgreiða telefon og kalendara • Avgreiða klagur • Verða við til at fyriskipa, samskipa og lata upplýsingar av ymiskum slag • Fyrireika fundir og vitjanir • Gera fundarfrágreiðingar • Innsavna og seta upp ymiskt tilfar • Viðlíkahalda formularar • Rættlestur Harafturat kemur skrivarin at taka sær av skrivarauppgávum í sambandi við ymsar verk- ætlanir. Førleikakrøv • Ástøðilig útbúgving innan fyrisiting og handil, t.d. HH ella tilsvarandi • Helst royndir innan fyrisiting og sum skrivari • Kunnleiki og royndir innan kunningartøkni/ edv á brúkarastøði (td. teldukoyrikort) • Helst kunnleiki til journalisering • Góð evni at orða seg bæði skrivliga og munnliga á føroyskum, donskum og enskum • Arbeiða sjálvstøðugt og málrættað • Góð samskiftis- og samstarvsevni • Álítandi og góðan røkjuskap Setanartreytir Talan er um eitt starv við spennandi avbjóð- ingum. Viðkomandi fær ábyrgdina av at menna eina samskipandi funktión og skapa felags umsitingarligar karmar. Starvið gevur góðar møguleikar fyri persónligari og fakligari menning. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálastýrið og Starvsmannafelagið. Umsóknir Umsóknir við avritum av prógvum, ummælum, CV og tilvísingum skulu sendast til: Strandfaraskip Landsins att. Starvsfólkadeildin Boks 88 FO-110 Tórshavn og skulu vera fyritøkuni í hendi í seinasta lagi 11. september 2000, kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Reidar Nónfjall, stjóra. Tlf. 343000 ella e-mail: ren@ssl.fo S K R I V A R I Høvuðsuppgávan hjá SL er at lúka landsins tørv á innanlanda fólka- og farmaflutningi, og skal fyritøkan í so stóran mun sum gjørligt rekast á handilsligum støði. Fólka- og farmaflutning- urin setir stór krøv um eina góða kundatænastu, herundir trygd, reglu- semi og skjótleika. Árliga rakstrarætlanin hjá SL javnvigar við yvir 100 mió. kr. Talið á starvsfólkum svarar til 180 fulltíðarstørv, herav umleið 155 operatørar. Talið á flutningsanlegg- um er 12 skip, 40 bussar og 15 lastbilar. Flutn- ingsuppgávurnar fevna um alt landið. Starv Skrivstovulærlingur søkist Skúlin søkir eftir skrivstovulærlingi at byrja 1. sept. 2000 ella skjótast tilber. Umsøkjarar, sum hava FHS ella HH prógv, hava fyrimun. Løn sambært sáttmála millum Starvs- mannafelagið og Føroya Landsstýri. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum skal sendast til Tekniski Skúlin í Tórshavn Marknagilsvegur 75 - P.O.B. 239 FO-110 Tórshavn Stuðulsfólk Søkt verður eftir stuðulsfólki til ungan mann í Tórshavn at byrja skjótast gjørligt. Arbeiðið við stuðlinum verður, í samstarvi við mannin og Almannastovuna, at stuðla honum við praktiskum gerandisuppgávum, so hann gerst meira virkin og sjálvbjargin. Arbeiðstíðin er 10 tímar um vikuna, seinna- partar og kvøld og er setunartíðin fyribils 1/2 ár. Ynskiligt er, at tann, sum settur verður, hevur hóskandi fakliga útbúgving og/ella royndir at arbeiða sum stuðul. Lønar- og setunarviðurskiftini eru sambært sáttmála ímillum Fíggjarmálastýrið og av- varðandi yrkisfelag. Nærri fæst at vita um starvið við at ringja til Ragnhild Dahl, tlf. 31 48 22, ella Petru Joen- sen, tlf. 31 54 80, millum kl. 9–13, tó ikki mikudag. Umsóknirnar mugu vera okkum í hendi í sein- asta lagi 28.08.2000 og skulu sendast til: Almannastovan Pensjónsdeildin att: Petra Joensen Postsmoga 3096 110 Tórshavn Venjari og Hjálparvenjari Søkt verður eftir venjara og hjálparvenjara til venjingarárið 2000/2001. Áhugað kunnu senda umsókn ella seta seg í samband við tlf. nr. 457840, 457480, 457287, 457046 í seinasta lagi 20. august. Svimjifelagið Ægir Box 268, FO-700 Klaksvík sosialin Halt Eg kann ikki siga annað enn, at eg frøddist um at Torbjørn Jacobsen tók ta av- gerð at leggja Almanna- og heilsu skúlan í Suðuroy. Hetta er helst ein av av- leiðingunum av tí arbeiði, ið gjørt var fyri góðum ári síðani, har mint varð á, at tað bar væl til at leggja stovnar - vælvirkandi stovn- ar - úti um landið. Hetta er helst ein táttur í einum betri og bíligari Føroyar. Onkrir politikarar í and- støðuni enntá í útjaðaranum - fingu tá kaldar føtur, men eitt av úrslitunum er so hetta. Ofta verður sagt, at tað er best og kostnaðarliga klók- ast at leggja allar stovnar í høvuðsstaðnum. Er tað nú tað? Eina roynd verd Í Sosialinum gera tær báðar Ása Olsen forkvinna í Heimahjálparafelag Føroya og Joan Ziskason forkvinna í Sjúkrasystrafelag Føroya viðmerkingar um tað neg- ativa í at leggja skúlan so »óhøgliga«, sum Ása Olsen tekur til, og gongur so langt, at hon setur spurningin um »tað veruliga endamálið júst er, at útbúgvingin skal detta niðurfyri«. Lat meg siga, at dettur henda útbúgving niðurfyri, so er tað ikki av teirri orsøk, at hon verður løgd í Suð- uroy. Eg harmist um, at mínir góðu vinmenn og parta- menn sum eg havi eitt sera gott samstarv við Bjarni Djurholm og Jógvan á Lakj- uni - mótmæla hesi ætlan. Jógvan á Lakjuni mótmælir meira viðgerðini enn plaseringini. Eg trúgvi ikki, at Ása Olsen og Joan Ziskason eiga at vera so bangnar fyri, at hann ikki kemur at virka, heldur ikki, í hesum lítla landi, at ferðartíðin er so stórur trupulleiki. Tað er helst best bæði fyri skúlan og fyri landið, at hann ligg- ur í einum øki sum í Suður- oy. Skúlatíðin er eisini av- markað. Tað kann eisini tykjast løgið, at tað er eingin trup- ulleiki at fara til Danmarkar at útbúgva seg og tá ikki sleppa heim um vikuskifti, men at skúlin, um hann verður lagdur í Suðuroy, so er tað fyri, at »útbúgvingin skal detta niðurfyri«, »tí hann liggur so óhøgliga«. Í hesum lítla landi. Joan Ziskason tosar um »bókasavn og útgerð, sum øll er í Havnini«. Hetta hava bæði eg og fleiri við mær okkara meiningar um, um vit hyggja at skúlum, ið lagdir hava verið tætt at hvørjum øðrum fyri at sam- starva. Gott fyri føroyska búskapin og lækkar kostnaðartrýstið Lat meg gera eitt púra greitt. Tað at allir stovnar eru lagd- ir í høvuðsstaðnum hevur havt við sær, at kostnaðar- Halt fast Tórbjørn Støðutakanin hjá landsstýrismanninum er ikki bara hugvekjandi, men hon er eisini áhugaverd. Hon lækkar kostnaðartrýstið. Latið okkum fáa fleiri avgerðir, ið geva okkum ein dyggari búskap støðið bæði á stovnum og í øllum umhvørvinum er hækkað langt út yvir tað, ið Føroyar klára at bera. Tí er eingin ivi í, at henda avgerð sum nú er tikin, tænir tí endamáli, at trýstið á før- oyska kostnaðarstøðið verð- ur fallandi heldur enn økj- andi. At fáa stovnar lagdar úti um landið, hóast tað er prógvað, at hesir virka bæði eins væl og betur, hevur ver- ið eitt hestaarbeiði, og bæði embætisfólk okkara og fjøl- miðlar leggja seg við fullari megi út í hetta, ikki tí at tey nakratíð hava prógvað at tað er dýrari og verri, men tey ynskja tað upp at egnum nærumhvørvi. Enn einaferð fari eg at minna á, at Klaksvíkar Kommuna og feløg í Klaks- vík hava eftir tógvið stríð verið noydd til peningaliga at farið inn í fleiri lands- projekt í Norðoyggjum, tað verið seg eina vælvirkandi Trygdarmiðstøð, sum nú eigur at verða útbygd, Handarbeiðsskúlan, sum hevur verið á royndarstøði í trý ár og onnur tiltøk. At enda fari eg at heita á allar viðkomandi kreftir bæði Sjúkrasystrafelag Før- oya og Heimahjálparafelag Orðaskifti: Føroya - at standa saman um skúlan á Tvøroyri, fáa hann at virka, og at politiska avgerðin verður skorða undir av øllum okkara landspolitikarum og em- bætisfólkum. So Torbjørn - halt tú fram við hasum vísiliga og skap- andi politikki, og royn og fáa aðrar landsstýrismenn at gera tað sama. Útbyggja skúlan í Sandvík Ætlanin er nú at byggja skúlan í Sandvík út so at útbyggingin er liðug í hesum álmanakkaárinum ÁKI BERTHOLDSEN Sandvík: Nú skal skúlin í Sandvík byggjast út. Niels Jacob Thomsen, bygdaráðslimur í Hvalbiar Kommunu, sum Sandvík er í, sigur, at ætlanin er at fara undir arbeiðið í ár. Hann sigur at ætlanin er at byggja átta metrar upp í eystara enda á skúlanum. Tey nýggju krøvini hava gjørt, at umtøðurnar í skúl- anum hava verið alt ov vánaligar. Tað er bara ein skúlastova, so har eru ongi serhøli, hvørki til serund- irvísing ella aðrar læru- greinar, sum krevja serhøli. Ætlanin er at gera tvey rúm í nyggju uppíbygging- ini. Eitt rúm skal vera til teld- urnar og eitt skal vera til serundirvísing. Niels Jacob Thomsen sig- ur, at ætlanin var at fara undir arbeiðið í ár so at tað varð liðugt til skúlin byrjaði aftur aftaná summarfrítíð- ina. –)Nú er so ístaðin ætlanin at fara undir arbeiðið nú, so arbeiðið verður liðugt í hes- um álmanakkaárinumm sig- ur Niels Jacob Thomsen. Bygdaráðið hevur enn Klaksvík: Danin Leif Andersen, sum hevur drúgvar royndir sum dreygari og undirvísari, hevur staðið fyri skeiðn- um á Tekniska skúla í Klaksvík. Hann hevur undirvíst frá klokkan 8 á morgni til klokkan 6 á kvøldi, og eftir tað hava skeiðluttakararnir dreyga ymsar lutir. Skeiðið byrjaði mána- morgunin og var liðugt hóskvøldið. - Áhugin fyri skeiðn- um var stórur, og luttak- ararnir hava fingið nógv burtur úr, sigur Jákup Pauli Sundskarð, sum saman við Kaj Christian- sen hevur lagt skeiðið til rættis. Nógvar lutir burturúr Tekniski skúli í Klaksvík hevur 9 dreygibenkur, og tað var skjótt at fulltekn- að var til hesi pláss. Síð- ani var treyt sett til tey, sum ætlaðu sær á skeið- ið, at tey høvdu sín egna dreygibonk við, og tað vóru tað nógv sum Dreygaðu dagin langan Farnu vikuna hava 20 fólk verið á dreygiskeið á Tekniska skúla í Klaks- vík, og tey hava rættiliga drivið á. gjørdu. Leif Andersen hevur undirvíst, og luttak- ararnir hava so sjálvandi roynt seg. Skeiðið var eitt grundskeið, men tað forðaði ikki fólki í at fáa nógvar lutir burtur úr stríðnum. Tekniski skúli hevur farnu tvey árini havt kvøldundirvísing í dreyging, og tað ætlar skúlin at halda fram við komandi vetur. Higartil hevur stórur áhugi verið fyri hesum skeiðum. Danin Leif Andersen hevur farnu vikuna havt dreygiskeið í Klaksvík. Mynd: JH onga kostnaðarmeting fing- ið av arbeiðnum, so hann vil ikki meta um, hvat hend- an útbyggingin kostar. Skúlin í Sandvík skal byggjast út.