hósdagur 3. februar 2005síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 23 - 3. februar 2005
Volkswagen hava nú so
nógv ymisk modell
koyrandi, at ein skuldi
ikki trú at pláss var
fyri meira, men arbeitt
verður í løtuni við
Projekt 511, sum í
stødd verður millum
VW Passat og tann
størra VW Phaeton
BILAR
Magnus Gunnarsson
maggi@sosialurin.fo
Volkswagen arbeiða í løt-
uni við eini verkætlan, sum
snýr eg um ein luksusbil,
sum í stødd verður ímillum
VW Passat og tann størra
VW Phaeton. Talan er um
Projekt 511, sum er navnið
á konseptbilinum.
Eftir ætlan verður Projekt
511 bygdur yvir ein heilt
nýggjan plattform, sum
eisini skal nýtast til ein
møguligan avloysara fyri
VW Phaeton.
Projekt 511 verður drivin
av bakhjólunum og skal eft-
ir ætlan kappast við aðrar
týskar bilar sum t.d. Mer-
cedes-Benz E, BMW 5 og
Audi A6, sum er í somu
familju.
25 ár í USA
Í hesum árinum verða
25
ár
liðin
síðan
Honda stovnaði sína
egnu
verksmiðju
í
USA. Í dag eru teir
fjórðstørsti
bilfram-
leiðari í USA og heim-
sins
størsti
innan
motorsúkklur. Fyrsti
Honda Accord koyrdi
av samlibandinum í
Ohio
1.
november
1980
Kelda: Motor Magasinet
Størri Yaris
Á internetinum eru
nógvar
myndir
av
nýggja Toyota Yaris,
sum væntandi verður
frumsýndur á Frank-
furt Motorshow seinni
í ár. Bilurin á myndun-
um eitur Vitz, ið er
japanska navnið hjá
Yaris
Kelda: Motor Magasinet
Subaru
boxerdiesel
Subaru hava higartil
ikki
havt
nakran
dieselmotor í síni skrá,
men frá síðst í 2007
ella fyrst í 2008 koma
teir
við
tveimum
boxer-dieselmotorum
upp á ávikavist 2,0 og
2,2 litur, sum verða
gjørdir við hjálp frá
Porsche
Kelda: Motor Magasinet
Dekksølan Sp/f Super
Dekk við Hoyvíksveg-
in, sum m.a umboðar
amerikansku
Goodyear-dekkini,
hækkar nú tænastu-
støði við einum væl
útgjørdum servicebili
til at "rykkja út" í
høvuðsstaðsøkinum
SERVICEBILUR
At selja dekk til øll sløg av
akførum krevur góða tæn-
astu, ásannar stjórin á
dekksøluni Super Dekk við
Hoyvíksvegin í Havn, Fríð-
rikur Bláhamar.
Hann hevur tí saman við
starvsfólkum á fyritøkuni
umbygt ein Mercedes-Benz
Sprinter til servicebil. Bil-
urin er sergjørdur til allar
tær arbeiðsuppgávur, sum
ein nútímans dekk-verk-
staður eigur at kunna bjóða
seg fram til.
Tað eru ikki øll akfør,
sum kunnu koma á verk-
staðið, tá tey eru punkter-
aði, sum t.d. trukkar, gravi-
maskinur og onnur arbeiðs-
tól.
Servicebilurin er eisini til
aðrar uppgávur í høvuðs-
staðarøkinum, sum t.d. um
ein bilur punkterar, og bil-
førarin av eini ella aðrari
orsøk ikki hevur møguleika
at skifta hjólið.
Tá er neyðugt við einum
væl útgjørdum servicebili,
sum hevur øll tey neyðugu
amboðini og kompressara
við nóg mikið av lufttrýsti,
sigur Fríðrikur Bláhamar.
Super Dekk við betri tænastu
Fríðrikur Bláhamar við
ein Mercedes-Benz
Sprinter servicebilinum.
Bilurin er sergjørdur til
allar tær arbeiðsuppgávur
sum ein nútímans
dekkverkstaður kann
bjóða seg fram til
Mynd: Jens Kristian Vang
Projekt 511 - konseptbilur frá VW
Projekt 511 verður ein luksusbilur, sum í stødd verður ímillum VW Passat og tann størra VW Phaeton
Projekt 511 fær smart
design og líkist einum
coupé aftan