Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. februar 2005síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 • hósdagur • 3. februar 2005 • 79. árg. Citroën eru komnir á marknaðin við nýggja C4 við fimm hurðum og sum coupé við trimum hurðum. Undir koyring stend- ur rattnavið stilt, meðan bilførarin snarar rattkransin- um, og luktspreiðari er innbygdur í ventilatiónsskipanina BILAR MagnusGunnarsson maggi@sosialurin Myndir: Jens Kristian Vang Tað fyrsta vit løgdu til merkis, tá vit royndar- koyrdu Citroën C4, var at rattið er heilt annarleiðis, enn vit eru von við. Sjálv miðjan í rattinum (ratt- navið), við Citroën bú- merkinum, flytur seg ikki, men bert rattkransurin flyt- ur seg, tá bilførarin snarar rattið. Citroën C4 er ein spenn- andi nýggjheit við nógvari nýhugsan. Úgávan við fimm hurðum og coupé útgávan líkjast framman og aftur um forhurðina. Aftan eru teir heilt ólíkir, men báðir eru teir eins rúmligir. Sum nakað heilt nýtt er ein luktspreiðari við níggju ymiskum luktum innbygd- ur í ventilatiónsskipanina. Luktirnir eita t.d. Mente Musc, Fleur de Vanille og Ylang Bambou. Reguler- ingin av luktinum er trin- leys og kann eisini koyrast heilt fyri. Sum eykaútgerð fæst t.d. ein skipan, har infrareyðir sensorar halda eygað við strípunum (avmerkingun- um) í vegnum, og xenon- forlyktum sum snara við, tá bilførarin snarar rattinum. Øll instrumentini uttan snúningsteljarin eru í miðj- uni á instrumentborðinum, og ljósið í instrumentunum tillagar seg ljósviður-skift- unum - um tað t.d. er myrkt, sterk sól o.s.fr. C4 fæst við fimm ym- iskum bensinmotorum og trimum dieselmotorum. Bensinmotorarnir eru hesir: 1,4 litur við 90 hk, 1,6 litur við 110 hk, 2,0 við 138 hk, 2,0 við 143 hk, og 2,0 litur við 180 hk. Dieselmotorar- nir eru: 1,6 litur HDi við 92 hk, 1,6 litur HDi við 110 hk, og 2,0 litur HDi við 138 hk. C4 fæst í fýra útgávum hvat útgerð viðvíkur: Ad- vance, Prestige, VTR, Ex- clusive og VTS. Opið hús í viku- skiftinum C4 er lættur at koyra, og allar funktiónir á instru- mentborðinum sita ergo- nomiskt rætt. Servostýr- ingin er elektrohydraulisk og tillagar seg ferðina. ESP (Elektronisk Stabili- tets Program), ferðpilotur, ferðavmarkari og seks air- bag eru standard í øllum út- gávunum. Bilurin kláraði seg væl í EuroNCAP krasjtestunum, har hann fekk toppkarakter, eisini fyri at vera "fótgang- aravinarligur", um hann skuldi koyrt á ein fótgang- ara. Bíligasti Citroën C4 1,4 Advance bensin kostar kr. 195.000 uttan metallak. Opið hús verður í viku- skiftinum, leygardagin 5. februar frá kl. 12-17, og sunnudagin 6. februar frá 14-17, hjá Ivan Johansen Bilum, har høvi verður at síggja og royna nýggja Citroën C4. Citroën C4: Koyrir væl og angar innan Motorurin 1,6 litur 4 syl HDi diesel 110 hk v. common-rail innspræning 0-100 km/t 11, 2 sek Bensinnýtsla 21,3 (blandað koyring) Dekkstødd 205/55-16 Stødd og vekt Longd 426,0 cm Breidd 177,0 cm Hædd 145,8 cm Eginvekt 1.275 kg Viðførisrúm 352 litrar Prísur kr. 234.000 (+ metallak kr. 3.500) Søluumboð Ivan Johansen Bilar Hoyvíksvegur 63 FO-110 Tórshavn Tel. 313666 www.ivan.fo Citroën C4 1,6 HDi Prestige C4 við fimm hurðum hevur smart design við stórum baklyktum C4 coupé við 3 hurðum er rættuliga sermerktur aftan Citroën C4 innan. Undir koyring flytur rattnavið seg ikki, men bert rattkkransurin. Luktspreiðari er innbygdur í ventilatiónsskipanina Citroën C4 er ein spennandi nýggjheit við nógvari nýhugsan