hósdagur 3. februar 2005síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 23 - 3. februar 2005
TINGHELLUANALYSA
Bogi Eliasen
cand.scient.pol
Fólkatingsval er. Í mun til
okkara løgtingsval, so um-
fatar fólkatingsvalið øll trý
londini í Ríkisfelagsskapin-
um. Føroyar eru eitt val-
dømi til fólkatingsvalið og
verða tvey av teimum til-
samans 179 umboðum vald
í Føroyum.
Í mun til løgtingsvalið,
har vit velja okkara umboð
at sita í Tinghúsinum mitt í
høvuðstaðnum mitt í okk-
ara egna landið, senda vit
fólk av landinum at luttaka
í
fólkatingsarbeiðnum.
Hetta er parturin av at vit
eru í einum ríkisfelags-
skapi, og soleiðis fáa vit
ávirkan á ikki yvirtikin
málsøkir í Ríkisfelags-
skapinum. Men hóast vit
hava okkara egnu skipan,
heimastýrisskipanina, sum
vit sjálvi varða av, og har
yvirtikin
málsøkir
eru
okkara, í hvussu so er inn-
lendisparturin, so eru lim-
irnir sum vit velja í Fólka-
tingið, fullgyldugir limir og
ikki á nakran hátt avmark-
aðir. Henda atgongdin til
danska parlamentið, er
somuleiðis danska grund-
gevingin fyri, at Føroyar og
Grønland eru ein sam-
runnin partur av danska
ríkinum.
Flokkssamstarv
At vit velja limir í danska
fólkatingið, merkir ikki at
føroysku evnini eru ein
samanrunnin
partur
av
donsku
flokksskipanini.
Sambandsflokkurin, Fólka-
flokkurin
og
Javnaðar-
flokkurin hava tó søguliga
arbeitt saman við flokkum
á Fólkatingið. Javnaðar-
flokkurin hevur søguliga
havt eitt tætt samstarv við
danska Socialdemokratiet,
men Jóannes Eidesgaard
valdi at standa uttanfyri frá
1998-2001.
Sambandsflokkurin sam-
starvar við Venstre og er
vanligt, at um Sambands-
umboð verður valt á Fólka-
ting, so fer tað beint í val-
bólkin hjá Venstre, eins og
Lisbeth L. Petersen hevur
gjørt hesa seinastu valset-
una. Fólkaflokkurin hevur
samstarv við Konservative,
og hevur eisini tikið lut í
teirra bólki. Tað forvitnis-
liga við hesum samstarvum
er, at í stevnuskráðum
minna Fólkaflokkurin og
Venstre almikið um hvønn
annan, eins og Konserva-
tive og Sambandsflokkurin
gera tað. Tí kann sigast, at
samstarvið er meira ein
søgulig tilvild, at Venstre og
Sambandsflokkurin hava
samstarvað síðan byrjanina
av hini øldini, meðan
Fólkaflokkurin ikki bleiv
stovnaður fyrrenn nakað
seinni.
Ikki sama floksskipan
Men hóast samstarv hevur
verið, merkir tað ikki at
flokkarnir eru teir somu.
Flokksmyndin í Føroyum
og í Danmark er als ikki
tann sama og hevur heldur
ikki verið tað, helst í tjóð-
skaparspurninginum sum
størstu orsøk.
Tjóðveldisflokkurin hev-
ur ofta verið ivasamur, um
flokkurin skal stilla upp til
Fólkatingsval, tí endamál
floksins er at sleppa undan
Fólkatinginum. Men nú
hevur flokkurin valt at
brúka hesa umboðan fyri at
røkka máli sínum.
Broyting
Eftir míni meting er tí vert
at leggja til merkis, at
fólkatingsvalið í Føroyum
hevur broytt seg seinastu
árini. Fyri bert fáum árum
síðan var ongin ivi um at
umboðini fóru beint inn í
donsku flokkarnar at sam-
starva fyri at fáa ávirkan.
Ikki er bert tað eina dømi,
at føroyskur fólkatings-
maður hevur verið tungan á
vágskálini, tá rein donsk
mál skuldu avgreiðast. Av
teimum meira stuttligu og
sjónligu kann nevnast, at
Óli Breckmann tryggjaði
politiska meirilutan handan
stovnsetanini av TV2. Hin-
vegin kann sigast at hann
við hesum avtók ein einka-
rætt, sum hóskar væl til
hansara politisku áskoðan.
Ymiskt er, hvussu um-
boðini vald í Føroyum hava
valt at arbeiða. Tað er frá at
vera heilt vanligur limur í
einum tingbólki og møgu-
liga tann vegin sleppa
framat nevndarsessum og
avgerðum, til at standa utt-
an fyri, sum m.a. Jóannes
Eidesgaard gjørdi, og so tað
at stovna ein serstakan
bólk, sum stovnanin av
Norðuratlantsbólkinum var,
eitt samstarv millum tveir
grønlendskar og ein før-
oyskan flokk. Javnaðar-
flokkurin hevur sagt, at
samstarv
sum
Norður-
atlantsbólkurin er eitt gott
hugskot.
Danska valstríðið
ikki ans
Men lítið er at ivast í, at
danska politiska spælið
ikki er nakað sum føroy-
ingurin fylgir við í, og er
tað heldur ikki tað, val-
stríðið í Føroyum snýr seg
um. Hyggja vit eftir val-
evnunum, sum eru frammi í
dag, sæst at eingin saman-
hangur er millum valstríð-
ini í Danmark og Føroyum.
Evnini sum fram verða
tikin, hava einki samband
við hvørt annað. Í Danmark
verða Føroyar og Grønland
slett ikki nevnd. Men hetta
Føroyskt Fólkating?
Ymiskt er, hvussu umboðini vald í Føroyum hava valt at arbeiða, tá tey eru komin á Christiansborg