Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. februar 2005síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 - 3. februar 2005 23 kemst eisini av, at politikk- urin koyrur í tveimum blokkum, soleiðis at talan eins væl kundi verið um tveir flokkar, og munurin í veljakanningunum er so mikið stórur, at føroysku og grønlensku umboðini ikki gera mun. Afturat kemur, sum Hans Engell vísti á í blaðnum í gjár, at donsku flokkarnir eru stórt sæð samdir um politikkin mót- vegis Føroyum. Føroyar og Grønland kunnu gerast áhugaverdari, tá talan gerst um at skipa stjórn og brúk er fyri umboðunum. Tá Uffe Ellemann tapti móti Nyrup í 1998, vísti hann á at Føroyar við at velja ein javnaðarmann í veruleik- anum avgjørdu valið til fyrimuns fyri Nyrup. Almenn føroysk umboð? Seinasta árið hevur leik- luturin hjá føroysku fólka- tingsumboðunum javnan verði havdur á lofti. Hvørja ábyrgd hava teir, og kann Landsstýrið krevja nakað av teimum? Fólkatingsvalið er fyri Føroyar talan um at velja tvey politisk umboð í danska parlamentið, Fólka- tingið. Hesi verða vald í valdøminum Føroyar, sum eigur rætt til at senda tvey umboð, og í samband við fólkatingsval, eru Føroyar tá eitt valdømi. Vanligt er at føroysku flokkarnir stilla upp til valið og koyra flokkspolitiskt valstríð. Reint tekniskt hava um- boðini onga serliga ábyrgd mótvegis Landsstýrinum, men umboða sínar veljarar. Søguliga hava trupulleikar staðist av hesi fatan, tí fólkatingsumboð ofta hava sitið í andsstøðu til sam- gonguna á tingi í Føroyum, og tí á fólkatingi illa kunnu sigast at vera longdi arm- urin hjá Landsstýrinum. Kravdu vit hetta av fólka- tingsumboðum okkara, hevði vandin verið at politisk taktiskt spæl hevði verið vovið inn í hetta samstarv. Umframt er neyðugt at minnast til, at Fólkatingið einki hevur við Løgtingið at gera, men at talan er um tvær atskildar skipanir. Er ynski um, at føroysku umboðini skulu umboða samgonguna og Lands- stýrið í Fólkatinginum, mugu vit umskipa valið soleiðis, at talan ikki verður um beinleiðis val, men at antin Løgtingið velur um- boð millum sínar limir ella at Landsstýrið útnevnir umboðini. Um so var, bar til beinleiðis at krevja av føroysku fólkatingsumboð- unum, at tey arbeiddu fyri føroysku samgonguna. Hetta er ein leistur vit kenna frá týsku federalu skipanini. Danska valið 05 Føroyska valið gleðir meg, tí tað er meiri seriøst enn undanfarin fólkatingsval, og í størri mun hevur tikið álvarsmál fram, serliga Føroyar og ES, men eisini hvat fólkatingsumboðanin skal brúkast til. Nevnt hevur verið, at síðan hetta Landsstýrið bleiv skipað, skuldu róligari viðurskifti vera landanna millum. Hetta valið hevur í nógv størri mun grundleggjandi spurningar um hvat Før- oyar skulu gera í framtíðini, enn undanfarin val hava gjørt, og allir flokkar tykjast samdir um, at tað ikki ber til bert at sita hendur í favn og bíða. Her verður serliga hugsað um okkara viðurskiftir við ES, av-leiðingina av at Danmark fer longur inn í ES samstarvið, og Føroyar og útheimurin. Vavgreytur av vallyftum Hinvegin er valstríði í Dan- mark ein vavgreytur av vallyftum. Fleirflokkaskip- anin sæst næstan ikki aftur, tí fjølmiðlarnir hava valt at varpa alt ljós á mest sann- líku forsætismálaráðharr- arnar Fogh og Lykketoft. Tann blokkpolitikkur sum hevur eyðkent seinastu samgonguna stýrir, og smáir miðflokkar eru um als ikki til at koma á Fólkating. Teir hava eisini sera torført at koma fram í fjølmiðlunum. Harafturat er, at flokkarnir hava lagt seg eftir miðjuni fyri at fáa valdið. Stórur munur er ikki á tí, flokkarnir vilja. Tað tykist ikki sum nakar serligur grundleggjandi munur er á flokkunum, hvussu teir vilja hava sam- felagið. Munurin er heldur, hvussu tað skal gerast. Sum dømi kann nevnast, at DR spurdi fleiri valevnir um nøkur vallyftir, sum komin vóru fram, hvønn flokk hesi lyftir hoyrdu til. Hetta bar teimum ikki til, tvs. tey kundu ikki við at hyggja eftir lyftunum siga, at hesi hoyrdu til tann ella tann flokkin. Harafturat er valið danska vorðið eitt stríð um stór vallyftir. Einki tykist óført, og minnir ikki sørt um eitt lítið oyggjaland í 1980’unum. Fólkatingsvalstríðið í Danmark snýr seg so at siga bert um danskan inn- anríkispolitik, ikki eitt orð um Føroyar ella Grønland og næstan einki um ES. Heldur ikki var nakað um donsku luttøkuna í Irak. Men nú hevur Lykketoft so sagt, at hann ynskir at taka donsku hermennirnar úr Irak, og heldur vil hann brúka fíggjarligu orkuna til menningarhjálp í Irak. Sama val? Sigast kann, at Fólkatings- valið í Føroyum og í Dan- mark ikki tykjast at verða sama val, um hugt verður eftir valstríðunum báðum. Í Danmark er valið um danskan innanríkispolitik. Í Føroyum um okkara viðurskiftir við Danmark og útheimin, um avleiðing- arnar av at Danmark fer longur inn í ES samstarvið, og um okkara møguleikar at handla úteftir. Í mínum serriti á lærda háskúlanum í Århus, við- víkjandi viðurskiftinum millum Føroyar og Dan- mark, kom eg sjálvur til ta niðurstøðu, at Ríkisfelags- skapurin er ein óformlig assymetrisk konfederatión, har Føroyar hava eina ikki heilt útgreinaða støðu. Við at hyggja eftir valstríðunum í bæði Danmark og Føroy- um sæst týðiliga, at talan er um tvær ymiskar skipanir, sum tó velja umboð á sama ting. Danska valið minnir um tað vit kenna frá okkara løgtingsvalum, nevniliga innlendis mál, meðan før- oyska valið kanska heldur minnir um eitt federalt val, um hvussu okkara viður- skiftir úteftir skulu skipast.