Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. februar 2005síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 23 • hósdagur • 3. februar 2005 • 79. árgangur • www.sosialurin.fo Dreymurin er vorðin veruleiki Jónas Þór Næs er fluttur frá at vera lær- lingur og til at vera 1. liðsspælari í Frem, sum hann í desember bant seg til inntil 2006 verður at enda komið ÚTISETI Jóannes Hansen Gamla stórfelagið í Valby í Keypmannahavn, Frem, er rættuliga vorðið felagið hjá føroyskum fótbóltsspælar- um. Í fjør vóru bæði Jón Rói Jacobsen og málverjin Gunnar Nielsen í besta hópinum, og nú hevur ein føroyskur spælari afturat fingið pappír uppá, at hann telist millum teirra, sum kappast um plássini á besta liðnum. Frem er í næst- bestu deildini, har teir eru næstovastir og harvið hava teir góðar møguleikar und- an summarfrítíðini at end- urvinna plássið, sum teir fyri einum ári síðani mistu í superliguni. Tað var stutt undan jól- um, at Jónas Þór Næs, tí tað er hann, sum henda greinin snýr seg um, og Frem skriv- aðu undir orduligan sátt- mála, um tað ber til at siga tað soleiðis. Frammanund- an og upprunaliga inntil nú í summar var Jónas bundin at Frem í lærlingasáttmála. Men í heyst gjørdu teir í Frem av, at teir vildu knýta føroyska vongverjan og miðvallaran nærri at fel- agnum, og nú er Jónas ikki longur fótbóltslærlingur, men parttíðar yrkisspælari á sama hátt, sum eitt nú Jón Rói Jacobsen og Gunnar Nielsen eru tað. Frem og Jónas hava pappír upp á hvønn annan fram til árs- enda í 2006. - Eg eri sera fegin um, at Frem hevur víst mær so- vorðið álit. Tá ið eg fór úr Føroyum, var dreymurin, at tað skuldi eydnast at fáa høvi til at royna, hvussu langt fótbóltsevnini rukku, og at eg nú eri vorðin partur av besta hópinum í Frem, síggi eg sum, at dreymurin er vorðin til veruleika. Tað er bara orsaka av fótbóltin- um, at eg havi valt at búgva í Danmark. Um eg ikki vildi røkka longur í fótbólt- inum, so hevði eg heilt víst búð í Føroyum. Tí kennist tað gott, tá ið úrslit spyrjast burturúr, staðfestir Jónas Þór Næs, sum 27. desem- ber fylti átjan ár, tá ið vit fanga hann í telefonini úr Ishøj, har hann býr, og har hann eisini gongur í hand- ilsskúla. - Eg gangi í skúla hvønn dag, og vit venja hvønn ein- asta dag klokkan 15. Í viku- skiftunum er fótbóltur á skránni. Eg eri komin hálva leið fram ímóti HH prógvi. Talan er um serliga ítróttar- avtalu, sum ber við sær, at tíðin til útbúgvingina er trý ár í staðin fyri tvey. Stór kapping Jónas greiðir frá, at tað var eina viku undan síðsta um- farinum í næstbestu deildini í heyst, at hann varð biðin at venja við besta Frem liðn- um. Eftir at sáttmálin varð undirskrivaður var tað av- rátt, at hann støðugt skuldi venja saman við teimum bestu, og tað hevur hann so gjørt síðani eftir ársskiftið. Frem hevur spælt tveir venjingardystir. Leygar- dagin spældu teir á heima- vølli ímóti IFK Malmø, og Frem vann 4-2. Týskvøldið var Frem hinumegin Oyra- sund. Tá spældu teir mál- leysan javnleik í Lands- krona. Jónas Þór Næs var hvørgu ferðina millum teir fyrstu ellivu, men hann varð skiftur inn, og sum tað skilst í Frem, so er Jónas á ongan hátt longri frá teim- um fyrstu ellivu nú, enn hann var, tá ið farið varð undir fyrireikingarnar til seinna partin av spennandi landskappingini. - Kappingin er rættuliga stór um plássini, og eg dugi ikki sjálvur at meta um, hvørjar møguleikar eg havi at vinna pláss á liðnum. Tá ið eg fái møguleikan, royni eg at leggja alt tað í, sum eg eri førur fyri, og so er tað upp til venjaran at gera av, hvør skal spæla, sigur Jón- as, og tað er ikki frítt, at tað hoyrist, at hann trívst í nýggju avbjóðingini. Í Frem hevur Jónas verið vongverji í høgru og á miðvøllinum. Tá ið vit spyrja unga mannin, sum spældi í B36, áðrenn hann fór til Dan- markar at royna fótbólts- evnini, hvørjar tað er, at hann kappast við, og hann nevnir onkrar teirra, so verður undirstrikað, at tað er ikki lítil álitisváttan, sum Frem leiðslan hevur sýnt átjan ára gamla føroyska unglinganum. Ein av spæl- arunum er Martin E. Jen- sen, sum fyri stuttum hevur verið í USA við danska U 21 landsliðnum, ein annar er 30 ára gamli Morten Hamm, sum hevur spælt á superliguliðnum í Viborg, og ein triði er Stefan K. Hansen, sum hevur roynt seg í FCK og eisini í Frem- ad Amager. Landsliðið bíðar Næstan uttan undantak hevur tað verið soleiðis, at teir føroysku spælararnir, ið eru komnir í hitan í bestu og eisini næstbestu deildini í Danmark, hava fingið landsliðsboð. Tað hevur Jónas, sum frammanundan hevur royndir frá yngru landsliðunum ikki fingið enn. Men sjálvandi er tað upplagt, at landsliðsvenj- arin, sum býr høgliga fyri, heilt skjótt fer at sýna unga mannin. Tað hevur hann møguleika at gera longu leygardagin, tá ið Frem fer at spæla venjingardyst ímóti Nykøbing Falster Alliancen. - Sjálvandi er tað ein dreymur at fáa landsliðs- boð. Serliga nú eg eri vorð- in og gamalur at spæla á yngru landsliðunum, sum mær hevur dámt væl at spælt á. Men eg hugsi ikki so nógv um landsliðsmøgu- leikan í gerandisdegnum. Tað ræður um at gera sítt besta hvørja ferð undir venjing og í dystum, er jarðbundna viðmerkingin hjá Jónas Þór Næs, sum tað eftir øllum at døma fer at verða meiri at frætta frá í næstu framtíð. Jón Rói Jacobsen verður roknaður millum lykla- spælararnar í Frem, men hann hevur ikki verið á liðnum í teimum báðum vinardystunum, sum sein- astu dagarnar hava verið á skránni móti svenskum liðum. Undir venjing í síðstu viku varð Jón Rói stemplaður niður á fótin, og tað ber við sær, at hann ikki verður førur fyri at spæla næstu vikuna. Gunnar Niel- sen venur saman við Jónas, og hann er støðugt klárur at tørna til í Frem málinum, har Jørgen Nielsen er fyrsti málverji. Balling heldur fram í Vejle Fyrrverandi NSÍ spælarin hevur fram til á sumri í 2007 bundið seg til felag- ið, sum hann skjótt hevur umboðað hundrað ferðir FYRRVERANDI NSÍ SPÆLARI Jóannes Hansen Tá ið Ulrik Balling í 2002 eitt skifti var í NSÍ álop- inum, var tað eyðsýnt, at hann var góður fótbólts- spælari, og at máltevinum einki bilti. Frammanundan ferðini til Føroya og Runavíkar hevði Balling m. a. spælt í Vejle. Men hann var ikki nøgdur við korini, sum hann varð bjóðaður at spæla undir í Nørreskóginum, og tískil leitaði hann eftir øðrum avbjóðingum, tá ið hann, eftir sigur í steypafinaluni og silvurkrónur í lands- kappingini saman við NSÍ, fór aftur til Danmarkar. Á danska fótbólts- marknaðinum hava feløg- ini seinnu árini heldur enn spælararnir havt fatur á langa endanum. Pengarnir eru ikki so stórir, sum teir onkuntíð hava verið, og harvið hevur tað verið og er tað torført hjá mongum spælarum at tryggja sær góðar inntøkur. Hvussu tað hevur verið við hesum hjá Ulrik Ball- ing, sigur søgan einki um. Men tað er ein veruleiki, at Ulrik Balling síðani eina ferð í fjør aftur hevur spælt í Vejle, og nú er tað greitt, at har verður hann í hvussu so er fram til 30. juni í 2007. Og álops- spælarin sigur seg fegnast um henda veruleikan: - Eg eri fegin um at fáa møguleikan at halda fram í Vejle. Tað er nærum ikki vika, at tað ikki verður farið undir okkurt nýtt til- tak í Vejle. Eg kenni meg væl, og stuðulin frá fel- agnum og viðhaldsfólk- unum er dyggur, sigur Ulrik Balling. Balling umboðaði fyrstu ferð Vejle 1. august í 1999, tá ið teir spældu ímóti Brøndby. Samlaða dystartalið hjá Ulrik Ball- ing í Vejle er 94, og hann hevur higartil skorað 32 mál fyri felagið. Ebbe Skovdal, Frem venjarin, heldur, at tað eru møguleikar í Jónasi, men hann heldur tað kortini vera ov tíðliga at siga, um tað fer at eydnast føroyska spælaranum at gerast 1. liðsspælari ÚTISETI Jóannes Hansen Jónas hevur nógvar egin- leikar, sum kunnu vera við til at gera hann til 1. liðsspælara í næstbestu og kanska bestu deildini í Danmark. Men tað er tey bæði næstu árini, at hann skal sannføra venjaran og felagið um, at tað er dugur í honum. Tað sigur Ebbe Skov- dal, Frem venjarin, sum er ein tann royndasti og hollasti í Danmark, tá ið hann verður spurdur um føroyska spælaran, sum Frem nú hevur skrivað tvey ára sáttmála við. - Tað er nógv eftir hjá Jónasi at læra. Hann hev- ur verið við í tveimum teimum fyrstu venjingar- dystunum, og hann hevur verið óførur. Vandin hjá ungu spælarunum er, at teir gerast so spentir, at teir gloyma at vera nóg skilagóðir, men tað hevur ikki bilað hjá honum higartil. Roknar tú við, at Jónas fer at fáa møguleikan, tá ið tað seinni í ár verður álvari í landskappingini? - Tað fáa vit at síggja, og tað valdast eitt nú um, hvussu støðan verður hjá teimum, sum hann kapp- ast við. At vit hava flutt hann upp í 25 manna 1. liðs hópin sigur, at vit vóna, at hann kann menna seg til at spæla á besta liðnum. Sjey unglinga- spælarar fluttu upp, og hinir seks venja við Dan- marksseriuni. Vit ætla at geva Jónasi alla ta hjálp og allan tann stuðul, sum hann hevur fyri neyðini. So fer tíðin at vísa, hvussu tað fer at vignast hjá honum, sigur Ebbe Skovdal. Tvey ár at prógva seg í Dreymurin hjá unga havnardronginum, Jónas Þór Næs, er vorðin veruleiki nú hann hevur fingið sáttmála sum yrkisleikari í danska felagnum Frem Mynd: www.football.fo