hósdagur 3. februar 2005síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 23 - 3. februar 2005
25
Nógv nýggj nøvn í
landsliðshópinum
Føroyski landsliðs-
venjarin Henrik
Larsen hevur úttikið
20 mans til venjing-
arleguna, sum verður
í Spania seinni í hes-
um mánaðinum, og
nógv nýggj andlit eru
í hópinum
LANDSLIÐSÚTTØKA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Um góðar tvær vikur fer
føroyska fótbóltslandsliðið
á sína árligu venjingarlegu í
La Manga í Spania. Um
vikuskiftið vóru 30 mans
savnaðir til venjing í Havn,
og nú hevur Henrik Larsen
so gjørt av, hvørjir teir 20
menninir eru, sum skulu
við til Spania.
Stuðulsleikarar sita
heima
Verður hugt at hópinum
sæst, at fleiri av vanligu
stuðulsleikarunum á før-
oyska landsliðnum ikki eru
við í hópinum, men at ein
rúgva av yngri leikarum
hava hinvegin fingið møgu-
leikan.
Henrik Larsen sigur, at
talan í veruleikanum er um
eitt styrkt føroyskt U23-
landslið, ið fer til Spania. -
Eg havi gjørt av, at fleiri av
teimum "gomlu" á lands-
liðnum
sleppa
at
sita
heima, tí vit vita, hvat teir
standa fyri. Ístaðin hava vit
boðsent fleiri leikarar, ið
eru sonevndir "boblarar" til
liðið, t.v.s. leikarar ið nærk-
ast liðnum, sigur Henrik
Larsen, ið heldur tað verða
umráðandi, at ungir leik-
arar sleppa at "lukta" eitt
sindur til landsliðið.
Eitt nú eru hvørki Jákup
Mikkelsen ella Jens Martin
Knudsen í hópinum, og í
teirra stað eru teir báðir
Bárður Johannesen úr HB
og Tórður Thomsen úr NSÍ
úttiknir. Til hetta sigur
Henrik Larsen, at tað er
eingin loyna, at bæði Jens
Martin og Jákup eru komn-
ir so mikið til aldurs, at teir
neyvan verða á landsliðn-
um í so nógv ár afturat, og
tí er umráðandi at lata aðrar
sleppa framat á slíkum
ferðum. Jens Martin Knud-
sen verður tó við á ferðini
sum málmansvenjari hjá
føroyska landsliðnum.
– Bárður hevur verið við
áður, og Tórður er ein ung-
ur og spennandi málverji.
Vit hava eisini Gunnar
Nielsen úr Frem í huga,
men hann verður so ikki
við á hesari venjingarleg-
uni, sigur Henrik Larsen.
Eisini
nevnir
Henrik
Larsen unga Jónas þór
Næss, sum júst hevur
fingið yrkissáttmála í Frem
sum ein leikara, ið teir heilt
víst fara at hava eyguni eftir
í framtíðini.
Venjingarstøðið er
nógv batnað
Sum áðurnevnt var ein
bruttohópur upp á 30 mans
savnaður til venjingar í
Havn farna vikuskifti, og
Henrik Larsen var væl
nøgdur við venjingarstøði
hjá øllum monnunum.
– Eg haldi, at tað vóru
nógvir, ið stóðu seg væl
farna vikuskifti, og eg má
ásanna, at tað er vorðið al-
samt truplari at velja út ein
hóp, tí tað tykist sum um, at
tað eru nógv fleiri leikarar
at velja ímillum nú, sigur
Henrik Larsen.
Føroyski landsliðsleikar-
in fegnast eisini um, at
menn tykjast væl fyri so
tíðliga upp á árið, og tað
man óivað verða tí, at bæði
feløg og leikarar eru vorðin
meiri seriøs, heldur Henrik
Larsen.
Somuleiðis er føroyski
landsliðsvenjarin av teirri
áskoðan, at tað er eitt stórt
framstig fyri føroyskan fót-
bólt, at man nú hevur valt at
longja kappingina, so at tað
nú verða leikt 27 umfør
ístaðin fyri 18, sum vanligt
hevur verið seinnu árini.
– Spælarar í øðrum lond-
um spæla ofta eitt stað
millum 60 og 80 dystir ár-
liga, og tað er sjálvsagt, at
teir hava nógv betur dystar-
venjing enn vit, so tað er
bara gott fyri føroyska
landsliðið, at kappingarárið
verður longt, sigur Henrik
Larsen.
Bert ein venjingar-
dystur á ferðini
Í mun til undanfarin, har
tað altíð hava verið minst
tveir
venjingardystir
á
skránni, verður hesaferð
bert tann eini dysturin
leiktur á ferðini. Hann
verður móti norska tippe-
ligaliðnum HamKam, sum
hevur
navnframa
Ståle
Solbakken sum venjara.
– Vit meta, at tað er nóg
mikið við einum venjingar-
dysti, tí so fáa vit fleiri venj-
ingar. Tá ið vit hava fleiri
dystir á skránni, fáa vit til-
svarandi færri venjingar, og
í ár hava vit so valt heldur at
hava fleiri venjingar og so
bert at spæla tann eina venj-
ingardystin, sigur Henrik
Larsen.
Føroyska ferðalagið fer
til Spania leygardagin tann
19. februar, og komið verð-
ur aftur til Føroya sunnu-
dagin tann 27. februar.
Føroyski hópurin:
Málverjar:
Bárður Johannesen, HB
Tórður Thomsen, NSÍ
Útileikarar:
Janus Joensen, HB
Jákup á Borg, HB
Kári Nielsen, HB
Tór-Ingar Akselsen, HB
Fróði Benjaminsen,B36
Atli Danielsen, KÍ
Ovi Nysted, KÍ
Heðin á Lakjuni, KÍ
Óli Hansen, NSÍ
Christian Høgni
Jacobsen, NSÍ
Marni Djurhuus,
EB/Streymur
Hans Pauli Samuelsen,
EB/Streymur
Mortan úr Hørg,VB
Símun Samuelsen,VB
Pauli Hansen, Skála
Jonhard Frederiksberg,
Skála
Høgni Zachariassen, ÍF
Rógvi Jacobsen, Fram
Ísland
Janus Joensen:
– Errin av
úttøkuni
Ein av nýggjum
monnunum í lands-
liðshópinum er
verjuleikarin Janus
M. Joensen úr HB.
Hann gjørdist sera
fegin, tá ið Sosialur-
in kundi bera hon-
um tey tíðindi, at
hann var úttikin til
venjingarleguna í
Spania
LANDSLIÐSÚTTØKA
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Mikumorgunin fingu vit
fatur á sterka vinstra
bakkinum hjá HB seinnu
árini, Janus M. Joensen,
meðan hann var í skúla á
Tekniska Skúla í Havn.
Janus lærir til elektrikara
hjá Leif Mohr, og í løtuni
er hann á skúlabeinki.
Vísa mínar dygdir
Janus sigur seg verða sera
ernan av úttøkuni. - Hetta
er ein stórur heiður, og nú
má eg so royna at vísa
landsliðsvenjaranum, hvør
dugur er í mær, sigur Jan-
us Joensen og leggur aft-
urat, at vónandi kann eitt
gott avrik frá hansara síðu
á venjingarleguni verða
við til, at hann fer at fáa
landsliðsboð aftur seinni.
Á vanliga plássinum
hjá Janusi, vinstra bakki,
er Súni Olsen sjálvskriv-
aður á landsliðnum, men
annars tykjast tað ikki
verða so nógvir inni í
myndini til at loysa av á tí
plássinum. – Eg havi eis-
ini varhugan av, at lands-
liðsvenjarin kanska hevur
hug til at fáa Suna eitt
sindur longur fram á vøll-
in, og tað kann møguliga
geva pláss fyri mær, vón-
ar Janus M. Joensen.
Einaferð áður hevur
Janus verið við til lands-
liðsvenjing í Føroyum.
Hetta var fyri trimum ár-
um síðani, men tá var
hann so mikið óheppin, at
hann fekk ein so mikið
álvarsligan skaða undir
venjingini á landsliðnum,
at hann ikki var førur fyri
at spæla næstu fimm
mánaðirnar.
Sterki verjuleikarin hjá HB, Janus M. Joensen, var sera
errin av at verða úttikin til føroyska landsliðshópin, sum í
næstum fer til Spania á venjingarlegu.
mynd: Álvur Haraldsen
Høgni Zachariassen úr ÍF. h.m., er ein av teimum mongu nýggju, ungu monnunum, ið eru úttiknir til føroyska landsliðið í
sambandi við venjingarleguna í Spania í næstum.
mynd: Álvur Haraldsen