hósdagur 3. februar 2005síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 23 - 3. februar 2005
Tveir mans settu bowlingmet
Týsdagin vóru tveir
mans heiðraðir í
bowlinghøllini í
Havn, tí teir høvdu
besta úrslitið í bowl-
ing í Føroyum í fjør
BOWLING
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Bowling er ikki tann ítrótt-
argreinin, sum mest verður
gjørt burtur úr í føroysku
ítróttarmiðlunum,
men
hetta merkir tó ikki, at tað
ikki eru nógv fólk, sum
hava áhuga fyri bowling í
Føroyum.
Nýtt met
Bowlinghøllin í Havn, sum
er tann einasta av sínum
slag í Føroyum, hevur á
hvørjum ári ein lista yvir
teir persónar, sum hava
fingið bestu úrslitini í
høllini. Við ársbyrjan í fjør
kunngjørdi bowlinghøllin
eisini, at tann fremsti
bowlarin í 2004 fór at fáa
eina peningaupphædd fyri
sítt avrik, og týsdagin fór
handanin av peningagávuni
so fram.
Tað vísti seg við árslok í
fjør, at tað vóru tveir mans,
ið báðir høvdu fingið besta
úrslitið í bowlinghøllini í
fjør. Teir báðir Johan Poul-
sen og Remy G. Hansen
høvdu báðir megnað at fáa
289 út av 300 møguligum
stigum, sum má sigast at
verða
serstakliga
gott.
Hetta er tað mesta, sum
nakar
nakrantíð
hevur
fingið í Føroyum.
Fyri hetta framúr góða
úrslit fingu teir báðir hvør
sín kekk frá Føroya Spari-
kassa áljóðandi 5.000 krón-
ur handaðan.
Stríðast fyri
góðkenning frá ÍSF
Leiðarin av bowlinghøllini
í Havn, Dan Kjelnæs, sigur,
at bowling-íðkarar í Føroy-
um í drúgva tíð hava roynt
at gerast limir í ÍSF, men
hetta hevur gingið sera
striltið. Tó sigur hann, at
tað nú sær út til at verða ein
glotti fyri framman, sum
vónandi kann verða við til,
at føroyskir bowlarar fáa
møguleika fyri at royna seg
móti íðkarum úr øðrum
londum.
- Vit hava longu fleiri
ferðir verið í sambandi við
íslendingar, sum eru sera
áhugaðir í at koma handan
vegin at dystast við teir
fremstu bowlingíðkararnar
her á landi, men vit noyðast
at bíða eftir góðkenning frá
ÍSF, áðrenn vit kunnu hava
ein veruligan landsdyst,
sigur Dan Kjelnæs.
Í næstum skipar bowl-
inghøllin í Havn fyri eini
sonevndari liðkapping. Tá
verður kappast á tann hátt,
at tað eru 24 lið, sum eru
mannað av trimum einstak-
lingum, ið kappast eftir
einum sonevndum cup-
leisti. Harvið verða tað so
ikki færri enn 72 fólk, ið
fara at kappast, og Dan
Kjelnæs sigur, at tað stend-
ur ikki á at fáa kappingina
fullteknaða. - Áhugin fyri
bowling í Føroyum er sera
stórur, og eg ivist ikki í, at
hann hevði verið enn størri,
um ítróttargreinin kom
undir meiri skipaði viður-
skifti, sigur leiðarin í bowl-
inghøllini.
Tað er Føroya Bjór, ið er
høvuðsstuðul fyri liðkapp-
ingini hjá bowlinghøllini,
sum verður leygardagin 19.
februar. Eisini letur Hotel
Føroyar onkran vinning.
Leygardagin vóru 96
luttakarar tilsamans
savnaðir til árligu
Tórshavn-Open
kappingina hjá
Havnar
Badmintonfelag.
TÍðINDASKRIV
Fyri dreingir U11 komu
Rúni Hentze og Leivur
Joensen í finaluna. Leivur
Joensen, ÍF gjørdist nr. 1
og Rúni Hentze, ÍF nr. 2.
Fyri gentir U11 komu
Helena S. Lamhauge og
Randi
Virgarsdóttir,
í
finaluna.
Randi
Virgardóttir, VÍF gjørdist
nr.
1
og
Helena
S.
Lamhauge, HBF nr. 2.
Fyri dreingir U13 komu Ari
Ólavsson Ellingsgaard og
Ari
Jógvansson
Ellingsgaard í finaluna. Ari
Ólavsson Ellingsgaard, ÍF
gjørdist nr. 1 og Ari
Jógvansson Ellingsgaard,
HBF gjørdist nr. 2.
Fyri gentir U13 komu
Súsanna Poulsen og Guðrið
Poulsen í finaluna. Guðrið
Poulsen, VÍF gjørdist nr. 1
og Súsanna Poulsen, VÍF
nr. 2.
Fyri dreingir U15 komu Jan
Ellingsgaard
og
Fríði
Lamhauge í finaluna. Fríði
Lamhauge, HBF gjørdist
nr. 1 og Jan Ellingsgaard,
ÍF nr. 2.
Fyri gentir U15 komu Fjóla
Luid og Guðrun Lervig í
finaluna. Guðrun Lervig,
ÍF gjørdist nr. 1 og Fjóla
Luid, HBF nr. 2.
Sunnudagin luttóku 19
spælarar íalt.
Fyri
kvinnu-unglingar
gjørdist Rannvá á Rógvu,
VÍF nr. 1 og Ulla í
Dávastovu, VÍF nr. 2.
Fyri kvinnur gjørdist Guri
Poulsen, HBF nr. 1 og
Guðrun Poulsen, VÍF nr. 2
Fyri menn gjørdist Aksel
Poulsen, HBF nr. 1 og
Erland Poulsen, HBF nr. 2
Árliga Tórshavn-Open verið um vikuskiftið
Teir báðir Remy G. Hansen
v.m. og Johan Poulsen h.m.
vóru týsdagin heiðraðir fyri
besta bowlingúrslitið í
Føroyum í 2004.
mynd: Bárður Lydersen