Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-03, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 3. februar 2005síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

BÝARLÍV Jákup Mørk Fyri trimum vikum síðani varð býarmyndin í Havn broytt nakað. Í øllum førum tann býarmyndin, sum vanliga teknar seg um viku- skiftini. Eftir at Platform hevði verið stongt í nakrar vikur, lat nýggjur náttklubbi upp í somu hølum, og tó at eigararnir framvegis vóru teir somu, so var talan um eitt heilt nýtt stað. Mong mundu ivaleyst vera spent um, hvussu undirtøkasn fyri nýggju hølini fór at verða. Ikki minst eigararnir, men skal metast eftir fyrstu vikunum, so hevur hetta bara riggað heilt væl. - Tað hevur gingið ótrúliga væl, og eg fái ikki sagt annað, enn at vit eru øgiliga væl nøgd, staðfest- ir Havgrímur Johannesen alt fyri eitt, tá vit fregnast um hesar fyrstu tríggjar vikurnar. - Eg má siga, at eg sjálvur eri tikin eitt sindur av bóli, somikið væl, sum alt hevur eydnast. Ikki minst eri eg væl nøgdur við enda- liga úrslitið av umbyggingini. Eitt er jú at síggja alt á einum pappíri, men endaliga úrslitið kann væl verða øðrvísi. Tað var tað eisini hesaferð, men sjálvur haldi eg, at munurin hesaferð vendi rætta vegin, staðfestir hann. Ikki minst er Havgrímur ovfar- in av, hvussu væl tann dominer- andi svarti liturin tekur seg út. Sjálvur bar hann ótta fyri, at høl- ini kanska gjørdust ov myrk, men svart hevur samstundis tann egin- leikan, at tað »upptekur« teir litir, sum verða varpaðir á veggirnar, og hetta skapar eitt heilt serligt umhvørvi. Nógv nýggj fólk Sjálvt konseptið við Rex er eisini munandi broytt, sammett við tað, sum var galdandi á Platform. - Vit gjørdu skjótt av, at talan skuldi verða um eitt stað við 25 ára aldursmarki. Tað vóru vit sjálvandi eisini spent um, og tað hevur riggað framúr væl. Sjálv- andi eru nógvir gestir nú, sum eisini vóru á Platform, men eg vildi mett, at umleið helmingurin av teimum, sum nú vitja, eru nýggj viðskiftafólk, sigur Hav- grímur. Og sum sagt, so tykjast hesi eisini higartil hava latið væl at. Í mun til áður, so er støðið og atmosferan á Rex lyft nakað. Tænarar taka sær av, at borðini eru ruddilig, og yvirhøvur er meira stílur yvir øllum. Ikki minst fríggjakvøld, tá talan ikki er um beinleiðis náttklubba, men heldur um tað, sum aðra- staðni verður rópt cultural-club. Sjálvur hevur stjórin hug at nevna hetta eitt slag av mentunarhúsi, og tó at talan her um eitt forkunn- ugt øki fyri ein náttklubbaeigara, so hava tey á Rex eisini havt eina hepna hond í hesum. - Higartil hevur undirtøkan í øllum førum verið góð, og tað verður eisini lagt eitt stórt arbeiði í, at hetta kvøldið skal vera nakað øðrvísi. Vit hava hópin av spenn- andi nøvnum, sum verða á skránni komandi mánaðin, og við tíðini skal hetta eisini verða nak- að, sum ikki bara er fríggjakvøld. Fríggjakvøldið liggur tó framveg- is fast, men ætlanin er so eisini, at hava opið onnur kvøld, tá tiltøk av ymsum slag eru á skránni, sigur Havgrímur at enda. Hetta vikuskiftið eru annars tvinnir bólkar á skránni hjá Rex. Fríggjakvøldið spælir Enekk, og leygarkvøldið eru tað so Show- menn, sum standa fyri undirhaldi- num, eftir at teir bæði hós- og fríggjakvøldið hava spælt á Café Natúr. Gongur strúkandi hjá Rex Ikki minst er Havgrímur ovfarin av, hvussu væl tann dominerandi svarti liturin tekur seg út Nýggja konseptið hevur riggað framúr væl, sigur Havgrím Johannesen, stjóri