Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-08-12, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 12. august 2000síða 17

‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

32 33 tíðindablaðið sosialurin tíðindablaðið sosialurin Nr. 153 - 12. august 2000 Nr. 153 - 12. august 2000 Nærvarpið LUMI radio í Aalborg Føroyska sendingin »v/ Be- tesdabrunnin« er at hoyra á FM 92,2 MHZ miðbýurin, FM 106,5 MHZ Aalborg suður, og FM 107,4 Aalborg norður, hvønn leygardag kl. 10. Evangeliska Røddin Odense. Føroyska sendingin frá Odense Radio hoyrist hvønn mikudag kl. 16.40, danska tíð, á FM 107,1 MHz. Føroyska nærvarpið í Esbjerg Føroyska sendingin »v/ Betesdabrunnin« er at hoyra á FM 93,5 MHZ hvønn leyg- ardag kl. 11.00 og verður endursend kl. 16.00. Føroysk møti Føroysk møti eru triðja leyg- ardag í hvørjum mánaði kl. 19 í hølunum hjá Bethania kirkj- uni á Dag Hammerskjølds Gade 2. Drekkamuður er aft- aná, øll eru hjartaliga vælkom- in. Føroyska arbeiðið Í Eliaskirkjuni Møti er hvørt leygarkvøld kl. 19 í Eliaskirkjuni á Vesterbro Torv, Vesterbrogade 49. Inngongd undir stóru trappuni. 5 min. at ganga frá Hovedbane- gården, 2 min. frá Før- oyahúsinum. Bussarnir 1, 6, 14, 16, 28 og 550S steðga nær- hendis. Øll eru vælkomin. Nærri fæst at vita frá Atla Ras- mussen, tlf. 32 969995, ella Øssuri Kjølbro, tlf. 36)77)38)20. Føroysku gudstænasturnar í Samuelskirkjuni, Thorsgade 65, 2200 København NV, eru hvønn 1. og 3. sunnudag í mánaðinum kl. 14.00. (Kirkjan er skamt frá Nørre- bros Runddel). Presturin er at hitta á tlf. 38796146. Kristnastova Birmavej 36, København S, tlf. 32 55 18 09 fax. 32 58 61 49 e-mail: kristnastova@get2net.dk Kristiligur fundur er hvørt fríggjakvøld kl. 20. Møti við breyðbróting er hvønn sunnumorgun kl. 11. Sunnudagsskúli er samstundis. Bussarnir 5, 9, 12, 13, 37, 38 steðga nærhendis. Malta, Hirtshals Sunnudag: Kl. 11: Breyðbróting. Kl. 18: Evangeliskur fundur. Mikukvøld kl. 20: Bønar- og uppbyggingarmøti. Øll eru hjartaliga vælkomin til hesi møti. Eftir fundirnar bjóða vit ein drekkamunn. Samkoman Malta í Hirtshals Føroyingafelagið í Esbjerg Danmarksgade 25, 6700 Esbjerg, tlf. 75132747 Opið hvørt mánakvøld kl. 19– 22.00, har tú ert vælkomin at lesa bløðini, spæla kort og keypa tær ein kaffimunn. LISA skrivstovan hjá Listafólka- sambandi Føroya í Dj. í Geils- gøtu 1 er opin hvønn hósdag frá kl. 14.00 til 20.00 og annars eftir avtalu á telefon 320197. Teldupostur lisa@lisa.fo – heimasíða www.lisa.fo Kvinnuhúsið svarar alt samdøgrið á tlf. 317200 Skrivstovan er opin frá kl. 10 til 17, og hósdagar til kl. 21. Ráðgevingin er hóskvøld eftir avtalu. Amnesty International Føroya deild Tinghúsvegur 18, 4. hædd Skrivstovan er opin: Mánadag, mikudag og fríggjadag frá kl. 13–17. Føroyskir fiskimenn uttanlands tlf. 21 04 95. Felagið fyri føroyskar fiski- menn í Canada, Svøríki, Danmark, Íslandi og Nor- egi. Limagjald 200 kr. um árið. Postgiro 57894. Fø. Sparikassi 442027-8. Bahá’í Miðstøðin í Gundadali er opin hvørt mikukvøld kl. 20.00. 1., 2. og 4. hvørt mikukvøld: drekkamuður, óformelt orðaskifti og upplýsing um Bahá‘í. 3. hvørt mikukvøld: bøn- armøti og drekkamuður aftaná. Bahá’í-samfelagið í Tórshavn Felagið Føroyar-Kuba P. O. Box 2055, 165 Argir. Tlf./fax 312098 Teldupostur: far_cuba@hotmail.com Viðtala eftir avtalu. Føroya Astma/ Allergifelag Postadressa MBF-húsið, Ís- landsvegur 10c. Felagið hevur Tlf./fax 311419. Føroya Felag Móti Krabbameini Ráðgevingarstovan er opin mánadag til fríggjadag, við telefontíð frá kl. 13-15. Tlf. 31 79 59, telefax 31 57 27. E-mail: ffk@post.olivant.fo Epileptikarafelag Føroya Postadr.: MBF-húsið, Ís- landsvegur 10 C. Felagið hevur ikki fasta skrivstovutíð, men samband við felagið fæst á tlf. 313978, Randfríð Sørensen, ella tlf. 319793, Mari Johannesen. MBF MBF-skrivstovan fer í summarfrí tann 17. juli fram til mánadagin 21. august. Deyvafelag Føroya Skrivstovan er opin mánadag til hósdag frá kl. 8.30 til kl. 15.30. Tlf. 31.7597, skrivitlf. 31.6929 fax 31.3609 og teldupostadr. deaf_fo@post.olivant.fo Føroyskt barnamøti Hvønn mánadag kl. 17 er før- oyskt barnamøti í »Fælles Fæl- leshuset« á C. W. Obel kol- legium á Herningvej. Øll eru hjartaliga vælkomin. Heimamissiónin Hevur tú tørv á hjálp til at koma í ein kristnan felagsskap, ella ynskir tú at hjálpa til í andaligum arbeiði á fólkakirkjunnar grund í Danmark, so kanst tú ringja til: Hera Elttør, Aulum, tlf. 97473786, Jan Johannesen, Køb. tlf. 32886918/26272112, Birgir Johannesen, Køb. tlf. 35854159 ella Torleif Johannesen, Nes, tlf. 449024. Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark Hjálp og vegleiðing í sosialum, persónligum og lestrarligum spurningum. Opið er: Mánadag, týsdag og hósdag kl. 11.30–15.30, miku- dag kl. 14.00–18.00, fríggja- dag stongt (donsk tíð). Vesterbrogade 17A 1620 København V Tlf. 33239980 Fax 33239234 Teldupostur: fo.raadgivning@get2net.dk Føroyingarfelagið í Aalborg Lille Kongens Gade 10 B. Tel. 98136330 Húsið er opið soleiðis: Fríggjadag: Fimmarin frá 17.00 til 19.00 Leygardag: Opið hús frá 22.00 til 03.00 Føroyingar í Noregi E-mail: foroyar@norden.no Heimasíða: http://www.norden.no/ foroyar Norsk-Færøysk Lag skipar javnan fyri tiltøkum fyri føroyingum og fólki við til- knýti til Føroyar. Tiltøkini verða hildin í Oslo, og nærri upplýsingar um tíð og stað fáast við at venda sær til felagið á tlf. +4722674829. Føroyingafelagið Vesturskin, Bergen Vit skipa fyri tiltøkum nakrar ferðir um árið. Nærri upp- lýsingar við at venda sær til Sørin Danielsen, tlf. 56147684 ella Elsebeth Reines, tlf. 55229049. Føroyahúsið í Keypmannahavn Vesterbrogade 17 A 1620 København V Tlf. 33 23 15 87 Fax 33 23 15 18 Kunningartlf. 33)23)15)86, sum sigur frá øllum tiltøkum. Heimasíða: www.faroehouse.dk E-mail: postur@faroehouse.dk Upplatingartíðir: mánadag–fríggjadag: kl. 16.00–19.00. Føroyingafelagið í Århus Vestergade 48 D 8000 Århus C Telefon og fax: 86180604 Teldupostur: aarstova@teliamail.dk Heimasíðan: http://welcome.to/aarstova Áarstova er opin soleiðis: Café Mánad.-hósd.: kl. 16-18 Føroysku bløðini liggja frammi. Fríggjakvøldsbarr: kl. 21-03 Limir ókeypis atgongd. Onnur kr. 10,-. Onnur reglulig tiltøk í Áarstovu: MFS. Meginfelag Føroyska Studenta hevur opið hvønn mikudag kl. 16-18. Føroyskur barnaskúli ann- anhvønn leygardag kl. 11-14 (ólíka vikur). Sunnudagsskúli annan- hvønn sunnudag kl. 14.30 (líka vikur). Bókasavn. Føroyskar bøk- ur kunnu lánast mánadag- hósdag kl. 16-18. Ítróttartiltøk: Flogbóltur. Frydenlundskúlin fríggjadag kl. 16-18. Bussur nr. 4. Svimjing. Frydenlundskúl- in fríggjakvøld kl. 18-19. Bussur nr. 4. Fótbóltur. Hasselager Hal- len fríggjakvøld kl. 21-23. Bussur nr. 15. Føroyingafelagið í Reykjavík Ølduslóð 27 220 Hafnafjørður, Ísland Tlf. 565 4883 E-mail: forrek@visir.is Hósdagin 17. august hava hjúnini Anna og Jóhan Mortensen á Skipanesi. Silvurbrúdleyp. Dagurin verður hildin fyri innbod- num á Svangaskarði 26. august klokkan 19. Silvurbrúdleyp Brúdleyp Hósdagin 10. august giftust Anja Olsen og Hans Petur Clementsen, bæði úr Klaksvík. Tey eru burturstødd. Í dag, 12. august, giftast í Havnar Kirkju Lena Ziska- son, Klaksvík og Erland Jensen, Hoyvík. Brúdleypsadressan er: Havnar Klubbi. Í dag, 12. august, kl. 16.00 giftast í Havnar Kirkju Kristina Danielsen, Argir, og Ronnie Kjærbo, Hoyvík. Veitsla verður fyri innbodnum í Róðrarneystinum á Argjum kl. 19. Í dag, 12. august, giftast í Østervangs kirkju, Glostrup, Kristbjørg Sóloy, Klaksvík, og Christian Andersen, Glostrup. Brúdleypsadressan er: Granskoven 171, Glostrup. Í dag, 12. august, kl. 16.00 giftast í prestagarðinum í Klaksvík Ingun Joensen og John Joensen, bæði úr Klaksvík. Vælkomst verður frá kl. 20.30 í barnaheiminum hjá brúðrini, Undir Fossum 62. Leygardagin 19. august kl. 15.00 giftast í Herlufsholm Kirke, Næstved, Ann K. Jensen, Næstved, og Einar Jón S. Hansen, Skopun. Veitsla verður fyri innbodnum í Tjæreby Forsaml- ingshus við Skelskør. Leygardagin 2. september kl. 16.00 giftast í Havnar Kirkju Hertha Jóanesarson, Eiði og Martin Kúrberg, Tórshavn. Veitslan verður í EB-húsinum á Eiði kl. 19.30 fyri innbodnum. Mánadagin 14. august fyllir Súsanna Oluffa Herdalur úr Hovi 90 ár. Dagurin verður hildin á Suðuroyar Ellis- og Røktar- heimi frá kl. 14.00–18.00. 90 ár 27. juli fingu Rúna Daniel- sen og Søren Søgaard, Bejstrup, ein son. Hann var 50 cm langur og vigaði 3450 gr. 1. august fingu Mette Top- holm og Johan Thomsen, Herting, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 4350 gr. 4. august fingu Valborg Heldarskarð Samuelsen og Fróði Josephsen, Klaksvík, ein son. Hann var 54 cm langur og vigaði 4400 gr. 4. august fingu Jan og Malin Zachariassen, Tórs- havn, ein son. Hann var 41 cm langur og vigaði 1520 gr. 4. august fingu Ann og Hildur Josva Thomsen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3200 gr. 4. august fingu Súsanna í Soylu og Tórður Nielsen, Hoyvík, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 2900 gr. 5. august fingu Anja Weyhe, Kollafirði, og Hallur Danielsen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 3200 gr. 5. august fingu Eyðhild Skaalum og Rúni Joensen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 3885 gr. 5. august fingu Marjun og Dan Kjelnæs, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 4305 gr. FØÐINGAR KIRKJUR & SAMKOMUR Gudstænastur 8. sunnudag eftir Trinitats Havnar kirkja: Sonja Klein kl. 11 Vesturkirkjan: Heri Joensen kl. 11 Nólsoy: Sverri Steinhólm kl. 12. Talvan gongur fyri kirkjuna Hvítanes: Elsa Funding kl. 11 Gásadalur: David Johannesen kl. 11 Mykines: David Johannesen kl. 20 Eiði: Emil Olsen, kl. 10.40 skriftamál, kl. 11 messa Saksun: Inga P. Dam kl. 11 Kollafjørður: Martin R. Jacobsen kl. 11, altargongd Gøta: Jónsvein Bech kl. 11, altargongd Selatrað: Jógvan Fríðriksson kl. 11, altargongd Klaksvíkar sjúkrahús: Hans Eiler Hammer kl. 10 Christianskirkjan: Hans Eiler Hammer kl. 11 Norðoya Røktarheim: Hans Eiler Hammer kl. 14.30 Húsar: Niels Pauli Danielsen kl. 11, altargongd Vágur: P. M. Rasmussen kl. 11 Ebenezer Sunnukvøldið kl. 18: Evangeliskt møti. Sunnukvøldið kl. 21: Útimøti. Rhema á Hálsi Sunnudagin kl. 11: Møti og sunnudagsskúli. Mánakvøldið kl. 20: Videokvøld á stórskíggja. Aril Edvardsen talar: »Djórsins tal og mynd ella Akurknívur menniskjusonarins«. (Tala hildin í Sarons Dal summarið 2000). Morgunbøn mánadag til fríggjadag kl. 6. Øll eru vælkomin. Filadelfia, Landavegur 22 Í dag kl. 17: Landsbøn. Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti, kl. 18: Møti og kl. 22: Útimøti. Samkoman Immanuel Sunnudagin kl. 13: Sunnudagsskúli. Sunnukvøldið kl. 19: Møti. Meinigheitshúsið í Havn Møti verður sunnudagin kl. 18 v/ Klæmint Tausen. Týsdagin 15. aug.: Bíbliltími v/ Sverra Steinhólm. Evni: Sálar- røkt. Meinigheitin í Hoyvík Sunnudagin í Hoyvíkar skúla: Kl. 17.30 bøn, kl. 18 møti, har Marita og Jona luttaka við sangi. Øll eru hjartaliga vælkomin. Frá 1000 ára haldinum Sunnudagin 13. aug. kl. 16.00 heldur Hanus A. Samuelsen fyrilestur í Sandavágs kirkju um Halgidagssiðir. Sunnudagin 13. aug. kl. 16.00 heldur Johs. Andr. Næs fyrilestur í Havnar kirkju um Kirkjusiðir. Filadelfia, Sundalagi Í morgin kl. 18: Møti v/ Sonna Djurhuus. Saron, Vestmanna Sunnudagin kl. 11: Morgunmøti. Mánakvøldið kl. 20: Bønarmøti. Keldan í Skálafirði Leygarkvøldið kl. 21: Opið hús við Hendrik Olsen. Sunnukvøldið kl. 19: Møti við Jónfinn Olsen. Tú ert vælkomin í Kelduna. Ørkin, Saltangará Møti verður sunnudagin kl. 19 í Arbeiðsmannafelagshúsinum Hæddini í Saltangará við Frítór Debes. Týskvøldið kl. 20: Húsmøti hjá Irenu Bech, Skipanes. Hóskvøldið kl. 20: Bønarmøti. Morgunbøn er mánamorgun, mikumorgun og fríggjamorgun frá kl. 6–7. Missións- og Ungdómshúsið á Glyvrum Møti verður sunnukvøldið kl. 19. Barnaansing verður. Øll eru vælkomin. Betel, Vágur Sunnudagin: Breyðbróting kl. 11. Evangeliskur fundur kl. 18.00. Útifundur kl. 21. Mánadagin: Bønarfundur kl. 20.00. Missiónshúsið á Tvøroyri Sunnukvøldið kl. 18 verður møti við Martin Hammer. Øll eru hjartaliga vælkomin. Felagið Tórshavn: Gongutúrur Sunnudagin 13. august verður gongutúrur Saksun-Langasandur. Farið verður við bussi frá Kunningarstovuni kl. 10.00. Havið góð og heit gonguklæði við. Gingið verður knappliga 4 tímar. Tilmelding á Kunningarstovuni. Reyði Krossur Føroya Sorgarlinjan svarar mánadag, mikudag og fríggjadag kl. 19-21.00 á tlf. 212380. Tilhaldið í Tórsgøtu 21 Drekkamunnur er at fáa hvønn dag eins og bløðini eru til taks. Frá 3. juli til 21. august er opið mánadag–fríggjadag kl. 14.00– 18.00. Tað er altíð ein krókur í Tilhaldinum - um tygum ikki fáast við nakað ítriv. Vit ynskja at øll skulu kenna seg vælkomin. AA-fundir í Havn Reinsaríið, Tórsgøta 5: Leygardagin: kl. 17-18. Sunnudagin: kl. 11-12 og evnisfundur kl. 20-21.30. Al-Anon fundir í Havn Fundir eru hvørt týskvøld og hóskvøld kl. 21.00 á Vaskarínum. AA-fundir í Eysturoy Á Toftum hvønn týsdag kl. 20 í húsinum norðanfyri skúlan. Á Glyvrum hvønn fríggjadag kl. 20 í Hvítaskúla (gamla lærara- íbúðin). Tórshavn: Læknavaktin tlf. 310033. Eysturoy: Leygardagin 12. august: Erik Mitens, tlf. 441490, Skála Sunnudagin 13. august: Leif Mosekilde, tlf. 447010, Runavík Norðoyggjar: Leygardagin 12. og sunnudagin 13. august: Jørgen Rye, tlf. 455451 ella 250990 Vágar: tlf. 332413 Suðuroy (norður): Tlf. 371560 Suðuroy (suður): Tlf. 373030 Tannlæknavakt, Tórshavn Bráðfeingishjálp fæst leygardag, sunnudag og halgi- dagar kl. 13–14. Tlf. 314544. Læknavaktir »… Sí, hvussu lítil neisti kann seta eld á ein stóran skógv! Pæturs- br. 3.5 B Stóri óðalsgarðurin var brendur í grund. Av teimum stóru, sterku bygningunum stóðu bara teir tjykstu veggirnir eftir og rúkandi rúgvur av sótaðum bjálkastubbum og brendum hoyggi. Nú skuldi so finnast útav, hvussu eldurin var íkomin. Øll vórðu avhoyrd, eisini lítli sonur óðalsbóndan. Hann varð spurdur, um hann hevði sæð, hvussu tað byrjaði at brenna í hoyggjhúsinum. Hevði hann spælt við svávulpinnar? Treystur svaraði drongurin: »Ja, men eg festi bara í tað lítla bálið, og so kom tann stóri eldurin av sær sjálvum«. So var hesin eldbrandur uppkláraður! Vit smílast, tá ið vit hoyra hvatdrongurin í síni barnsligu óvitsku svarar. Eftir tann dag er hann ivaleyst vorðin klókari. Men hava vit veruliga nakra grund til at smílast? Hava vit ongantíð í okkara lívi kveikt tað »lítla bálið« í tankaloysi og forvitniskapi, og so kom – sum vit aldri høvdu væntað – tann »stóri eldurin« av sær sjálvum og týndi virðir, sum ikki kundu bøtast aftur? Mong vilja ikki koma inn á tann tanka. Hann einki minni enn krevur tey til roknskap fyri lív teirra, og tey hata at fara gjøgnum tann roknskapin um tað er við skundi, uttan so at tey hava okkurt at reypa av, tí so skulu tey nokk fáa munnin upp. Sannleikin er bara vinur teirra um so er, at tað er teimum til fyrimunar, og so skulu tey kanska enntá hava hann »snollaðan« eitt sindur upp. Men hevur tú ikki stundir bara eitt lítið bil at hugsa hendan spurning ígjøgnum? Hevur tú ongantíð í lívinum kveikt hin »lítla eldin« og sæð hin »stóra eldin« koma av sær sjálvum? Eitt stutt eygnabrá, ein forvitnislig gerð, eitt tilvildarligt orð – og tær spillandi kreftirnar vóru sleptar leysar og tú hevði ikki tamarhald á teimum. Tær breiddu seg og breiddu seg, og eingin sløkti eldin. John S. Myllhamar, trúboðari Eitt ljós á gøtu míni ANDLÁT 3. august Lars Danielsen, vanliga nevndur Lars í Kálgarði, Sumba, 54 ára gamal. 4. august Kristian Karl Davidsen, Skála, 78 ára gamal. Jákup Mourits Olsen, Klaksvík, 79 ára gamal. 5. august Jógvan Joensen, vanliga nevndur Jógvan í Oyrargarði, Dalur, 79 ára gamal. Vagn Leivsgarð, Klaksvík, 70 ára gamal. 6. august Fríðrik Absalonsen, Klaksvík, 93 ára gamal. Jógvan Emil Mørkøre, Eiði, 86 ára gamal. Elin Vilhelmina Jensen, Funningsfjørður, 69 ára gomul. 7. august Hansina Joensen, Skopun, 78 ára gomul. Borghild Joensen, Strendur, ættað av Stykkinum, 76 ára gomul. 8. august Poul Andreas Jacobsen, Syðrugøta, 88 ára gamal. Vic Pearce, Tvøroyri, 56 ára gamal. Poula Nielsen, Tvøroyri, 47 ára gomul. 5. august fingu Marita Hentze og Eyðbjørn Poul- sen, Argir, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3720. 8. august fingu Signe Skaaning Dahl og Jens Pauli Dahl, Leynar, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3950 gr. 8. august fingu Edna Mørk- øre, Hoyvík, og Uni Leitis- stein Hansen, Runavík, ein son. Hann var 56 cm langur og vigaði 3950 gr. 8. august fingu Fríða og Mikkjal Hammer, Hvalba, eina dóttur. Hon var 50 cm long og vigaði 3500 gr. 10. august fingu Edith og Jónleif Frederiksen, Tórs- havn, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 3500 gr. 10. august fingu Nomi og Høgni Háberg Hansen, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 54 cm long og vigaði 3720 gr. 10. august fingu Heidi og Páll Berg, Tórshavn, eina dóttur. Hon var 56 cm long og vigaði 4700 gr. 10. august fingu Gerda Jónsdóttir og Thomas Hens- ing, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 52 cm long og vigaði 4100 gr. www.sosialurin.fo