fríggjadagur 4. februar 2005síða 5
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 4. februar 2005
5
Klaksvík og
Blái Krossur
samstarva
Mikudagin fundaðust
umboð fyri Bláa Kross
og Klaksvíkar komm-
unu um eitt nýtt sam-
starv, sum partarnir fara
at hava næstu trý árini.
Samstarvið
kallast
»Børn í vanda« og snýr
seg um fyribyrging av
rúsdrekkanýtslu.
Hugskotið er at veita
børnum, næmingum,
foreldrum og øðrum
kunning og frálæru, so
at uppvøksturin hjá
børnum verður rúsfríur.
Farið verður undir
hesa verkætlan í næst-
um, og øll húsarhald í
Klaksvík fáa í tí sam-
bandi ein faldara um
átakið.
ek
Árnafjørður
fær reinsað
vatn
Seinni í hesum árinum
fer sóttreinsað vatn at
renna úr vatnkránunum
í Árnafirði. Tað skrivar
heimasíðan hjá Klaks-
víkar kommunu.
Í august í fjør var arb-
eiðssáttmáli undirskriv-
aður, og nakað fyri jól
byrjaði sjálvt arbeiðið
at
gera
reinsiverk.
Gongur tað sum ætlað,
fáa árnfirðingar sótt-
reinsað vatn longu í ár.
Tað er Sp/f Dorus S.
Johannessen,
sum
stendur fyri arbeiðnum,
og tað umfatar grevstur,
legging og tyrving av
rørleiðingum, avgrevst-
ur fyri goymslu og
reinsuverksbygningi og
gerð av vatntøku í Stór-
høvdaá í Árnafirði.
Arbeiðið byrjaði fyri
jól í fjør.
Verkætlanin í Árna-
firði er ein liður í fram-
haldandi vatnútbygg-
ingunum í Klaksvíkar
Kommunu, har arbeitt
hevur verið við nøkrum
uppskotum viðvíkjandi
sóttvatnsveiting
til
Árnafjørð. Eftir nærri
umhugsan fall valið á
Stórhøvdaánna.
Har
rennur sera reint keldu-
vatn, sum møguliga
ongantíð tornar upp.
Allan tann tøkniliga
útbúnaðin til reinsi-
verkið hevur Nomatek
framleitt, bæði sandfilt-
ur og UV-stráluútgerð,
og felagið fer eisini at
seta útgerðina upp.
Sóttvatnsgoymslutan
gin verður um 80 rúm-
metrar til støddar, og
møguleiki verður eisini
fyri einum tanga aftur-
at. Um neyðugt, verður
eisini gjørligt, seinni, at
útbyggja sjálvt reinsi-
verkið við einum sand-
filturi.
ek
Trumfurin er neyvan snildur taktikkur
Løgmaður roknar
ikki við, at avtalan hjá
dønum við grønlend-
ingar um uttanríkis-
politisku heimildar-
nar er ein taktiskt
trekk fyri at trýsta
føroyingar. Men í
bakspeglinum kann
tað líkjast einum
taktiskum leiki, held-
ur hann
POLITIKKUR
Eyðun Klakstein,
eydun@sosialurin.fo
– Tann góði taktikkurin
verður ongantíð avdúkaður.
Soleiðis svarar løgmaður,
tá ið hann verður spurdur
um viðmerkingina hjá blað-
stjóranum á Ekstra-Blað-
num, Hans Engell, sum í
eini tinghelluni í Sosiali-
num rør fram undir, at
danska stjórnin fer at brúka
avtaluna hjá dønum við
grønlendingar um uttan-
ríkispolitisku heimildarnar
sum ein trumf mótvegis
føroyingum.
– Eg ivist í, um hetta hev-
ur verið eitt bevíst taktiskt
trekk hjá dønum at gera
eina avtalu við grønlend-
ingar fyrst, men í bak-
speglinum líkist tað einum
taktiskum leiki, heldur
Jóannes Eidesgaard.
– Hans Engell er ein góð-
ur eygleiðari, og hann hev-
ur stóra vitan um, hvussu
tað politiska spælið er í
Danmark, og hann kallar so
avtaluna við grønlendingar
fyri ein trumf hjá donsku
stjórnini. Eg kann bara
siga, at vit fara ikki at góð-
taka somu avtalu, sum dan-
ir hava gjørt við grønlend-
ingar.
Føroyingar
av sporinum
Ætlanin hevur leingi verið,
at føroyingar og grønlend-
ingar skulu fáa størri heim-
ildir á uttanríkispolitiska
økinum. Tað ítøkiliga arb-
eiðið við hesum byrjaði í
einum embætismannabólki
mannaðum við dønum, før-
oyingum og grønlending-
um, og ætlanin var, at avtal-
urnar skuldu koma í gildi á
nýggjárinum í ár.
– Alt arbeiðið við avtal-
unum hjá føroyingum og
grønlendingum var paral-
lelt til desember mánað í
fjør, tá ið danir bóðu føroy-
ingar um at fáa betur stund-
ir at umhugsa seg í. Sam-
stundis hildu samráðingar-
nar við grønlendingar fram,
og har er ein avtala komin
burturúr, sigur Jóannes
Eidesgaard.
– Avtalan millum danir
og grønlendingar passar
ikki til okkum, tí fara vit
ikki at góðtaka somu av-
talu, sigur løgmaður.
Bíða eftir
Samráðingarnar
millum
føroyingar og danir um utt-
anríkispolitisku heimildir-
nar hava ligið stillar síðani
desember mánað í fjør, og
nú bíðar landsstýrið eftir, at
fólkatingsvalið er av, og
danir aftur hava eina arb-
eiðsføra stjórn.
– Eg tosaði við Anders
Fogh Rasmussen nakrar fá-
ar dagar, áðrenn hann út-
skrivaði valið, og tá tosaðu
vit um, hvussu vit kundu
fáa samráðingarnar í gongd
aftur. Tað eru fleiri møgu-
leikar, og nú bíða vit eftir,
at fólkatingsvalið er farið
afturum, sigur Jóannes
Eidesgaard.
Hann heldur, at sjálvstýr-
isarbeiðið í Føroyum og
Grønlandi er so ymiskt, at
avtalurnar hjá kunnu ikki
verða eins.
– Føroyingar og grøn-
lendingar hava sera ymisk-
ar fortreytir, og tí kann
sjálvstýristilgongdin í Før-
oyum og Grønlandi ikki
synkroniserast,
sigur
Jóannes Eidesgaard, sum
ikki dugir at meta um
møguleikarnar fyri at fáa
eina øðrvísi uttanríkispolit-
iska avtalu við danir, enn
grønlendingar hava fingið.
Eivør fekk einki
Eivør Pálsdóttir fekk
hvørga av íslendsku
tónlistavirðislønunu
m, sum hon var í
uppskoti til. Heldur
ikki Bjørk fekk hesar
virðislønir. Ársins
songkvinna gjørdist
Ragnheiður Grøndal
TÓNLEIKUR
Eyðun Klakstein,
eydun@sosialurin.fo
Mikukvøldið vóru árligu
tónlistavirðislønirnar í Ís-
landi handaðar í Tjóðleik-
húsinum í Reykjavík.
Millum tey mongu fólk-
ini, sum vóru í uppskoti til
teir ymsu virðislønirnar,
var føroyska songkvinnan
Eivør
Pálsdóttir,
sum
seinnu árini hevur verið
millum heitastu nøvnini í
íslendskum tónleiki, og
sum gevur sín tónleik út hjá
íslendska plátufelagnum 12
Tónar.
Eivør var saman við øðr-
um stilla inn til tvær virðis-
lønir. Onnur var sum Árs-
ins songkvinna, og hin var
fyri at hava gjørt Ársins
poppfløgu.Men í hvørgum
føri eydnaðist tað Eivør at
vinna.
Hon segði áðrenn hand-
anina, at hon var errin bara
av at vera innstillað, men
væntaði ikki at vinna.
Bjørk vann
heldur ikki
Millum tey, sum Eivør
kappaðist við, var heims-
kenda
íslendska
song-
kvinnan Bjørk, men heldur
ikki hon vann hesar báðar
virðislønir. Bjørk kundi tó
ugga seg við, at hon vann
fyri ársins sjónbandalag.
Ársins songkvinna gjørd-
ist Ragnheiður Grøndal, og
ársins poppfløga gjørdist
»Mugimama,
Is
This
Monkeymusic?« hjá Mugi-
son.
Ársins sangari gjørdist
Páll Rósinkrans, og Ársins
rockfløga var »Hljóðlega af
stað« hjá Hjálmari.
– Eg ivist í, um hetta hevur
verið eitt bevíst taktiskt trekk
hjá dønum at gera eina
avtalu við grønlendingar
fyrst, men í bakspeglinum
líkist tað einum taktiskum
leiki, heldur Jóannes
Eidesgaard, løgmaður
Eivør Pálsdóttir var errin av at vera innstillað til tvær íslendskar tónlistavirðislønir, men hon
vann onga hesaferð. Í fjør vann hon tvær slíkar