fríggjadagur 4. februar 2005síða 6
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 24 - 4. februar 2005
Í sambandi við, at fel-
øgini, P/F Heri
Thomsen og P/F
Vinna í Gøtu, hava
stovnað felagið,
Norlink, sum hevur
keypt farmaskipið
Norland úr Noregi, er
skrivstova latin upp á
Bryggjubakka 16 í
Havn. Hetta eru høl-
ini, har handilin,
Samvinnufelagið,
áður húsaðist
NÝGGJ SKRIVSTOVA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Á skrivstovuni hjá P/F Nor-
link í Vágsbotni starvast í
løtuni tveir mans, Jóhan
Simonsen, sum er úr høv-
uðsstaðarøkinum og Eli
Hansen, sum er gøtumaður.
P/F Heri Thomsen eigur
2/3 av felagnum, Norlink,
og
móðurfelagið,
P/F
Vinna, eigur 1/3.
Økt virksemi
Tórhallur Thomsen sigur, at
skrivstovan burtur av er
latin upp í samband við
økta virksemi hjá felagnum
við sjóvegis-og nú eisini
við loftvegis flutningi.
– Sjóvegis flutningurin
verður við skipinum, sum
felagið hevur keypt, meðan
loftvegis flutningurin ser-
liga snýr seg um eykalutir
til verkstøð og annað, sum
felagið tekur sær av fyri
viðskiftafólk.
Hann sigur, at loftvegis
flutningurin serliga verður
brúktur, tá ið talan er um
akuttar
umstøður,
har
stundir ikki eru at bíða eftir
sjóvegis flutninginum.
Sjey mans
Tórhallur sigur, at Norland
kemur til Føroya um mán-
aðarskiftið, februar/ mars,
og tá verður farið undir
regluliga sigling millum
Føroyar og Danmark.
Hann sigur, at sjey mans
verða umborð á skipinum í
senn, og skiparar verða
William Max Hansen, sum
er av Eiði og Eifinnur av
Reynatrø, sum er leirvík-
ingur.
– Norland er eitt kombin-
erað platta-og bingjuskip,
sum lastar umleið 1500
tons, sigur Tórhallur Thom-
sen.
Nýggja farmaskipið
hjá gøtumonnum,
Norland, fer at sigla av
Søldarfirði til Vágs og
haðani til Hirtshals í
Danmark. – Siglt
verður úr Søldarfirði
og av Vági einaferð
um vikuna, sigur
Tórhallur Thomsen
FLUTNINGUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tá ið farmaskipið, Norland,
sum P/F Norlink í Gøtu
hevur keypt úr Noregi, fer
undir regluliga sigling mill-
um Føroyar og Danmark,
fáa suðuroyingar eisini eitt
sjóvegis
samband
við
umheimin.
Tórhallur Thomsen sigur,
at Norland fer at sigla upp á
tríggjar havnir, tvær í Før-
oyum og eina í Danmark.
– Siglt verður úr Hirts-
hals beinleiðis til Søldar-
fjarðar, har P/F Heri Thom-
sen hevur bygt stórt við av-
greiðslu á havnalagnum.
Síðan verður siglt úr Søld-
arfirði til Vágs, og haðani
aftur til Hirtshals.
Spurdur, um felagið hev-
ur tikið stigið at sigla av
Vági eftir nógvu umrøð-
una, sum støðan í Suður-
oynni hevur fingið í fjøl-
miðlunum seinastu tíðina,
sigur hann, at so er ikki.
– Nei, tað er longri síðan
enn so, at vit tóku hesa av-
gerð. Tað var áðrenn, øll
henda umrøðan byrjaði av
álvara.
Tæna báðum pørtum
Hann sigur, at felagið hevur
avgjørt at sigla á Vág og av
Vági aftur til Danmarkar, tí
felagið metir, at hetta fer at
loysa seg.
Tórhallur sigur, at við
hesi flutningsleið fáa suð-
uroyingar
ein
nýggjan
møguleika, tí einki verður
til hindurs fyri at flyta fisk
úr Suðuroynni til útlandið
við skipinum.
Hinvegin fer ikki at bera
til at flyta feskan fisk úr
Eysturoy til virkingar í
Suðuroy, men tað er so ein
annar spurningur.
– Vit vóna, at suðuroy-
ingar fara at brúka henda
møguleikan, soleiðis at
nýggja farleiðin kann tæna
báðum pørtum, sigur Tór-
hallur.
Pakkhúsið, sum P/F Heri
Thomsen hevur bygt í
Søldarfirði,
verður
so
goymsla av hjá teimum,
sum velja at flyta farm við
Norland.
Samstundis er pakkhúsið
saltgoymsla
og
fóður-
goymsla
umframt
av-
greiðslustaður hjá hjá eitt
nú Evos og Meginfelag
Búnaðarmanna.
Tórhallur Thomsen sigur
at enda, at Norland fer at
sigla úr Søldarfirði og av
Vági einaferð um vikuna.
P/F Norlink latið skrivstovu upp í Vágsbotni
Suðuroyingar fáa sjóvegis
flutning til Danmarkar
Nú fáa suðuroyingar ein nýggjan flutningsmøguleika við farmaskipinum, sum P/F Norlink
hevur keypt úr Noregi. - Vit fara at sigla av Vági og beinleiðis til Hirtshals, sigur Tórhallur
Thomsen
Lastin hjá Krúnborg
vá tilsamans 3.193
tons, ið er rættiliga
nær tí, sum útrokn-
ingar siga, at skipið
lastar eftir leingjan-
ina í fjør heyst
SVARTKJAFTUR
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Líkt er til, at góði svart-
kjaftafiskiskapurin á leið-
unum suður úr Írlandi
heldur fram.
Finnur Fríði landaði
umleið 2.600 tons av
svartkjafti á Havsbrún
hósdagin, og tá er skipið
fult undir lúkurnar.
Á Havsbrún vita tey at
siga, at Christian í Grótin-
um kemur inn at landa í
dag við umleið 2.000
tonsum, og síðan kemur
Sheanne við umleið 1.500
tonsum.
Sløk 3.200 tons
Sosialurin hevur fylgt við,
hvussu nógv lastin hjá
Krúnborg
vigaði,
nú
skipið fyrstu ferð hevði
fulla last eftir leingjanina
í fjør heyst.
Á Havsbrún siga tey, at
lastin hjá Krúnborg vá
tilsamans 3.193 tons, sum
er rætiliga nær teirri met-
ing, sum útrokningarnar
søgdu.
Reiðarin, Petur H. Jac-
obsen, hevur sagt, at skip-
ið nú lastar 3.200 tons, og
sigast má, at hetta er
rættiliga nær hesi meting.
Trý skip landa
svartkjaft á
Havsbrún
3.193 tons vá henda lastin hjá Krúnborg, tá ið saman um
kom
Mynd: Yngve Olsen
Her heldur nýggja skrivstovan hjá P/F Norlink til - á Bryggjubakka 16 í Havn
Mynd: Bárður Lydersen
Í løtuni starvast tveir mans á skrivstovuni, Jóhan Simonsen og
Eli Hansen
Mynd: Bárður Lydersen