fríggjadagur 4. februar 2005síða 7
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 4. februar 2005
7
Umsetiligheitin skal tálmast
Bjørn Kalsø, lands-
stýrismaður, arbeiðir
við at endurskoða
lógina um vinnuligan
fiskiskap. Meðan ar-
beitt verður, fer hann
at tálma umsetilig-
heitini av fiskiloyvum
og -døgum
FISKIVINNULÓGIR
Edvard Joensen
Umsetiligheitin av fiski-
døgum og -loyvum skal
tálmast. Tað hevur lands-
stýrismaðurin við fiski-
vinnumálum, Bjørn Kalsø,
sett sær fyri. Hann ásannar,
at tað er ov lætt at flyta
veiðiorku millum skip og
skipabólkar. Øll lógin um
vinnuligan fiskiskap skal
endurskoðast.
Bjørn Kalsø, landsstýris-
maður við fiskivinnumál-
um, er farin undir stórar-
beiði. Hann hevur sett sær
fyri at endurskoða alla lóg-
ina um vinnuligan fiski-
skap. Tað skal gerast frá
grundini, og tað er stór-
arbeiði. Arbeiðið er í
gongd, sigur landsstýris-
maðurin.
Landsstýrsmaðurin sigur,
at hann hevur sett eina ar-
beiðsætlan í trimum punkt-
um í verk. Hann hevur sett
sær fyri at:
– gera eina grundiga
gjøgnumgongd av lógini
um vinnuligan fiskiskap
– kanna veiðitrýst og -
orku. Tað arbeiðið skal vera
liðugt 1. apríl í ár
– tálma umsetiligheitini
av fiskiloyvum og -døgum
Ov lætt
Bjørn Kalsø, landsstýris-
maður, ásannar, at tað er ov
lætt at flyta veiðiorku mill-
um skip og ikki minst í
millum skipabólkar. Tað
var ikki meiningin við lóg-
ini um vinnuligan fiski-
skap, at orka skuldi ferðast
millum ymsu bókarnar.
Men tað eru so gjørdar
ymsar borytingar við tíðini,
sum kanska ikki allar hava
verið líka væl umhugsaðar.
Og fylgt hevur heldur ikki
verið upp, soleiðis at lógin
alla tíðina hevur verið end-
urskoðað, sigur landsstýris-
maðurin.
Men tað verður nú gjørt.
Tað situr ein arbeiðsbólkur
og ger hetta í løtuni, sigur
hann.
Landsstýrismanninum
dámar ikki háttin, lógin um
vinnuliga fiskiskap hevur
útviklað seg uppá, sum
hann tekur til.
– Andin í lógini er ikki
fylgdur, og øllum er greitt,
at lógin hevur forskotið
seg. Tað er eyðsýnt, at bæði
loyvi og dagar eru drenað
úr ávísum bólkum og flutt í
aðrar, sigur hann.
Tað er hetta, sum ar-
beiðsbólkurin, hann hevur
sett, skal kanna og skal so
koma við uppskoti um,
hvussu hetta kann rættast
upp aftur til tað, ætlanin
var. Ella í hvussu er so nær
tí sum gjørligt.
Steðgast á
Nú má steðgast á og fing-
urin stingast í jørðina. Vit
mugu finna útav, hvar vit
eru, og hvat vit ætla við
lógini um vinnuliga fiski-
skap, sigur Bjørn Kalsø.
Tað verður eitt stórar-
beiði, sum vit kanksa ikki
kenna, ið stendur fyri, nú
hann hevur sett sær fyri at
endurskoða
lógina
um
vinnuligan fiskiskap.
Tað eru stór og trupul
mál, hann hevur sett sær.
Hetta at fara at pilka við
umsetiligheitinia millum
skip og skipabólkar. Hann
ásannar, at tað verður trup-
ult, men er kortini við góð-
um treysti farin undir tað.
Hann fer tí sum eitt tað
fyrsta at kunngera eina
tálman í flytingini av døg-
um og loyvum, meðan ar-
beitt verður við lógini.
Nú skal hendan kann-
ingin fyrst gerast liðug. So
kunnu vit brúka hana, tá vit
fara at býta dagar til bæsta
fiskiár.
Eg
vænti
ein
vøkstur í veiðitrýstinum, og
tað kann so enda við einum
niðurskurði í døgum, sigur
Bjørn Kalsø, landsstýris-
maður við fiskivinnumál-
um.
Hann vil ikki koma nærri
inn á tann nágreiniliga ar-
beiðssetningin, hjá teimum,
sum arbeiða við endurskoð-
anini av lógini um vinnu-
liga fiskiskap.
Eitt nú vil hann ikki siga
nakað um, hvussu veiði-
orka í framtíðini verður
roknað út. Um tað verður
eftir, hvussu nógvar húkar
ein
línubátur
dregur,
maskinorku hjá trolarum,
kubikk- ella kvadratrøtur
ella nakað sovorðið.
– Hatta er alt tikið við í tí
arbeiði, vit gera, er einasta
viðmerking Bjørn Kalsø,
landsstýrismaður, hevur til
teir spurningarnar.
Umsetiligheitin av fiskidøg-
um og fiskiloyvum skal nú
tálmast, meðan lógin um
vinnuligan fiskiskap verður
endurskoðað frá grundini,
sigur Bjørn Kalsø, landsstýris-
maður við fiskivinnumálum
Mynd: Jens Kristian Vang
Vága Ríðingafelag
skipar fyri føstuláv-
intshaldi í Sørvági
leygardagin. Á
skránni verður ring-
ríðing, tunnusláttur
og dansur
FØSTULÁVINT
Edvard Joensen
Skipað verður fyri undir-
haldi við fotbóltsvøllin í
Sørvági leygardagin. Tá fer
Vága Ríðingafelag at halda
føstulávint við nógvum
tiltøkum.
Byrjað verður klokkan
15.00 við ringríðing, siga
fyrireikararnir. Síðan verð-
ur tunnusláttur fyri bæði
kvinnur og menn. Tað verð-
ur skipað við trimum tunn-
um, har fólk úr teimum
stóru bygdunum í Vágum
fara at kappast sínámillum.
Soleiðis at ein tunna verður
til sørvingar, ein til mið-
vingar og ein til sandavágs-
fólk. Steyp verða latin
kattakongunum úr hvørji
bygd sær.
Um kvøldið verður dans-
ur, har Jákup og vinmenn
fara at spæla, siga tey í
Vága
Ríðingafelag,
og
leggja afturat, at tað er
ókeypis at koyra gjøgnum
Vágatunnilin føstulávints
leygardag.
Samráð-
ast um
Norður-
talantslinju
Samráðingarnar
millum Smyril
Line og Fjord Line
halda fram. Men
ringt er at fáa nak-
að ítøkiligt at vita
um, nær ein avtala
kann væntast
SAMRÁÐINGAR
Hetlendski nevndarlim-
urin í Smyril Line,
Morgan Goodlad, er
sambært
hetlendska
blaðnum, The Shetland
News, í Bergen til enda-
ligar samráðingar við
Fjord Line um nýggja
ferjufelagið, North At-
lantic Lines, sum Smyril
Line og Fjord Line ætla
at stovna. Blaðið vænt-
aði mikudagin, at ein
avtala fór at verða kunn-
gjørd tá. Men so varð
ikki.
Tað hevur ikki eydnast
at fáa viðmerkingar frá
leiðsluni í Smyri Line til
hesi tíðindini. Bæði
nevndarformaður
og
stjórar í Smyril Line eru
uttanlands. Men ikki ber
til at fáa at vita, hvar teir
eru, og hvat teir gera.
Fartelefonirnar
verða
ikki tiknar. Men nógv
tykist benda á, at tað er í
samband við samráð-
ingar um North Atlantic
Lines, at teir eru burtur-
staddir.
ej
Føstulávintshald í Sørvági