Sosialurinarkiv
Sosialurin 2005-02-04, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 4. februar 2005síða 8

‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 24 - 4. februar 2005 – Tað sum mest er brúk fyri í Suðuroy, eru arbeiðspláss til tímalønt og tað sakni eg í Suðuroyarætlan- ini hjá landsstýri- num, sigur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðara- felag ØKISMENNING Áki Bertholdsen, aki@sosialurin.fo – Suðuroy hevur brúk fyri andahjálp og tað má vera beinanvegin. Tað heldur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag. Bróðurpartin av teimum fólkum, sum eru arbeiðs- leys í Suðuroy, eru júst lim- ir í Føroya Arbeiðarafelag og vit hava spurt forkvinn- una í felagnum, hvat hon heldur um tey 10 punktini í Suðuroyarætlanini, sum landsstýrið legði fram her- fyri. – Tað er nógv gott í ætl- anini og har eru nógv góð hugskot í, sum kunnu bøta um støðuna. Men Ingeborg Vinther staðfestir, at tað, sum tað er mest brúk fyri í Suðuroy er, at skapa arbeiðspláss til tímalønt verkafólk, sum hava mist arbeiðið. Og tað má verða beinan- vegin. Men júst hesin týðandi tátturin er ikki so sjónligur í suðuroyarætlanini hjá landsstýrinum. –Eg haldi at suðuroyar- ætlanin hevur ov fá boð uppá, hvussu arbeiðspláss kunnu skapast til tímalønt beinanvegin. Hava brúk fyri andahjálp Samstundis ásannar Inge- borg Vinther, at helst eisini er trot á váðafúsum peng- um í Suðuroy. Og í hesum sambandi má landsstýrið hjálpa til, tí tað slepst ikki undan, at Suður- oy hevur brúk fyri anda- hjálp. Sostatt dugir hon ikki at skilja, hví landsstýrið ikki vil seta á stovn ein Suður- oyargrunn, sum kann seta pening í vinnulív í Suðuroy. Hon sigur, at landið hev- ur fyrr gjørt serligar grunn- ar, tá ið kreppur hava verið í ávísum økjum í landinum. Hon vísir til Føroya- grunnin, sum hevur havt stóran týdning fyri vinnu- lívið í Norðoyggjum og hon vísir eisini til Sandoyarætl- anina, sum setti lív aftur í Sandoynna eftir kreppuna í nítiárunum. Hon ásannar eisini, at hon hevur ikki serliga stórt álit á, at Fiskavirking fer at lata stóra flakavirkið í Vági uppaftur. – Tað hava vit hoyrt so ofta at eg trúgvi tí ikki, fyrrenn fólkið er farið til arbeiðis. Hinvegin vísur Ingeborg Vinther á, at tey arbeiðs- plássini, sum Fiskavirking ætlar at skapa á flakavirki- num í Vági, eru eini 35-40 í tali. Men um somu tíð fara eisini eini 40 fólk at missa arbeiðið á laksavirkinum hjá Faroe Farming í Vági, tí nú eru tey skjótt liðug at taka laks. – Sostatt eru tey 35-40 arbeiðsplássini, sum Fiska- virking ætlar at skapa á flakavirkinum í Vági, bara ein dropi í havinum, serliga tá ið vit eisini hugsa um, hvussu stórt arbeiðsloysið er. – Arbeiðið má skapast í Suðuroynni alt fyri eitt, so at fráflytingin ikki av álvara fer at taka dik á seg, tí Suðuroyggin tolir ikki hesa stóru fráflyt- ingina. Men Ingeborg Vinther leggur dent á, at tað er ikki nóg mikið at skriva eina Suðuroyarætlan niður á pappír. – Landsstýrið má eisini vísa í verki, at tað er álvari í tí, sum skrivað stendur. Orð eru ikki nóg mikið, tað skulu eisini ítøkilig stig takast, tí nú má eisini nakað henda. Men sum tað sæst í aðrari grein í blaðnum, heldur Ingeborg Vinther eisini, at suðuroyingar mugu standa saman um ein maður og hon heldur at tað var spell, at Vágs Býráð ikki vildi tosa við landsstýrið um skúladepil í Hovi og røktar- heim í Vági. – Øll Suðuroy eigur at verða løgd í eina kommunu og umsit- ingin eigur at vera mitt í oynni, heldur forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag ØKISMENNING Áki Bertholdsen, aki@sosialurin.fo Øll Suðuroyggin eigur at verða løgd í eina komm- unu. Tað heldur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag. Tað eru serliga hennara limir í arbeiðarafeløgunum í Suðuroy, sum hava merkt sviðan av kreppuni og vit hava tí spurt hana, hvat hon heldur um Suðuroyarætlan- ina í 10 punktum hjá lands- stýrinum fyri, hvussu vána- liga gongdin í Suðuroy kann vendast. Hon sigur, at tað er nógv í ætlanini, sum kann brúkast og tað eru nógv góð hugskot í ætlanini, sum landstýrið legði fram her- fyri. Eitt av teimum 10 boðun- um, sum onkur kallar ætl- anina, er bergholið ímillum Øravík og Hov hon heldur, at hetta er eitt mál, sum fer at fáa stóran týdning. – Hovstunnilin fer at gera samferðsluna ímillum syðru- og norðaru helvt nógv lættari og skjótari og tað kann sostatt fáa ein stóran týdning í royndunum at samansjóða oynna. Ein kommuna og umsiting mitt í oynni Hon er eisini fult samd, tá ið landsstýrið heldur, at tað hevði verið ein fyrimunur um øll Suðuroy varð løgd saman í eina kommunu. – Tað kundi skapt eina nógv effektivari og sterkari eind og tað vildi gjørt tað lættari at samansjóða alla oynna í eina eind. Men hon heldur eisini, at skal tað eydnast at leggja alla oynna í eina kommunu, má tað eisini gerast greitt, hvar umsitingin hjá eini stórkommunu í Suðuroy skal vera. – Eg haldi, at tað er rætt at leggja alla oynna í eina kommunu og at leggja um- sitingina á uttanveltaðum staði, mitt í oynni – kanska í Hovi. – So sluppu vit undan tvídrátti ímillum Vág og Tvøroyri um, hvar umsit- ingin skal vera. Hon heldur, at tað er al- neyðugt, at øll Suðuroyggin verður samansjóðað í eina kommunu, tí allir suðuroy- ingar mugu draga eina línu. – Skal Suðuroyggin fáast á føtur aftur, hevur tað sera stóran týdning, at suðuroy- ingar sjálvir vísa ein jaligan hugburð í royndunum at fáa virksemi í oynna. Men hon ivast í um tað fer at eydnast, so leingi oyggin er býtt sundur í fleiri kommunur. Har eru tað serliga Vágur og Tvøroyri ið standa sum tveir sterkir mótpólar, men tað er alneyðugt, at toganin ímillum hesi bæði plásini heldur uppat til frama fyri samansjóðing og samstarvi. Hon heldur at viðhvørt kemur tað til sjóndar, at tað er ein togan og ein tvídrátt- ur ímillum bygdirnar í norðaru helvt og syðru helvt í Suðuroy og ger tað trupult at menna oynna. – Klandur og tvídráttur ímillum bygdir føra onga leið, tí standa suðuroyingar ikki sum ein maður, menna vit ikki oynna aftur. Hugsaðu seg ikki nóg væl um Hon sigur, at eitt gott dømi um hetta er ósemjan, sum nú hevur tikið seg upp í Suðuroy um ætlaða skúla- depilin í Hovi við mið- námsskúla og heilsuskúla og røktarheimi í Vági. Ístaðin fyri at byggja miðnámsskúla í Vági, hevu landsstýrið skotið upp at flyta skúlan til Hovs og leggja hann í ein skúladepil har, saman við heilsuskúla- num, sum annars skuldi byggjast á Tvøroyri. Aftur- fyri var so ætlanin at byggja røktarheim á stykkinum í Vági, har skúlin skuldi vera. – Hetta er eitt mál, sum hevur býtt oynna í tvey og tað er ómetaliga óheppið og førir ikki til framburð. – Men var øll oyggin ein kommununa, slapst helst undan ósemjum sum hes- um. Ingeborg Vinther sigur, at tað er harðliga brúk fyri al- mennum størvum í Suð- uroynni. Tí heldur hon avgjørt, at tað er positivt, at landsstýr- ið hevur reist málið um bæði at byggja skúlar og røktarheim í oynni. – Tað er slíkt, vit hava brúk fyri. Eg haldi eisini, at tað er positivt, at seks kommunur í Suðuroynni eru sinnaðar at tosa við landsstýrið um ætlanina. – Men tíverri samtykti ein meirluti av Vágs Býráð at nokta at tosa við lands- stýrið um ætlanina. Hon leggur stóran dent á, at hon leggur seg ikki út í, hvar skúlar í Suðuroynni verða bygdir, heldur ikki miðnámsskúlin. – Men eg haldi at meiri- lutin í Vágs Býráði, sum samtykti at nokta fyri at tosa við landsstýrið um ætl- anina, hugsaði seg ikki nóg væl um. – Ístaðin fyri at vísa tað blankt frá sær, haldi er, at tað hevði verið rætt at tosa við landsstýrið fyri at vita, hvørjar tær heilt ítøkiligu ætlanirnar vóru og hvørjari tíðarætlan, landsstýrið arb- eiddi eftir. Ingeborg Vinther sigur, at fyrsta fortreyt fyri menning er, at allir partar tosa saman og samráðast saman. – Og hetta er avgjørt eitt mál, sum tað hevði verið rætt at tosa meiri við lands- stýrið um. Men sum tað stendur aðrastaðni í blaðnum, held- ur Ingeborg Vinther kortini, at tað mest avgerandi av øllum, er, at fleiri arbeiðs- pláss til tey tímaløntu verða skapt beinanvegin. Suðuroyggin brúk fyri andahjálp beinanvegin Ósemjur ímillum bygdir í Suðuroy føra onga leið Nú er rættiliga deydligt á havnarlagnum í Vági og Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag, sigur, at Suðuroy hevur brúk fyri andahjálp alt fyri eitt – Meirilutin í Vágs Býráði, hugsaði seg ikki nóg væl um, tá ið hann vísti ætlanini hjá landsstýrinum um skúladepil í Hovi og røktarheim í Vági, frá sær, heldur Ingeborg Vinther, forkvinna í Føroya Arbeiðarafelag