fríggjadagur 4. februar 2005síða 9
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 4. februar 2005
9
Saman við ISUUS
Mobile hevur Sosial-
urin seinastu dagar-
nar havt eina veljara-
kanning umvegis
GSM-kervið
TØKNI
Jákup Mørk
Í samband við val plaga
kanningar av ymsum slag
at verða gjørdar, og fólka-
tingsvalið hesaferð er einki
undantak í so máta. So-
nevndu quick-poll kanning-
arnar á alnetinum hava
seinnu árini eisini verið
partur av hesum, og nú er
so enn ein nýggj kanning
komin.
Hesaferð er møguleika at
atkvøða umvegis fartele-
fon-neti. Við at senda ein
SMS við lista-bókstavinum
hjá einstøku flokkunum til
593000, ber til at taka lut í
kanningini.
Tað er ISUUS Mobile við
Regin Weihe Dalsgaard,
sum stendur fyri skipanini,
og sjálvur heldur Regin, at
henda
hevur
fyrimunir
framum vanliga quick-poll
kanningarnar, sum javnan
eru á netinum. Hetta tí tað í
eini gsm-atkvøðugreiðslu
ikki er gjørligt at verða
upptikin
fleiri
ferðir.
Forðingin fyri hesum í eini
quick-poll á alnetinum er
nevnliga ikki størri enn so,
at brúkarin við at strika
eina cookie kann atkvøða
so ofta, sum honum lystir.
Einastandi loysn
Men hetta at gera eina at-
kvøðugreiðslu á netinum er
bara ein evarska lítil partur
av tí, sum ISUUS fæst við.
Seinnu árini hava teir ment
eina serliga trívegis GSM-
skipan. Tað vil siga eina
skipan, har fyrispurningar
av ymsum slag kunnu send-
ast til nummarið, og síðani
verður svar sent aftur til
brúkaran.
- Talan er um eina loysn,
sum eingin annar í Føroy-
um ella Danmark kann
veita í løtuni, sigur Regin.
Vit hava longu nakrar
kundar bæði her og í Dan-
mark. Eitt nú hevur Mein-
hardt Arge eina skipan, har
tú við at senda sms við tíni
nummarplátu á kanst fáa at
vita, hvørt hesin er liðugur
á verkstaðnum ella ikki.
Somuleiðis hevur Solar
Føroyar eina skipan, har
síggjast kann, hvussu langt
ávísur ordri er komin í
skipanini.
Fleiri fyrimunir
Í løtuni er Regin í Dan-
mark, har ein roynd verður
gjørd at koma inn á danska
marknaðin.
- Her hava vit so valt, at
okkara lutur skal vera sum
supplering til skipanir, sum
longu eru kendar. Eitt nú
kann okkara skipan sam-
starva við Navision, og á
tann hátt kunnu vit gerast
eitt eyka amboð hjá fyritøk-
unum. Tað halda vit í øllum
førum vera betri, enn at
skula royna at trýsta stórar
fyritøkur heilt av marknaði-
num.
Sjálvur heldur Regin, at
størsti fyrimunurin við
teirra skipan er, at hon er
nógv bíligari hjá kunda-
num, enn aðrar SMS-tæn-
astur.
- Kappingarneytarnir hjá
okkum eru fyrst og fremst
tær tænastur, sum hava fýra
tøl. T.d. 1441 í Føroyum. Í
mun til hesar er okkara
fyrst og fremst bíligari at
keypa, og hevur tú fyrst
keypt hana, kanst tú brúka
hana sum tær lystir, uttan at
skula rinda eyka fyri hetta.
Hartil inniber eitt SMS til
okkara tænastu ikki nakað
eyka gjald fyri sendaran.
Tað kostar tað sama, sum at
senda eitt vanligt SMS, sig-
ur Regin Weihe Dalsgaard
at enda.
Veljarakanning á fartelefon
Atkvøðugreiðslan, sum kann
fylgjast á www.sosialurin.fo,
er bara ein lítil partur av tí,
sum ISUUS Mobile hevur at
bjóða kundum sínum
"Góðir vanar"
í Lívdini
Hoyvík: Henda sein-
asta mánaðin hava tey í
samkomuni Lívdin víst
limunum á, hvat ein
góður vani er.
Á familjumøtunum
hava tey higartil sagt
frá, um góðar vanar í
hjúnabandinum, familj-
uni og í samkomuni.
Hesi møti byrja kl.
10:30 og vara í eina
tíma, og síðani verður
hildið fram kl. 12 við
tilbiðjan og læru.
Komandi sunnudag
verður so aftur eitt slíkt
evni tikið upp við fam-
iljumøtið. Tá fer Jákup
Jacobsen at tosa um eitt
evni, ið helst hevur
áhuga hjá mongum,
nevniliga "Góðir vanar
í arbeiði". Eftir hesa
framløguna fer Jógvan
Zachariassen at tosa
um Guds mátt.
Lívdin er ein evan-
gelisk samkoma í Hoy-
vík, sum byrjaði at
halda reglulig møtir 26.
august í 2001. Møtini
eru í Hoyvíkar skúla
Tey leggja stóran
dent á, at øll skula
kenna seg vælkomin í
samkomuni, óansæð úr
hvørji samkomu ella
kirkju, ein er, ella
hvørja bakgrund ella
andaliga støðu ein er í.
sb.
Sangskeið
aftur í heyst
Nesvík: Er tað nakað
sum tey sangglaðu í
Heimamissiónini gleða
seg til, so er tað árliga
sangskeiðið.
Hetta
skeiðið verður hildið í
heystfrítíðini á hvørjum
ári í Leguhúsinum í
Nesvík, har útivið 200
fólk í øllum aldri savn-
ast til sang, bíbil og
bøn.
Fyrireikingarnar til
ársins sangskeið eru
longu byrjaðar, og nú er
greitt, at tað verður
danin Ole Mouritsen
sum verður lærari og
fer at stjórna tí stóra
kórinum.
Hann starvast í løtuni
sum tónleikalærari við
bíbliuskúlan í Børkop,
men hevur altso sett
eina viku av til eina
Føroya-vitjan í oktober
mánaði.
Hann er tó ikki
ókendur við føroyingar
og føroysk viðurskifti.
Ole var eitt ár við
bólkinum Impuls, har
hann og Ásbjørn Bert-
helsen av Strondum
ferðaðust runt í Dan-
mark og evangeliseraðu
við sangi og tónleiki. Ta
ferðina vóru tey eisini á
vitjan í Føroyum.
sb.
Yvirskriftin kann
kanska tykjast einki-
sigandi, men hjá
teimum, sum dagliga
síggja tómar fermetr-
ar av av bryggjuøki,
er hetta viðkomandi
og hjá øðrum kanska
hugvekjandi
VIRKSEMI
Dagfinn Olsen,
dagfinn@sosialurin.fo
Nakað meira av virksemi
hevur verið á bryggjuni í
Vági hesa vikuna, enn van-
ligt er. Vanliga er nærum
einki, men í vikuni hevur
rættiliga verið lív í - eisini á
nýggja
bryggjuøkinum,
djúphavnini, sum annars
hevur ligið nýtt, stásasiligt,
stórt og oyði.
Tvey russisk skip lógu
nakrar dagar fyrst í vikuni
við bryggju og umskipaðu.
Sambært heimasíðuni hjá
Suðurrás, sudurras.fo, var
talan um felagið Faroe Cold
Stores, sum hevur gjørt
avtalu við russar um at nýta
goymslubygningarnar, sum
felagið eigur á bryggju-
økinum. Johan Dahl, stjóri í
felagnum,
sigur
við
heimasíðuna, at hann vónar
at hetta er byrjanin til meira
og støðugt virksemi.
Suppluskip umvælt
Leygardagin
kom
eitt
supplyskip hjá einum felag,
sum Johan Dahl umboðar, á
Vág. Skipið hevði fingið
eina rivu framman og verð-
ur nú umvælt á Vágs Skipa-
smiðju. Í hesnum sambandi
hevur eisini manningar-
skifti verið og mánadagin
kom tyrlan av flogvøllinum
á Vág við manning.
Virksemi í Vági
Mynd: D. Olsen