fríggjadagur 4. februar 2005síða 10
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 24 - 4. februar 2005
Fíggjarmálaráðið hevur í umbúnað at gera eina lógar-
broyting, eftir at tað var staðfest, at undir núverandi lóg-
gávu hevur Toll og Skatt ikki rætt til at krevja MVG frá
útlendskum fylgisveinasjónvarpsfeløgum sum til dømis
Canal Digital.
Fíggjarmálaráðið arbeiðir altíð skjótt, tá tað handlar um,
at onkur borgari ella okkurt felag skal gjalda meira. Spell
at sama ráð ikki ger líka skjótt av, tá tað snýr seg sum at
fáa meira smidligar skipanir í lag bæði fyri einstaklingar
og vinnu her í Føroyum og ikki minst í samband við
samhandil við útheimin. Hvar blíva til dømis lovaðu
dupultskattasáttmálarnir av?
Í tí aktuella málinum um MVG á fylgisveinasjón-varp
hevur Fíggjarmálaráðið partvíst grein í sínum máli. Tað er
sjálvandi órímiligt at fylgisveinasjón-varp gjøgnum
Føroya Tele skal gjalda MVG, meðan ein útlendskur
veitari skal sleppa undan. Men kanska kundi man brúkt
eitt sindur meira hugflog enn bara at víðka MVG innkrevj-
anina.
Hvørji eru framtíðarperspektivini, um man vil krevja
MVG av fylgisveinatænastum úr útlandinum? Tað digitala
sjónvarpið verður um nøkur ár ikki bert undirhald, men
kann potentielt gerast eitt samskiftistól, ið ikki hevur sæð
sín líka fyrr. Hvussu við tænastum úr útlandinum yvir
internetið? Um fylgisveinatænastur skulu gjalda MVG, so
má vælsaktans eisini gjaldast MVG, skuldi ein føroysk
fyritøka keypt sær ráðgeving, kunning ella aðrar tænastur
yvir internetið. Hesar tænastur fara heldur ikki at fækka
komandi árini, og áhugavert kundi verið at vitað, um Toll
og Skatt skal MVG skráseta allan Silicon Valley fyri, at
føroyingar kunnu gerast partur av tí globalu bygdini.
Hvussu ætlar man sær at umsita hesa lóggávu, uttan at
økja um starvfólkatalið ella áleggja føroyska skattgjald-
arnum orímiligar skyldur?
Hveði ikki verið nógv rættari at umhugsað, um loftvegis
tænastur ikki áttu at verið frítiknar fyri MVG? Nógv
verður tosað um, hvussu vit føroyingar skulu granska og
hvussu KT vinnan kann gerast eitt alternativ til verandi
vinnur. Um man innibyrgir føroyingar aftanfyri eina
ørgrynnu av isolationistiskari lóggávu, ið byggir múrar
millum Føroyar og útheimin, so er tosið um eina
hátøkniliga framtíð bert tóm orð.
Sporini styggja, tá tað kemur til lóggávu úr Fíggjar-
málaráðnum. Kopiering av danskari - í summum førum
ótíðarhóskandi danskari - lóggávu er vanligt. Lógirnar
verða viðhvørt samtyktar, uttan at tað er gjøgnumhugsað,
hvussu hesar lógir skulu umsitast. Broytingar í samtyktu
lógunum til fyrimuns fyri borgarar ella feløg vísa seg
nærum atlíð at verða sera trekar at fáa ígjøgnum.
Hvørja trygd hava vit fyri, at ein víðkan av MVG
innkrevjingini ikki er enn eitt stig skeiva vegin í einari
MVG innkrevjingarskipan, ið er alt ov tung umsitingar-
liga, sum er? Eigur henda samgonga, íroknað Fíggjar-
málaráðharran, ikki í verki at vísa, at hon meinar nakað
við føgru orðini um gransking og strategiskar ætlanir um
heimsins fremsta samfelag innan tøkni? Er stundin ikki
komin at tveita trongu skógvarnar burtur?
DAGSINS MEINING
Sosialurin
Globaliseringin og
Fíggjarmálaráðið
VIÐMERKINGAR
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard
toki@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo
Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo
Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo
Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Terji Nielsen terji@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Postsmoga 231
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
Sosialurin í Vágum:
360 Sandavágur
tel. 333820, 220507 fax 333720
e-post: edvard@sosialurin.fo
e-post: vagar@sosialurin.fo
Uppseting/prent:
Uppseting: Føroyaprent
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Argjavegur 26,
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1400
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Týsdagsblaðið Mán.kl. 10
Frí.
kl. 15
Frí.
kl. 12
Frí.
kl. 12
Mikudagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Hósdagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Leygardagsblaðið Frí. kl. 10
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og
áðrenn ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á
einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl-
an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar
sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur
blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar
avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir
øllum innsendum greinum – annars verða tær
ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til
at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum
bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni.
Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn
áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma
bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein
fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost
ella á diskli.
Helena Dam
á Neystabø
Javnaðarflokkurin
Skjótt skulu øll limalondini
í ES taka støðu til ta nýggju
ES-grundlógini.
Tá ið Danmark hevur
sagt ja til hesa grundlóg
merkir tað samstundis, at
danskur
sjálvsavgerðar-
rættur verður fluttur úr
Danmark og til ES. Uppi í
hesum danska sjálvsav-
gerðarrætti hongur sjálv-
andi eisini føroyskur sjálvs-
avgerðarrættur, tí ríkismál-
ini verja, ríkisborgaraskap-
ur, gjaldoyra, rættarmál og
onnur mál verða flutt til
ES, tá ið tann nýggja
grundlógin kemur í gildi.
Í løtuni hava okkara
fólkatingsumboð beinleiðis
ávirkan á ta viðgerð, sum
fer fram í Fólkatinginum, tá
ið ES-grundlógin og før-
oysku ríkismálini og uttan-
ríkismálini koma til við-
gerðar har.
Ongantíð áður hevur ta tí
verið meiri neyðugt, at
føroysku fólkatingsumboð-
ini eru á varðhaldi, og at tey
brúka sín møguleika at
ávirka og samstarva soleið-
is at málini og heimildirnar,
so hvørt sum Danmark let-
ur tey til ES, Føroya vegna,
verða tikin heim til Før-
oyar. Hendir tað ikki - verð-
ur tað eitt stórt afturstig.
Føroyar, ES og Fólkatingssessurin
VAL05
Tíverri varð Lena L. Mohr
skeivt endurgivin í greinini
Óhóskandi
fyri
lista-
snobbar, sum snúði seg um
hugnakvøldið í Ribarhúsi í
Fuglafirði, og sum var í
blaðnum 3. februar. Hon
varð endurgivin fyri at siga,
at tað er list, tá ið vit lata
okkum í okkara yndis cow-
boybuksir, tá ið vit hanga
júst hasa lampuna upp í
stovuni ella tá ið vit prenta
vakrar myndir á okkara
ferðavinnufaldarar.
Hetta var ein misskiljing.
Tað, Lena L. Mohr segði,
var, at vit menniskju hava í
dag ein grundleggjandi
tørv á at definera okkum í
mun til onnur. Og tað brúka
vit millum annað listina til.
Hvørjar bøkur vit velja at
lesa og hava í bókreolini,
hvørjar
málningar
vit
hanga á veggin, hvønn tón-
leik okkum dámar er alt við
til at siga nakað um hvønn
einstakan av okkum í mun
til onnur menniskju, men
eisini nakað um okkum
sum føroyingar í mun til
aðrar tjóðir. Í so máta brúka
vit listina eins og vit brúka
klæðir og aðrar brúklutir.
Eg biði Lenu L. Mohr
vinarliga umbera meg fyri
hetta mistak.
Anna V. Ellingsgaard.
Rætting
Virgar T. Dalsgaard
Til síðsta fólkatingsval
komu feðgarnir Hoydal
beint upp undir valið við
eini feitari tjóðveldislygn!
Teir fortaldu, at olja, sum
kundi
framleiðast,
var
funnin! - Hetta var kola-
svørt lygn, sum seinni er
skjalprógvað,
men
tað
gjørdi, at Høgni "stjól"
sessin frá antin javnaðar-
ella fólkaflokkinum og við
neyð og deyð slapp sær inn
um danska fólkatingsgátt,
har hann so fegin og penga-
grískur vil sita og hugna
sær!
Okkara umboðssessur er
vulgariseraður hesa setuna
av Høgna og Sjúrða – teir
hava brúkt sessin til bein-
leiðis spølni og uttan nak-
að mandat frá veljarunum
hava teir ikki skammast
fyri at allierað seg við tær
mest ódemokratisku dráps-
mannarørslurnar í Europu.
– (minnast fólk ikki
Sardiniensfundin?)!
Ei undur í, at sjálvur
næsti maður hansara, harra
Tòrbjørn Jacobsen fleiri
ferðir hevur sagt, at Høgni
Hoydal manipulerar og
hartil er størsti lygnari,
sum nakrantíð hevur verið í
føroyskum politikki!
Er slíkur patologiskur
lygnari verdugur at velja
sum okkara umboð á dana-
tingi?
Hava fólk longu gloymt oljulygnina?