fríggjadagur 4. februar 2005síða 11
‹ fyrra síða allar 36 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 24 - 4. februar 2005
11
Gjald fyri valgreinar
Eins og tað hevur verið vanligt í tíðini fram til eitt val, fer Sosialurin aftur hesa
ferð at taka gjald fyri valgreinar, sum verða settar í blaðið, hetta fram til
fólkatingsvalið.
Gjaldið fyri valgreinar er helvtin av vanligum lýsingarprísi.
Sosialurin
Fólk spyrja um tað yvir-
høvur er neyðugt at bara
onkur føroyingur umboð-
ar okkum á Christians-
borg, og ger tað yvirhøv-
ur nakran mun
Tað er ikki eitt tilboð
men okkara skylda at
hava umboðan á fólka-
tingi,
eftir núgaldandi
ríkisfelagskipnanini
Bjørg Joensen
umboð javnaðarfloksins
til fólkatingsvalið
Uppgávan hjá føroysku
umboðini á fólkatingi, er at
tryggja donsku politikar-
arum atgongd og nøktandi
vitan um føroyska samfe-
lagið soleiðis, at avgerðir
og lógarsmíð, sum hava við
Føroya at gera, verða
grundaðar á okkara møgu-
leikar og tørv.
Fyri at fáa bestu úrslitini,
er neyðugt at fáa danskar
fólkatingslimir at skilja, at
ein dagføring av ríkisfe-
lagsskapinum er neyðugur,
fyri framhaldandi menning
í Føroyum.
Ein vælvirkandi og nú-
tímans
ríkisfelagskapur
eigur at vera tengdur at
samtíðini og skal tryggja
øllum
føroyingum
eitt
virðiligt lív, við teimum
møguleikum, sum framtíð-
in hevur at bjóða. Vinnuliga
kann tað gerast ein lopfjøl
víðari út í heim.
Samstarv skapa loysnir
Javnaðarflokkurin
sam-
starvar við allar flokkar á
fólkatingi og endamálið er
at bera boðskapin fram
soleiðis, at danir skilja før-
oyingar og okkara avgerðir.
Vit blanda okkum ikki í
donsk innanríkismál.
Tað er umráðandi at vit í
Føroyum skapa nýggjar
inntøkukeldur úti í heimi.
Vit hava nógv at bjóða t.d.
eru vit væl fyri innan kunn-
ingartøkni og hava ment
førleikar, sum tørvur er á
aðrastaðni.
Annar møguleiki er at
samansjóða okkara tøkni
við tøkni uttanlands. Við
rættari
samansjóðing
kunnu vit í felag við út-
lendskar fyritøku, útflyta
kunningartøkni víðari út í
heim.
Føroyar skulu nýta teir
fyrimunir, møguleikar og
styrkir sum liggja í sam-
starvinum bæði við Dan-
mark og Grønland. Vit
skulu meta tað sum okkara
felagsskyldu, at geva ríkis-
felagskapinum
gagnligt
innihaldi fyri allar partar.
Framtíðin
Tað er frameftir ein fyri-
munur at vera ein partur av
ríkisfelagskapinum. Vilja
vit hava sjálvstýri, skulu vit
arbeiða fram ímóti tí við
teirri treyt, at avgerðin um
yvirtøku skal takast í Før-
oyum.
Skulu yvirtøkur eydnast
og virka væl, er neyðugt at
fyrireikingarnar
verða
gjørdar eftir okkara leisti
og tíðarkarmi. Tá tann ætl-
anin er framd, kunnu bert
føroyingar tryggja fram-
tíðina fyri okkum, sum bú-
leikast í Føroyum.
Ábyrgd og virðing báðar vegir
telur mest
VIÐMERKINGAR
Rigmor Dam
Javnaðarflokkurin
Danir siga, at vit kunnu
loysa, tá vit vilja. Tí eru tað
føroyingar sjálvir, sum
liggja í buktini, og tað eigur
at vera óneyðugt at tyngja
og
provokera
danskar
politikarar á Fólkatingi við
innanhýsis partapolitiskum
klandri úr Føroyum.
Sjálvstýrismálið skal ikki
longur vera eitt øsingarmál,
og tilgongdin eigur at verða
á føroyskum hondum, so
vit sjálvi kunnu taka av-
gerðir innan veruleikans
karmar.
Um tú veldur meg og C
at umboða teg, fari eg at
arbeiða fyri, at sjálvstýris-
málið, gjøgnum yvirtøku-
lógina, gerst ein søk fyri
breiðu fjøldina av føroy-
ingum - í Føroyum.
VAL05
Føroyingar liggja í buktini
í sjálvstýrismálinum
VAL05
tórbjørn jacobsen
Strandingurin
Eivind
Jacobsen er nú farin at
spíska seg í valstríðnum.
Hann er ikki kandidatur,
og skuldi tí verið rímiliga
óheftur, og hóast hann er
av treiskastu monnum, so
er tað oftast skilagott, og
væl umhugsað, tað ið
kemur frá honum. Hann
rør framundir í Dimmu,
at teir ið fyrr royktu Nie-
meyer og brúktu reyða
bók, yviri á strandaland-
inum, nú hava konverter-
að, og eru farnir at guva
blátt Samson við grønari
bók, sohvørt sum nýggi
landsvegurin skríður út
eftir fjørðinum vestaru-
megin. Hetta er eitt góðs-
ligt skot, skilji tilsiping-
ina, men samstundis er
hetta ein viðurkenning
frá fyrrverandi bygda-
ráðsformanninum um, at
eysturoyartingmenninir
hesi seinru árini, við bit
og slit, hava togað løg-
tingið til at fara undir
hesa al- og bráðneyðugu
íløguna, sum tað er at ný-
mótansgera undirstøðu-
kervið vestan fyri í Eyst-
uroy. Mín atkvøða av 32
munaði onki einsamøll,
her er væl lyft í felag, og
nú røkist fyri, at hendan
verkætlanin verður gjørd
liðug áðrenn langt um-
líður.
Greinin snúði seg ann-
ars um ringu støðuna,
sum
Suðuroyggin
er
komin í. Hetta er ongin
nýggj støða, landsstýrini,
ið sótu frammanundan
hesum, settu oynna í fok-
us beinanvegin, og vit
vóru greiðir yvir, at so
hvørt sum oyggjarnar
norðan fyri vóru koplaðar
saman, fyri milliardir av
skattakrónum, eisini frá
suðuroyingum, líka so
skjótt fór Suðuroyggin at
dragna frá meginøkinum,
og vórðu ikki munagóð
átøk framd, fór hon at
søkka sum vakstrarøki,
hóast sítt stóra potential-
ið.
Álit vóru skrivaði, um
økir og útoyggjar, fleiri
verkætlanir vóru settar á
lunn. Smyril, ferjulegan á
Drelnesi, djúphavnin í
Vági, Hovstunnilin, Mið-
námsskúlin í Vági og Al-
manna- & Heilsuskúlin á
Tvøroyri. Ongin kann
siga, at vit ikki gjørdu
okkara ítasta. Men vøkst-
urin kom ikki, av fleiri
orsøkum. Alingin, ein
heil vinna fór fyri bakka,
og tá ið hann nú køvdi av
vinnuliga, í øllum landin-
um, gjørdi tað ikki støð-
una í Suðuroy betri.
Løgmaður er nú komin
við eini ætlan fyri oynna.
Hetta er ikki annað enn
gamalt vín, stoytt uppí
nýggjar fløskur. Lítið
annað enn eitt knýtið av
øllum tí, sum undanfarna
landsstýrið setti í verk og
fyrireikaði. Táið hann
varð spurdur hvat hetta
kom at kosta landsskass-
anum, var svarið so sera
greitt. Ikki eina krónu.
Hetta man vera heimsmet
í sjaldsamum regional-
politikki. Í kreppuraktum
øki. Landsstýrismaðurin í
vinnumálum hevur sjálv-
andi ikki stundir at fáast
við málið, nú hann um-
síðir er farin at orða ein
vinnupolitikk, fimm ár
eftir at hann setti seg við
radiatorarnar úti í Tinga-
nesi.
Hóast Almanna- og
Heilsuskúlin
kostaði
óvanliga nógv politiskt
knúgvafeitt, so loyvdi eg
mær at siga undir hátíð-
arhaldinum, táið hann
varð tikin í nýstlu, at
hetta var bara eitt evarska
lítið fet fyri oynna, men
eitt stórt stig fyri økis-
menningarpolitikkin
í
landinum. Profetiið gekk
ikki út. Og tað fer heldur
ikki at ganga út, soleingi
embætisverkið stjórnar
politikkarunum - og ikki
øvut. Royndirnar frá hes-
um málinum siga alt - í so
máta.
Eivind er á rættari leið.
Nevndi tað eisini í eini
røðu á Jóansvøku, at ein
nýggjur
Smyril
ger
hvørki frá ella til. Tað er
frekvensurin,
sum
er
avgerandi. Og politiska
skipanin
og
játtandi
myndugleikarnar
eiga
ikki at vera pírnir táið
hetta málið kemur á dags-
skrá. Suðuroyingar hava
rætt til eitt undirstøðu-
kervi inn á miðstaðarøkið
og niður á meginlandið,
sum ger tað møguligt at
reka vinnulív í oynni.
Kostnaðurin
verður
vunnin innaftur fleiri
faldað
í
dynamikki,
initiativi, virðisskapan,
trivnaði o.s.fr. Og er man
samdur um, at hetta er ein
regionalpolitiskur trupul-
leiki, sum skal loysast,
eisini hvat kapitali við-
víkur, so má tað málið
takast upp, viðgerðast og
avgreiðast.
Laksafoss
kann buktast inni á sínum
XL-ørkum í áravís, men
tað verður ongin suður-
oyingur mettur av. Sum
Jelved segði við Fogh
hetta kvøldið, ein veðrur
verður ikki feitari, bara
av at verða sleipaður inn
á vektina í tíð og ótíð.
Nú var skotið við síð-
una av. Eivind provoker-
aði. Og evnið er brand-
aktuelt.
Skal
loysast.
Vælferðarsamfelagið
Føroyar tolir ikki, at Suð-
uroyggin
dragnar
og
bløðir út, til tað er hon ein
alt ov stórur og virðis-
mikil partur av landinum.
Nú er fólkatingsval í
hondum. Appropos yvir-
skriftina, so hevur tað
verið ein stórur trupul-
leiki hjá onkrum fólka-
tingsmanni, at grønar
sigarettbøkur ikki verða
seldar í Danmark yvir-
høvur. Ikki løgið at
kioskdáman á flogvøllin-
um gløddi við, táið eg
plagdi at biðja hana um
eina tylft av hesum eitur-
karminum, áðrenn tjekk-
að varð inn í flogfarið hjá
Atlantsflog, fyri at verða
loftborin
til
ríkisins
metropol — Keypmanna-
havn.
EIN PAKKA AV SAMSON
OG EINA GRØNA BÓK !
VAL05